hósdagur 16. mars 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
24
Við: Hannes Agnarsson (eftir
sjúku)
Ikki tøkur: Alex Mellemgaard
(skurðviðgjørdur, 5-6 vikur)
Ikki við: Sjúrður Jacobsen
(liðband, 3-4 vikur) Tóki av Lofti
(fótskaði, 1-2 vikur)
Við aftur: Árni G. Olsen (eftir
knæskaða)
Ikki við: Levi Hanssen (fipur),
Andrew av Fløtum (forstrekking).
Báðir venja tó aftur.
Ivasamur: Adeola Runsewe (loyvi)
Ikki við: Jákup B. Andreasen
(leikbann)
Ivasamir: Ólavur Niclasen og
Ísak Simonsen
ÍTRÓTTUR
TRÓNDUR ARGE
U
pprunaliga skuldi Sorin
Anghel, spælandi hjálp
arvenjari hjá Víkingi,
verða ein partur av
liðnum, tá Víkingur sunnudagin
spældi javnleik 1-1 móti B36 í Gøtu.
Hann stóð upprunaliga á dómara
seðlinum, men so alíkavæl ikki.
Tað er ikki fyrr enn nøvnini
verða kunngjørt í hoytalaranum
beint fyri dystarbyrjan, at spælandi
hjálparvenjarin undrast á, at hans
ara navn ikki verður nevnt.
– Sorin spyr meg hví hann ikki
er við. Eg svari, at sjálvandi er hann
við, sigur Sámal Erik Hentze, sum
síðani kannar dómaraseðilin eina
ferð afturat. Ongin Sorin Anghel er
á spælaralistanum.
Nýggjur dómaraseðil
Fótbóltssambandið royndi um
vikuskiftið nýggju elektroniskum
dómaraseðlarnar, har feløgini
skulu útfylla dómaraseðilin á eini
skipan á telduni. Tað hevur nógvar
fyrimunir, men í hesum førinum
gekk ikki heilt eftir ætlan.
– Tað er eitt ella annað við skip
anini, sum ikki riggar heilt, tí vit
settu hann á sum spælara, men tá
vit seta hann sum hjálparvenjara,
so dettur hann út sum spælari,
sigur Sámal Erik Hentze.
Venjarin er argur um støðuna,
men mest argur um, at hann ikki
fangaði villuna, tá hann hugdi list
an ígjøgnum.
– Eg hugdi mest eftir teimum
spælarunum, sum skuldu byrja
inni. Tí legði eg ikki merki til, at
Sorin Anghel ikki stóð á listanum
yvir spælarar á bonkinum. Tú
kanst siga, at nú hava vit lært hatta
upp á tað harða mátan, sigur Sámal
Erik Hentze, sum í dag kann flenna
eftir støðuni.
– Tað kundi havt stóra ávirkan
á okkum, um eitt nú Hans Jørgen
Djurhuus ikki kláraði at spæla
seinastu minuttirnar, tí so hevði eg
ætlað at sent Sorin Anghel á vøll
in. Tíbetur spældi alt væl av, men
kundi verið ein gøla, sigur Sámal
Erik Hentze.
Tað er ikki møguligt at skriva
ein spælara á listan í evstu løtu.
Tað hevur kravt nógv eyka arbeiði
við nýggju dómaraseðlunum, men
sum heild er talan um eitt stórt
framstig í føroyskum fótbólti.
– Tað hevur verið nógv at
gjørt, tí vit høvdu 16 dystir um
vikuskiftið. Komandi vikuskiftið
verða tað áleið 50 dystir, so tað
verður ikki minni at gera, sigur
Mourits Joensen, ið samskipar
nýggju dómaraseðlarnar hjá FSF.
– Feløgini hava verið røsk at
seta seg inn í tingini og nógv at
hesum er arbeiði, ið skal gerast eina
ferð, men tað tykist sum feløgini
taka væl ímóti. Hetta hevur eisini
nógvar fyrimunir við sær viðvíkj
andi hagtølum, tænastu til miðlar
og vit sleppa undan, at spælarar,
ið ikki eru skrásettir ella hava leik
bann sleppa at spæla, sigur Mour
its Joensen.
Hann sigur eisini, at hendingin í
Gøtu er raporterað til veitarnar, ið
hyggja upp á tað.
Fult umfar
Eins og í fyrsta umfari, so er fult
umfar á skránni sunnudagin
klokkan 15. Fyrsta umfar vísti eis
ini, at tað er torført at meta um
nakran favoritt til nakran av dyst
unum. Tá hugt verður eftir papír
inum, so verður tað ikki minni tor
ført at spáa um gongdina í øðrum
umfari. Tað er torført at peika á ein
tann einasta favoritt í nøkrum av
dystunum.
Fýra tey fremstu frá í fjør møt
ast innanhýsis, meðan HB er á
vitjan á Skála. Síðani spæla upp
flytararnir móti tveimum av teim
um niðaru liðnum frá í fjør.
Vinmenn møtast
í Gundadali
B36-KÍ: PETUR REINERT
Sunnudagin klokkan 15.00
Tað eru tveir av avbjóðarunum til
FM-heitið, sum møtast í Gundadali.
Tað eru eisini tveir vinmenn, sum
á fyrsta sinni møtast sum venjarar.
Jákup á Borg, venjari hjá B36, og
Mikkjal Thomassen, venjari KÍ.
Báðir fingu eitt stig við frá
fyrsta umfarinum, men helst telur
stigið hjá B36 meiri enn tað hjá KÍ.
Jákup á Borg og B36 spældu væl í
Sarpugerði, men seinasta fjórðing
inum av dystinum misti árstalsfe
lagið takið. Tað endaði við javnleiki
1-1.
Í Klaksvík verður mangan sagt,
at KÍ hevur tað trupult móti teim
um liðunum, sum liggja í niðaru
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
EB/Streymur
KÍ
ÍF
FÓTBÓLTUR Sorin Anghel stóð á dómaraseðlinum - men so alíkavæl
ikki. Til frumsýningina í landskappingini royndi Fótbóltssambandið
ein nýggjan elektroniskan dómaraseðil. Tað kostaði Sorin Anghel
luttøkuna í dystinum móti B36. Venjarin hjá Víkingi tekur ábyrgdina
Upptakt
– HVÍ ERI EG
IKKI VIÐ?
Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi