hósdagur 16. mars 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
18
GRUNDSTYKKJAPRÍSIR
DÁNJAL AV RANA
O
rðini eigur 29 ára gamla
Lisbeth L. Joensen. Sein
astu trý árini, síðani hon
og sjeikurin fluttu heim
til Føroya eftir loknan lesnað,
hevur hon staðið á bíðilista til eitt
grundstykki í Kollafirði.
– Býráðspolitikkararnir kenna
eyðsæð ikki til veruleikan í útjað
aranum í kommuni. Tey skilja ikki,
at vit liva ikki undir somu treytum
sum havnaborgarar. Eitt dømi er,
at vit fáa ikki tað sama í løn sum
tey. Skulu grundstykki seljast fyri
sama prís í Kollafirði, Kaldbak,
Nólsoy og Hesti, sum í Havn, so er
bygdunum ikki lív lagað, sigur hon.
Tað var undir eini viðgerð í Tórs
havnar býráð, at Tróndur Sigurðs
son segði, at hann aldrin fór at
góðtaka, at havnarfólk, sum slíta
seg upp hvønn einasta dag, skulu
rinda fyri at kollfirðingar skuldu
kunna liva í sús og dús, sum hann
málbær seg.
Bakgrundin var avgerðin hjá
meirilutanum í samgonguni um
at selja nýggj grundstykki í Kolla
firði fyri undirprís í mun til út
veganarkostnaðin. Minnilutin í
býráðnum vil vera við, at hetta er
at gera mun á teimum, sum gjalda
fullan prís fyri grundstykki í Havn
ella Kaldbak og so hesum kollfirð
ingunum.
Havnin verður taparin
Lisbeth L. Joensen og sjeikurin
fluttu inn í kjallaranum hjá for
eldrunum og hava búð har síðani,
meðan tey leggja pening til síðis
til at byggja sær hús. Bæði hava
tey eina trygga inntøku, so fíggj
arstovnarnir eru sinnaðir at geva
teimum lán. Tað er bara ikki nokk.
– Herfyri fingu vit boð frá bank
anum, at vit kunnu fáa uppi í 1,8
milliónir krónur í lán. Tað er bara
ikki nokk til at keypa grundstykki
og byggja hús í nýggju útstykking
ini, sigur hon.
– Ein so høgur grundstykkja
prísur ger, at Havnin fer at tapa í
kappingini um nýggjar borgarar.
Vit eru millum tey treisku, sum
enn bíða. Onnur hava tikið av
leiðingarnar av longu bíðitíðini og
ótryggu kørmunum og eru flutt.
Flestu teirra eru farin vestur í
Vágar, onnur norður til Kvívíkar,
Hósvíkar ella Streymnesar. Tú
skalt minnast til, at hóast hetta er
Tórshavnar kommuna, so eru vit
bygdafólk. Vit leita heldur norður
eftir enn inn til Havnar. Skal hetta
vera mannagongdin, so drepa vit
útjaðaran, sigur Lisbeth L. Joensen,
og vísir millum annað á, at talið
á arbeiðsplássum í Kollafirði er
lækkað nógv seinastu árini.
– Nú hava vit Pelagic og so nøkur
kommunal og almenn arbeiðspláss.
Nú undirsjóvartunnilin kemur,
verður kappingin um familjurnar
enn harðari, sigur hon.
Hon vísir á, at grundstykkjaprís
irnir eisini eru væl lægri í granna
bygdunum enn upprunaliga ætlaði
prísurin í Kollafirði.
– Í Hósvík eru planerað grund
stykki til sølu fyri 200.000 krónur.
Hesi í Kollafirði eru ikki eingongd
planerað, men meirilutin vil fram
vegis, at tey skulu kosta nærum
hálva millión. Tað sigur seg sjálvt,
at tað ikki ber til, sigur hon.
Minnilutin visti um
lægra prísin
Talan er um eina útstykking á 22
grundstykki í Hamrabøi í Kollafirði.
Útveganarkostnaðurin, sum er tað,
sum Tórshavnar kommuna selir
síni grundstykki fyri, er 600.000
krónur. Nú hevur meirilutin sam
tykt at selja grundstykkini fyri gott
og væl helvtina.
Lisbeth L. Joensen vil tó vera
við, at lægri prísurin ikki eigur at
koma óvart á umboðini hjá Javn
aðarflokkinum. Hon sigur, at longu
áðrenn hendan býráðssamgongan
tók við, var lægri prísurin nevndur.
– Tá útstykkingin byrjaði,
ringdu fólk frá kommununi til
okkum, sum stóðu á bíðilista, fyri
at vita, um vit enn vóru áhugað.
Tá var talan um at selja tey fyri
eini 300.000 krónur. Okkara bý
ráðslimur, Jákup Dam, hevur alla
tíðina arbeitt fyri at fáa prísin á
grundstykkjunum niður, so at
fólk kunnu búseta seg her. So hes
in lægri prísurin hevur heilt víst
verið umrøddur og viðgjørdur í
býráðnum, sigur hon.
Kollafjørður tykist annars vera
eitt væl umtókt stað at seta búgv.
Hús standa ikki leingi á sølulist
anum, eitt tekin um at áhugin er
stórur. Kortini er als ikki talan um
somu prísir sum í Havn. – Eini ný
umvæld hús við handilshølum í
kjallaranum, eru júst seld fyri tvær
milliónir. Eini onnur fyri 1,9 milli
ónir. Eini hús her á Signabø kost
aðu 1,1 millión krónur. Prísirnir eru
altso als ikki á sama støðið sum í
Havn, sigur hon.
– Tað kundi verið ein møguleiki
at keypt eini hús, men tá vit skiltu,
at nú vóru grundstykkini ávegis,
valdu vit at halda fast við avgerð
ina um at byggja. Úrvalið av hús
um til sølu hevur heldur ikki verið
serliga stórt og nógvar av sølunum,
sum eru gjørdar, hava verið innan
hýsis í familjum, greiðir hon frá.
– Um ikki hendan útstykkingin
hevi verið á veg, høvdu vit valt eina
aðra loysn. Møguliga høvdu vit far
ið saman við øðrum og keypt eitt
privat grundøki at byggja sethús
á. Nú hava vit tó valt at bíða eftir
almennu loysnini, sigur Lisbeth L.
Joensen.
Ein íløga í ungar familjur
Vanliga verður sagt, at tað kostar
VIL HAVA U
FRÁ TRÓND
– Eg bleiv fornermað av tí, sum Tróndur Sigurðsson segði, og eg vil hava
eina umbering. Alt gott um hart arbeiðandi fólk í Havn, men tey finnast
so sanniliga eisini her í Kollafirði, og vit liva ikki í sús og dús upp á
bekostning av øðrum. Vit rinda eisini líka nógv í skatt, sum tey í Havn
22 grundstykki skulu útstykkjast her í Hamrabøi,
eystan fyri kirkjuna í Kollafirði.