Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017 SOSIALURIN 33 23 Rebecca Rógvadóttir Petersen held­ur at tingini av og á tykjast tyngri, tá tú júst ert vorðin mamma, og ofta leiðir tað til óneyð­ ugar stúranir. Hon heldur tó, at Gigni ger eitt stórt arbeiði á hesum øk­inum, og tað eru nógv tilboð til tær mammurnar, sum føla tørvin at tosa við ein serkønan. Mirjam Pætursdóttir heldur, at tað er umráðandi, at mammur siga teim­um nærmastu ella onkrum ser­køn­um, hvussu tær veruliga hava tað. Nógvar mammur goyma tær minni góðu kenslurnar, tí tær eru bangnar fyri, at verða skýrdar ringar mammur, greiðir hon frá. – Eg græt nógv í langa tíð, eftir at eg hevði átt fyrsta barnið, og hó­ ast tað er vanligt at vera kedd av og á, so eigur tú ikki, at vera kedd alla tíðina í so langa tíð. Eg fór til arb­ eiðis aftur, tá dóttir mín var nýggju mán­að­ir, tí tá mátti eg út at tosa við vaks­in fólk aftur, sigur hon. Hon minnist eisini, at heilsu­ syst­ur­in kom við spurnarblaði til hana at útfylla, men tað var nemt hjá henni at lúgva, og lata sum um tað stóð betri til, enn tað veruliga gjørdi. – Man eigur jú at elska nýggja lív­ið sum mamma, tí tað gera allar hin­ar mammurnar jú. Eisini er tað eitt nýtt fyribrigdi, at tosa hart um, at man ikki hevur tað gott ella at man kennur seg tunglynta, sigur Mirj­am Pætursdóttir. Tá Mirjam Pætursdóttir átti næsta barnið, var hon bangin fyri, at støðan fór at endurtaka seg, men soleiðis varð ikki. Heldur var tað øvugt, tí hon kendi seg við tað sama væl í leiklutinum, sum nýggj mamma. Hon greiðir frá, at fólk rund­an­um hana eisini merktu, at hon hevði meir yvirskot, eftir at hon hevði átt næsta barnið, hóast hon tá hevði tvey børn at taka sær av. – Tá eg átti seinna barnið tímdi eg slett ikki til arbeiðis, eftir at barns­burð­ar­farloyvið var av, og eg fekk ringa samvitsku yvir at eg ikki hevði dugað betri við fyrsta barn­in­um, sigur hon. Broyttar ambitiónir Hóast upplivingarnar hjá øllum trimum í barnsburðartíðini hava verið sera ymiskar, so eru allar á einum máli um, at ambitiónirnar eru broyttar síðani tær vórðu mammur – í øllum førum í eina tíð. Tá tíðaravmarkaða starvið á Fróðskaparasetrinum endar 1. apríl fer Marita Gunnarstein Nielsen í barsil, men nú eru bert fáar vikur eftir av barsilstíðini, og hóast hon hevur fingið fýra eyka vikur av serligum umstøðum, so endar bars­ ils­tíð­in hjá henni 20. mai. – Nú skal eg sova, trilla og njóta børn­ini, flennir hon. Hon vónar at fáa starv á mið­ náms­skúlanum í Suðuri, tá hon fer til arbeiðis aftur, tí at ferðast longu leiðina til Havnar og heim aft­ur er alt ov krevjandi við smáum børn­ um. Áðrenn Mirjam Pætursdóttir bleiv mamma, arbeiddi hon nógv í útvarpi, og tá legði hon onki í, um vikuskiftini og kvøldini eisini vórðu nýtt til arbeiði. – Síðani eg fekk børn, hugsi eg, at tað hevði verið ideelt at arbeitt nið­ursetta tíð, soleiðis at góðar stund­ir vóru um morgunin, og børn­ini ikki høvdu so langar dagar á stovni, sigur hon. Rebecca Rógvadóttir Petersen sig­ur, at hon ongantíð hevði ímynd­ að sær seg sjálva, sum heima­ gang­andi og als ikki við trimum børn­um. Børnini eru enn smá, og ætl­an­in­ar kunnu broytast, tá tey verða eldri, men nú nýtur Rebecca tíð­ina heima, og møguleikan til at síggja tey vaksa upp. – Eg havi altíð haft dreymar um hægri útbúgving og eitt spenn­andi starv, helst innan mið­fyri­sit­ing­ina. Nú er tað altavgerandi at starvið er í nærøkinum og við nið­ur­settari tíð, sigur hon. MIRJAM PÆTURSDÓTTIR 32 ár Í føstum parlagi Tvey børn, sum eru 5 og 3 ár Býr í Hoyvík Í læru á skrivstovu Lívsmynstrið broytist, tá tú verður mamma Heilsusysturin: ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO T að at verða við barn er ein heilt serlig støða í lívinum hjá eini kvinnu, tí tá fert tú frá at vera kvinna til eisini at verða mamma. Kvinn­an broytist ikki bert krops­ liga, men eisini sálarliga og hetta er ein náttúrlig broyting, sigur Maria Matras, heilsusystur. Tá kvinnur gerast við barn, hugsa tær flesu um hvat tær eta, leggja okkurt av og byrja uppá okk­urt annað, tí tað er av týdningi fyri barn­ið, greiðir Maria Matras frá. Lívið og lívsmynstið broytist hjá eini kvinnu, sum verður mamma og ofta er torført at ímynda sær stóru broytingina, áðrenn barnið er komið. Maria Matras greiðir frá, at hetta er ein serlig tíð, har mamm­an er opin fyri broytingum, sum jú eis­ini er ein náttúrligur partur av at verða mamma. – Eg møti mammum, sum tað er komið óvart á, hvussu hart tað er, at verða mamma og hvussu nógv tað krevur av likamligari og ment­al­ari styrki, sigur hon. Tá ein kvinna gerst mamma, hend­ir so nógv. Mamman, sum fyrr hevði tíð til sín sjálvs, setur nú alt til viks fyri at verða um og tryggja barn­inum grundleggjandi tørvir, so sum nærveru og umsorgan. Mamm­an hugsar nógv um hon megn­ar støðuna sum mamma, um barnið trívist og mennist, um barn­ið fær nokk av mjólk, hvussu barn­ið svevur og um alt er, sum tað skal vera, greiðir hon frá. – Tá man veit, at tað er ein sár­bar tíð, so er umráðandi, at mamm­an hevur tað so gott, sum gjørligt. Tað so gevandi at síggja og fylgja við, hvussu ein mamma kann menna seg burturúr avbjóðandi og døpr­um døgum, til aftur at síggja møgu­leikar og kenna gleðina við verða mamma, sigur Maria Matras. Tað er umráðandi hjá mammum, eis­ini at fáa loyvi til at seta orð á hugs­anir og til tíðir stúrnanir og av­bjóðingar sum tað eisini kann verða við at eiga eitt pinkubarn. Hó­ast tað eru nógvar góðar løtur, so er tað ikki bert deiligt, sigur hon. – Tað eru nakrar mammur, sum skjótari enn aðrar, síggja fram til at sleppa út aftur á arb­ eiðs­marknaðin, tí tær kenna tað eitt sindur einsligt at ganga heima og ansa barninum.Tað er kjarnu­ upp­gávan hjá okkum, sum heilsu­ frøð­ingar at møta kvinnum í hesi sár­báru og krevjandi støðuni, sigur hon. Foreldur, ið eru løntakarar, hava rætt til barsilsfarloyvi í 52 vikur eftir føðing, men barsilspeningurin verður bert útgoldin í tilsamans 44 vikur innanfyri fyrstu 44 vikurnar eftir føðing. Mamma hevur rætt til barsilspening tær fyrstu 14 vikurnar eftir føðing og pápin hevur rætt til 4 vikur eftir føðing. Hartil hava foreldrini rætt til barsilspening í 26 vikur, sum tey kunnu býta sínamillum (kelda: www.barsil.fo).