Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017 SOSIALURIN 33 20 Tróndur Sigurðsson: – Eri harmur um hasi orðini Landsstýrið kollveltir grundstykkjaprísin Tróndur Sigurðsson ásannar, at hann skuldi havt vandað sær betri um orðini, men heldur framvegis fast upp á, at kostprísurin eigur at áseta prísin á grundstykkjunum Sirið Stenberg hevur boðað frá, at grundstykki í kommununum skulu seljast til marknaðarprís. Skal hesin politikkurin fylgjast, fer prísurin á grundstykkjum í Havn at hækka fleiri hundrað túsund krónur. DANJAL AV RANA – Eg vil biðja um umbering fyri orð­ini, sum fullu í viðgerðini í býráðnum. At siga at tey liva í sús og dús var at taka ov rívan til, sigur Trónd­ur Sigurðsson, býráðslimur. Hann sigur, at gaman í, so er tal­ an um tvey sekund í eini røðu á eini 10 minuttir, men sjálvandi skuldi hann ikki havt umtalað koll­firð­ ing­ar á hendan hátt. Hann er tó bangin fyri, at kjakið er farið heilt av leið nú og at onkur fær ta fatan, at hann er ímóti út­ stykk­ingini í Kollafirði. – Tað var eg sjálvur, sum setti ferð á hesa útstykkingina í Kolla­ firði, tá eg sat sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, júst tí at vit sóu, at stórur tørvur var á grundstykkjum í bygdini. Sjálv­andi ynskja vit, at fólk, ið hava hug, kunnu búsetast í Kollafirði, sig­ur hann. Hann váttar annars tað, sum Lis­beth L. Joensen sigur, at tá út­ stykk­ing­in byrjaði, nevndi komm­ un­an, at prísurin væntandi fór at vera um 300.000 krónur. Síðani er kostprísurin tó vorðin nakað hægri orsaka av broytingum í ætl­an­un­ um. Tað, sum hann er ónøgdur við í hes­um kjakinum, er at kommunan nú ger mun á fólki. – Kommunan hevur alla tíðina havt sum prinsipp, at kostprísurin skal vera prísurin, sum fólk rinda fyri grundstykkini. Tí haldi eg tað vera skeivt, at kommunan nú skal loyva nøkrum borgarum at rinda und­ir kostprís, meðan onnur mugu halda seg til kostprísin, sigur Trónd­ur Sigurðsson. Hann sigur, at ynski er ikki, at grundstykki skulu kosta tað sama alla staðni í komm­ un­uni, men einans, at øll rinda tað, sum tað hevur kostað kommununi at útvega stykkini. – Tað er eitt lítið samhaldsfast sam­felag, um nøkur skulu rinda upp í tvær ferðir kostprís, tí markn­ að­ar­prís­urin er hægri í miðbýnum í Havn, meðan onkur í útjaðaranum kanska fær grundstykkið fyri helvt­ina av kostprísinum, sigur hann. – Nú sigur Sirið Stenberg, at tað er marknaðarprísurin, sum skal vera galdandi, tá grundstykkir verða seld. Tað verður ein dyggur smeit­ur fyri Havnina, heldur hann. – Skal prísurin á grundstykkjum hækka við fleiri hundrað tús­und krón­um, fer hetta at trýsta set­ húsa­prísin enn hægri. Avleiðingin verð­ur, at eingin arbeiðari fer at hava ráð at byggja síni egnu hús í Havn, tíansheldur at keypa eini, sig­ur Tróndur Sigurðsson. DANJAL AV RANA – Vanliga verður mett, at søla av kommunalum grundstykkjum skal verða til marknaðarprís. Á henda hátt verður ólógligur stuðul ikki veittur til persónar, vinnuvirksemi ella onnur við sølu av kommunalum grundstykkjum, sigur Sirið Stenberg í svari til Heðin Mortensen. Tað var í samband við ósemj­ una í Tórshavnar Býráð um grund­stykkini í Kollafirði, at Heð­in Mortensen sendi ein fyri­ spurn­ing til Sirið Sten­berg, lands­ stýriskvinnu í inn­lend­is­mál­um, um útluting av komm­un­al­um grund­stykkjum. Heðin Mortensen vildi hava lands­stýriskvinnuna at siga sær, hvørjar reglur galda, tá komm­un­ ur luta út kommunal grundstykki und­ir kostprís. Svarið frá lands­ stýr­is­kvinnuni er greitt: Komm­ un­al grundstykki skulu seljast til markn­að­arprís. Hetta er ein broyting í mun til verandi politikk í flestu komm­un­ um, har grundstykki vanliga verða seld fyri kostprís. Í Havn hevur prís­urin á kommunalt útlutaðum grund­stykkjum ligið um 600.000 krón­ur, men marknaðarprísurin ligg­ur nærri eini millión. Hvat viðvíkur ætlanunum hjá býráðnum um at selja grundstykki í Kollafirði fyri undir kostprís, sigur lands­ stýriskvinnan, at kommunan kann selja grundstykkini fyri und­ir­prís, um marknaðarprísurin er lægri enn kostprísurin. – Hetta merkir, at um ein kom­ una hevur keypt og gjørt grund­ stykkir byggibúgvin út frá tí meting, at hetta er fíggjarliga ráða­ ligt, men at tað seinni vísir seg, at tað mest fíggjarliga ráðaliga er at selja grundstykkini, hóast markn­ að­ar­prísurin ikki dekkar samlaðu út­reiðslurnar, so er ein tílík søla lóg­lig, sigur Sirið Stenberg. Alt í alt vísir svarið frá lands­ stýr­iskvinnuni tvey ting. Fyri tað fyrsta, so selur Tórshavnar komm­una, og møguliga aðrar kommunur í landinum við, grundstykki ov bí­liga, tí tey skulu seljast fyri markn­að­ar­prís. Hinvegin, so er einki í veg­in fyri at Tórshavnar kommuna sel­ur grundstykki ymsa staðni í komm­ ununi fyri ymiskan prís, tí markn­ að­ar­prísurin skal ráða. GRUNDSTYKKJAPRÍSIR