Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017 SOSIALURIN 33 26 ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK? Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku byggivinnuni. Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum sølufólk í byggivinnuni vitjar tú byggi fyri tøkur, timburmeistarar, snikkarar, múrarar, málarar o.l. Hvussu er arbeiðið? Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú: • mennir samstarvið við núverandi kundar • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept • ger ætlanir um tínar kundavitjanir • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum Hvør ert tú? Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú: • ert ágrýtin og áhaldin • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men royndir í byggivinnuni er ein fortreyt fyri at søkja starvið. Hvat bjóða vit tær? Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við: • nágreiniligari introduktión og upplæring • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan • firmabil, telda/teldil og fartelefon Vit síggja fram til at hoyra frá tær! Vit hava samrøðurnar mánadagin og týsdagin 27. og 28. mars 2017 í Tórshavn. Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark. Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum um okkara heimasíðu: www.wuerth.dk Umsóknarfreist: 20. mars 2017 Starvssetan. Sum skjótast Starvsøki: Føroyar Meira upplýsingar við at venda sær til: Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17. Gartnari til Eysturkommunu Hevur tú grønar fingrar og áhuga fyri at skapa, røkja, menna og leggja ætlanir fyri umhvørvið kunnu vit bjóða tær eitt starv sum gartnari í Eysturkommunu at byrja skjótast gjørligt. Eitt framtíðarmál, Eysturkommuna hevur sett sær, er at fríðka og at skapa trivna í kommununi. Sum ein part av hesi ætlan vil Eysturkommuna virka fyri, at fríøki, sniðgøtur, áir v.m. verða meira sjónlig og áhugaverd fyri borgarar, vinnulív, ferðavinnu og onnur áhugað. Umframt gartnaraarbeiði ynskir Eysturkommuna, at tann sum settur verður, hevur førleika og áhuga at skapa grøn øki, sniðgøtur, frítíðarøki og annars karmar í eini kommunu, sum vil menna og skapa eitt gott og ríkt umhvørvi. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýlir, kirkjugarðar v.m. Arbeiðið fevnir um: – Ábyrgd og røkt av verandi grønum økjum, fríøkjum eins og friðaðum økjum – Skapa og evna nýggj øki – Luttaka í øðrum fyrifallandi arbeiði og uppgávum – Arbeiðið inniber nógvar ymiskar uppgávur á øllum økjum Ynskiligt er, at tann, ið settur verður: – Hevur útbúgving sum gartnari ella tilsvarandi útbúgving og royndir á økinum – Gott yvirlit og góð samstarvsevni – Hevur royndir við prosjektum, at skapa og útinna – Kann arbeiða sjálvstøðugt og samskipa uppgávurnar saman við øðrum – Góð evni at lurta og samskifta við fólk Løn og setanartreytir: Gartnarin hevur tilvísing til rakstrarleiðaran í kommununi. Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn, saman við CV, skal sendast til Eysturkommunu, Kulibakki 8, 520 Leirvík ella á eystur@eystur.fo, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31. mars 2017, kl. 12.00 Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Agnar Josephsen, rakstrarleiðara, tlf. 730026. TVINGSILSSØLA Týsdagin 18. apríl 2017, kl. 09:30 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 50ø, Stoksoyrarbakki 8, Klaksvík (AS nr. 2-4/2017). Talan er um eini sethús (helvt av tvíhúsi) við kjallara, mið- og loftshædd. Sambært tingbókini er grundøkið 266 m2 . Húsini eru nærri innrættað soleiðis: Kjallari: Gongd, kamar, fýrrúm, wc v/baðikari, lítið kamar við hurð út til rúm undir altanini, annað rúm undir altanini, sum hevur inngongd uttanifrá. Miðhædd: Durur, stova og køkur í einum við trappu niður í kjallara og upp á loft. Loftshædd: Gongd (við lemmi og trappustiga upp til lágt ovastaloft), lítið kamar, hjúnakamar við innbygdum skápi, lítið kamar, wc v/brúsu. Tvingsilssølan er umbiðin av Jógvani E. Ellefsen, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr. 5756801), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 13.03.2017. AÐALFUNDUR Frá Ognarfelagnum LÍV Aðalfundurin verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9, 100 Tórshavn mánadagin 3. apríl kl. 09.00 Skrá sambært viðtøkum felagsins Nevndin OGNARFELAGIÐ PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Edle Johanne Elsborg Bjørk, Stoffalág 84, 100 Tórshavn, fødd tann 28.04.1915, deyð tann 27.01.2017, og fyrr deyða hjúnarfelaga Erik Arne Bjørk, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Advokatvirkið, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 33/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 9. marts 2017