hósdagur 16. mars 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
19
MBERING
I
DÁNJAL AV RANA
Avgerðin hjá meirilutan í Tórs
havnar býráð at selja grund
stykkini í Kollafirði fyri und
irprís kostar kommununi í
fyrstu atløgu eini fimm milli
ónir krónur. Býráðið hevur sam
tykt at selja tey 22 grundstykk
ini fyri 250.000 krónur hvørt.
Sambært býráðnum hevur tað
kosta smáar 11 milliónir krónur
at gera øki byggibúgvið.
Sambært Anniku Olsen,
borgarstjóra í Havn, skuldu
grundstykkini kosta 600.000
krónur hvørt, skuldu tey verið
seld fyri kostprís.
Kommunan hevur biðið tveir
meklarar virðismett tey 12 vest
astu stykkini, sum ætlanin er at
selja fyrst. Báðir komu til ta nið
urstøðu, at miðalvirði á hesum
12 stykkjunum er beint undir
250.000 krónur hvørt. Sostatt
staðfesta teir, at kommunan
ikki kann vænta at fáa kost
prísin endurrindaðan. Sam
stundis meta meklararnir ikki,
at tað er ráðiligt at bíða við at
selja stykkini.
Andstøðan í býráðnum
fanst hvassliga at ætlanini, tí
hon metti, at hetta var at gera
mun á borgarum í kommununi.
Hví skulu fólk í Havn rinda full
an prís, um fólk í Kollafirði fáa
grundstykkini fyri helvtarprís,
spurdu umboðini Heðin Mort
ensen og Tróndur Sigurðsson.
– Eg fari aldrin at góðtaka, at
havnarfólk, sum slíta seg upp
hvønn einasta dag, skulu rinda
fyri onnur, segði Tróndur Sig
urðsson.
Minnilutin boðaði beinan
vegin frá, at hann fór at kæra
avgerðina til Kommunala eft
irlitið í Innlendismálaráðnum.
Heðin Mortensen váttar fyri
Sosialinum, at kæran er send.
Kostar kommununi
fimm milliónir
minst tvær milliónir krónur at
byggja eini hús í dag. Afturat
hesum kostnaðinum kemur grund
stykkjaprísurin og planering. Eini
nýggj hús kosta tí omanfyri 2,5
milliónir krónur, um kollfirð
ingar skulu rinda fullan prís fyri
grundstykki. Talan er tí um eina
íløgu, sum verður ómetaliga torfør
at fáa inn aftur hjá teimum, sum
velja at byggja.
Lisbeth L. Joensen heldur, at
kommunan átti at sæð tapið, sum
hon fær upp á grundstykkini í
Kollafirði sum eina íløgu, heldur
enn eitt tap.
– Hví skal júst hetta vera
útreiðsluneutralt? Kommunan
oysir íløgur niður í nýggja havn og
vegir. Hetta kann vera ein íløga í at
fáa familjur at flyta til kommun
una heldur enn í aðra kommunu.
Fólkini, sum standa á bíðilista flyta
ikki til Havnar, men flyta heldur til
onkra aðra bygd, sigur hon.
Útstykkingin er nærri enn
nakrantíð áður. Kortini torir hon
ikki at gleða seg ov nógv.
– Tað hava verið fleiri ætlanir
um útstykkingar, sum allar eru
dotnar niður fyri. Tað hevur verið
skuffilsi oman á skuffilsi. Nú fer
kæran ivaleyst at útseta allar ætl
aninar enn longur, men nú hava
vit bíðað so leingi, vit klára at bíða
nakrar mánaðir afturat. Men tað er
deiligt at møta lastbilum fullum av
mold frá útstykkingini. Tað vísir, at
gongd er í ætlanini, sigur Lisbeth
L. Joensen.
Hon hevur sent øllum býráðs
limunum bræv, har hon greiðir frá
síni støðu og biður Javnaðarflokkin
um at geva kollfirðingum eina um
bering fyri orðini, sum fullu. Hon
hevur fingið svar frá onkrum
teirra, men maðurin, sum lat víða
gitnu orðini falla, hevur ikki latið
við seg koma enn.
Lisbeth L. Joensen og sjeikurin hava staðið á bíðilista til grundstykki í Kollafirði
í trý ár. Hon vil hava eina umbering frá Tróndi Sigurðsson
– Eg fari aldrin
at góðtaka, at
havnarfólk, sum
slíta seg upp
hvønn einasta
dag, skulu rinda fyri at onnur
kunnu liva í sús og dús
Tróndur Sigurðsson