Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 HALLUR AV RANA U mmælini vóru sum heild jalig, og Heiðrikur á Heygum varð spáddur eina framtíð innan tónleik, tá hann í november mán­ aði 2007 gav út stakfløgina Jealous, og nakrar vikur seinni fløguna An Invisible Gun. Fløgan varð millum annað um­ mæld av danska tónleikablaðið Gaffa, ið staðfesti at fyrsti trið­ ing­urin av henni var: »ret og slet glimrende i sin egen ret,« tó at mett var at ungi tónleikarin kundi gera nøkur ting betri. Men hóast eina lovandi byrj­ an, so hoyrdist merkiliga lítið aft­ ur til songrøddina hjá unga fjøl­ listamanninum, sum næstu árini í staðin gjørdist best kendur fyri sínar filmar, listaframsýningar og videoløg. Fleiri ár skuldu nevniliga ganga áðrenn Heiðrikur á Heygum gav út sína næstu stakfløgu, og fyri einum ári síðan bleiv næsta fløgan veruleiki, tá listamaðurin gav út fløguna Funeral. Um vikuskiftið varð so enn einaferð staðfest, at evnini eru til staðar, tá Heiðrikur á Heygum varð heiðraður á Faroe Music Awards 2017 við virðislønini fyri besta sangara innan popp/rokk. – Tað er mega smikrandi, at fólk hava so høgar tankar um ein, og tí man hevur framleitt. Hav­ andi í huga hvussu rík vit eru í Føroyum við sangarum, so verður man serliga glaður fyri viður­ kenningina, sigur Heiðrikur á Heygum. Tagnaði Men handan sjey ára bíðitíðina eftir nýggi fløguni goymir seg ein søga um góðvarni og snýt í hørðu tónleika­vinnuni. Eftir góðu móttøkuna av An Invisible Gun, fekk ungi tónleikarin samband við eitt enskt felag, ið ynskti at umboða hann, og hjálpa honum út í heim við tónleikinum. Talan var um eitt gott tilboð, og Heiðrikur á Heygum takkaði ja, men tað sum tykist at verða eitt stig út í altjóða tónleikapallin, varð í staðin byrjanin til eina marru. – Eg var ungur og eitt sindur góðtrúgvin, so eg skrivaði undir tey skjølini, ið fekk frá teimum. Uttan at vera greiður yvir tað, handaði eg teimum rættin hjá mær at geva út tónleik, og tá teir so fóru á húsagang stutt eftir, so var einki at gera hjá mær, tí eg var enn bundin av sáttmálanum. Eg slapp ikki at geva út tónleik í fleiri ár, og kundi einans leggja løg út á Youtube, greiðir Heiðrik á Heygum frá. – Vit menniskju hava ein tendens at lukka tað av, tí vit eru bangin fyri ikki at vera góð nokk. Kanska havi eg bara lært at spæla víðari. Eg havi ikki lagt so nógv í, um onnur ikki hava hildið tað verið nóg gott. Tað sigur Heiðrikur á Heygum, sum um vikuskiftið vann FMA-virðisløn fyri besta sangara í popp/rokkbólkinum EINGIN SKAL KØVA MINA RØDD Heiðrikur á Heygum: PERSÓNSSØGA FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017 SOSIALURIN 33