Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017 SOSIALURIN 33 25 hálvu av stigatalvuni. Eitt bein­ leið­is reytt kort bleiv dýrt, tá KÍ bara fekk málleysan javnleik móti Skála. Liðtíðindini eru óbroytt fyri bæði liðini, men KÍ er uttan Ják­up B. Andreasen, sum bleiv út­víst­ur. Vænt­andi verður tað Atli Dani­el­ sen, ið kemur inn á miðvøllin fyri hann. Hesin dysturin hevur alt, sum skal til fyri at fáa eitt gott fót­ bólts­upplivilsi. Sosialurin tippar: 1-1 Bárður móti gomlu liðfeløgunum NSÍ-VÍKINGUR: LARS MULLER Sunnudagin klokkan 15.00 Bárður Jógvansson Hansen skifti í vetur til NSÍ, eftir at hava verið í Fremad Amager eitt stutt skifti. Hann skal nú spæla móti sínum gomlu liðfeløgum úr Víkingi, har hann er uppvaksin. Hetta kann eis­ ini tykjast sum ein dystur millum eitt lið, ið stendur á tindunum, með­an vertirnir tykjast hava størri fram­tíðar møguleikar. NSÍ spældi óvæntað javnleik 1-1 móti EB/Streymi í fyrsta umfari, með­an Víkingur somuleiðis spældi 1-1 móti B36 í Sarpugerði. Hetta er eisini ein dystur millum eitt lið hjá Víkingi, sum ikki ræðist at vinna 1-0, meðan NSÍ tykist næst­an ikki duga at vinna 1-0, tí lið­ið ætlar er so framrættað. Sosialurin tippar 2-2 Nú skal 07 Vestur á flog 07 VESTUR – TB/FCS/ROYN: KÁRI Á HØVDANUM Sunnudagin klokkan 15.00 Tað eru tvey lið, sum hava all­ar mans tøkar, ið møtast á Dunga­ sandi í Sør­vági. 07 Vestur kundi havt stol­ið sær eitt stig í Gunda­ dali, um hepni var við teim­um. Suð­ur­oy­ar­liðið vann týdn­ing­ar­ miklu upp­gerðina móti ÍF í fyrstu roynd­ini sum felagslið. Í 07 Vestur hava tey stórar vón­ ir til serliga álopsparið við Søren Nielsen og Kan Fag­er­berg. Um­ støðurnar móti HB vóru tor­førari, enn tað verður sunnu­dagin. Mau­ rice Ross og Suðuroyarliðið fingu eina dreymabyrjan í fyrsta dyst­in­ um við 2-1 sigri á ÍF. Allir mans eru tøkir og tú kanst illa vænta annað enn, at liðið kemur fyri at kempa. Helst eru útilitini fyri flótandi fót­bóltsspæli í minna lagi, men hetta kann blíva spennandi og hend­ingaríkur dystur. Sosialurin tippar: 1-1 Vinnarar møtast á Skála SKÁLA-HB: ALEX TROLEIS Sunnudagin klokkan 15.00 Bæði Skála og HB komu lutfalsliga væl frá byrjan í fyrsta umfari. Skála spældi málleysan javnleik í Klaksvík, meðan HB vann í Gunda­ dali móti 07 Vestur. Tí eru tað tvey lið, sum helst hava gott mót frá fyrsta umfari, ið møtast á Skála. Heimaliðið stríðist enn við at fáa loyvini hjá Valerian Iobashvili og Mamuka Torondjadze upp á pláss, meðan tað kemur illa við at Edin Jacobsen er skaddur og Brian Jacobsen skal sita yvir við leik­banni. Hjá HB eru at kalla allir mans tøk­ir. Sosialurin tippar: 1-2 Glansurin farin av gomlu steypafinalistunum ÍF-EB/STREYMUR: DAGFINN FORNÁ Sunnudagin klokkan 15.00 Glansurin er farin av bæði ÍF og EB/Streymi, síðani feløgini í 2010 og 2011 møttust í finaluni um Løg­ mans­steypið. EB/Streymur er í ár upp­flytari, meðan fleiri av ÍF sum eitt boð upp á ein niðurflytara í ár. Nógvar broytingar eru í Fugla­ firði og liðið tapti eisini í fyrstu royndini. Nøvnini eru ikki ókend, men eftir fleiri ár í onga­manna­ landi, so hevur Jákup Mikkelsen eina stóra uppgávu í at lofta ÍF í ár. Í Sundalagnum hava tvey upp­ livað stóra fallið, tá liðið 2015 fór sendandi niður í næstbestu deild­ ina. Nú er tykist felagið á veg rættan veg og fekk eisini eitt gott stig í Runavík. Liðið er væl sam­an­ spælt, men spurningur er hvussu langt tað røkkur? Sosialurin tippar: 1-1 TRONDUR@SOSIALURIN.FO VÍKINGUR Ivasamur: Pól Jóhannus Justinussen (fótskaði) Ikki við: André Olsen skaddur (vøddaskaði, 3-4 vikur), Edvin Jakobsen skaddur (brákað rivjabein, 2-3 vikur), Brian Jakobsen (leikbann) Ivasamir: Valerian Iobashvili (loyvi), Mamuka Torondjadze (loyvi) Allir mans tøkir Ikki við: Erling Jacobsen (fóturin, 2-3 vikur), Jákup V. Olsen (knæið, 1-2 vikur) Ivasamir: Sorin Anghel (smáskaðar), Andeas Lava Olsen (fótliður), Gert Hansen (baklærið) Allir mans tøkir NSÍ TB/FSC/Royn 07 VESTUR SKÁLA 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 B36-KÍ NSÍ-VÍKINGUR 07 Vestur – TB/FCS/Royn Skála-HB ÍF-EB/Streymur SOSIALURIN TIPPAR Sorin Anghel slapp ikki á vøllin í fyrsta umfari, tí hann stóð ikki á nýggja elektroniska dómaraseðlinum. Venjarin hjá Víkingi átekur sær feilin