hósdagur 16. mars 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
22
BARSIL
uttan royndir innan sítt yrki, fekk
møguleikan at taka av dreyma
starvinum, bert eina viku fyri hon
átti seinna barnið. Hon tók tá av
gerðina um at velja royndirnar
framum barnsburðarfarloyvið.
Tá Marita var liðug at lesa í
2014, flutti hon heim til Føroya
at búgva. Stutt eftir tað átti hon
fyrsta barnið, so hon fór í barns
burðarfarloyvi, og ikki út á arb
eiðsmarknaðin, at fáa neyðugu
royndirnar. Hon bleiv við barn
aftur skjótt og fekk onki starv
innan sítt yrki, áðrenn hon átti
næsta sonin.
Tá hevði hon ætlanir um at fara í
barsil, men sær tá eina starvslýsing
frá Fróðskaparasetrinum har lýst
verður eftir fólki við hennara før
leikum til tíðaravmarkað starv.
– Tá eg fyrr hevði verið til sam
røðu, fekk eg altíð at vita, at eg
manglaði royndirnar, men ongin
vildi geva mær tær, og tí valdi eg
at søkja. Eg fór til samrøðu við
stórum búki mánadag, fekk starv
ið mikudag og átti sunnudag, sigur
Marita Gunnarstein Nielsen.
Tá tú ongar royndir hevur við
børnum, áðrenn tú sjálv fært títt
fyrsta barn, er torført at fáa hóm
ing av, hvussu møtimikil upp
gávan kann verða. Tá tú harum
framt stríðist við uppgávuni, og
tú verður yvirtikin av strongd og
sorg í gerandisdegnum er torført
at finna gleðina í nýggja leiklut
inum sum mamma. Hetta vóru
royndirnar hjá Mirjam Pæturs
dóttir, tá hon átti fyrsta barnið.
Áðrenn Mirjam fór í barnsburð
arfarloyvi, við fyrsta barni sínum
visti hon ikki, hvat hon hevði í
væntu, tí hon ikki var von at vera
um børn.
– Eg hevði ongantíð hildið í
einum nýføðingi ella skift eini
blæðu, sigur Mirjam Pætursdóttir.
Hon var tvørturímóti von at
vera í gongd, og henni dámdi væl
at arbeiða nógv, venja og undrivísa
í fitness. Hon greiðir frá, at hon
visti, at tingini fóru at broytast,
men júst hvussu ógvusliga, tað
hevði hon onga hóming um.
– Tá barnsburðarfarloyvið byrj
aði, helt eg, at tað var løgið, at ongin
hevði sagt mær, hvussu einsligt
tað fór at vera. Eg kendi tað, sum
mátti eg uppgeva alt annað, sum
hevði mín áhuga. Ofta spurdi eg
meg sjálva, um tað veruliga skuldi
verða soleiðis restina av lívinum,
tí fólk høvdu jú sagt mær, at tá eg
hevði átt, fóru øll hini áhugamálini
eg hevði at fána, men eg tímdi enn
ordiliga væl alt hitt, sigur hon.
Mirjam leggur afturat, at hon
hevði ein harðan barnsburð, og
heldur sjálv at traumatiska upp
livingin eisini leddi til eina sterkari
kenslu av vónloysi, tá hon hevði
átt.
Vit hoyra altíð hvussu fant
astiskt tað er, at vera heima við
einum pinkubarni, men Mirjam
greiðir frá, at hon var ofta ótrygg,
tá hon var einsamøll, og var tí
sera nógv í Leirvík hjá familjuni.
Hon kendi ikki, at hon dugdi við
lítla barninum, og ivaðist ofta í,
um hetta nú var rætt fyri hana,
og ynskti skjótt at sleppa aftur til
arbeiðis.
– Aftaná havi eg hugsað, at eg
møguliga havi havt barnsburðar
tunglyndi, men tá heilsusyrturin
kom á vitjan, var nemt hjá mær
at goyma veruligu kenslurnar, og
lata sum um at alt var, sum tað átti
at vera, sigur Mirjam Pætursdóttir.
Tað kann verða einsligt, tá tú
sum ung kvinna stingur burtur
úr fjøldini, og serliga tá tú verður
mamma fleiri ár áðrenn hini í
vinarskarðanum. Hetta kendi
Rebecca Rógvadóttir Petersen, tá
hon bleiv mamma fyri fyrstu ferð.
Rebecca átti fyrsta barnið, sum
bert 19 ára gomul, tá hon gekk ann
að árið á handilsskúla. Tá var hon
einasta í sínum vinarhópi, sum átti
eitt barn.
– Øll eg kendi vóru til arbeiðis
ella í skúla, so eg hevði ikki møgu
leika at vitja nakran við fyrsta
barninum. Eg var bara í mammu
bólki av og á, so eg kendi meg ein
samalla, sigur hon.
Rebecca er í barnsburðarfar
loyvi nú fyri triðju ferð, og sigur
at hon hevði størri væntanir
hesaferð. Møguleikar hjá mamm
um í Klaksvík, sum eru í barns
burðarfarloyvi, eru nógv víðkaðir
seinastu árnini, og nú gongur hon
á mammukafe, mammuvenjing og
mammubólki.
– Eg eri liðug við útbúgvingina,
og hetta var síðsta árið hjá dóttr
ini í barnagarði, so eg hevði nógv
ar ætlanir um, hvat vit skuldu
gera saman, og eg gleddi meg til
at koma meir út í millum aðrar
mammur, sigur Rebecca Rógva
dóttir Petersen.
Fyrsta tíðin við barninum
Fyrsta tíðin saman við nýggja
barninum er sera sárbar, og av
bjóðingarnar eru ymiskar. Mamm
ur skulu nú hugsavna seg um tørv
in hjá barninum fyrst, og hetta
hevur ofta avleiðingar við sær.
Summar verða noyddar, at taka
støðu til arbeiði, hóast tær ynsktu
tað annarleiðis, og hjá summum
er arbeiði tað tær leingjast eftir,
hóast tær eru heima í barsil.
Tá tú verður mamma fyrstu
ferð, broytist tilveran, og tá snýr
alt seg um barnið. Tú hevur ikki
stundir til tín sjálvs og kanst ikki
fara til alt, sum tú gjørdi áður. Eis
ini verður tað harðari, um tú fært
lítið av svøvni, greiðir Mirjam Pæt
ursdóttir frá.
– Hetta er torført hjá summum
og aðrar fella náttúrliga í tað, men
tað er nakað, sum tú kanst inn
stilla teg uppá áðrenn, sigur hon.
Rebecca Rógvadóttir Petersen
var liðug við útbúgving sína í
2015, og tá var hon skúlatroytt og
gleddi seg at sleppa í barsil. Hon
heldur, at hon nú hevur lært at
barsilstíðin skal njótast, hóast
hon í summar hevur verið í barsil
í tvey ár.
– Eg havi átt tvey børn við 14
mánaðum ímillum, og tað er ein
avbjóðing. Gerandisdagurin krev
ur meira struktur, sigur hon.
– Eg havi sjómann, so eg eri
eisini nógv einsamøll um børnini,
men eg havi eitt ótrúliga gott bak
land, so tað lættir um, tá maðurin
er burtur, sigur Rebecca Rógva
dóttir Petersen.
Starvið hjá Maritu Gunnarstein
Nielsen á Setrinum byrjaði, tá son
urin bert var tríggjar vikur gamal.
Upprunaliga avtalan hjá Maritu og
manninum var, at maðurin skuldi
vera heima alla barsilstíðina.
Vegna serligar umstøður tók hann
tó bert tær fyrstu fýra vikurnar,
og fór síðani aftur til arbeiðis í
Klaksvík.
– Vit hava bæði arbeitt alla tíð
ina, og hava heitt á ommurnar at
traðka til. Eg visti at tað fór at
verða hart, men visti ikki hvussu
hart tað veruliga fór at verða, sigur
Marita Gunnarstein Nielsen.
– Tað gongur við góðari hjálp,
men hvørki eg, parlagið, børnini,
ommurnar ella mín egna sam
vitska halda til hetta. Tað er alt
ov hart meðan børnini eru so lítil.
Nú havi eg fingið royndirnar, sum
eg vildi hava, men hatta hevði eg
ikki gjørt eina ferð afturat, sigur
Marita Gunnarstein Nielsen.
Ringa samvitskan
og tunglyndi
Tá ein kvinna verður mamma,
fylgir ofta ein feril av ringari
samvitsku við. Ringa samvitskan
kann fevna um alt frá tíð, sum ikki
verður brúkt til barnið, sín sjálvs
ella arbeiði. Av og á kemur hon
eisini seinni, tá hugsað verður um,
hvat kundi verið gjørt annarleiðis.
– Størsta offringin hevur verið,
at eg mátti gevast við at geva bróst.
Eg bleiv ov móð, tí eg pumpaði út
annan hvønn tíma, sigur Marita
Gunnarstein Nielsen.
– Eg havi tó havt ringa sam
vitsku fyri børnunum, manninum
og ommunum. Eg føli meg egoist
iskan, men upprunaligi planurin
var jú ikki hesin, sigur hon.
Synirnir eru eisini keddir av, at
Marita hevur verið nógv burtur,
og hon merkir ringu samvitskuna,
tá teir av og á gráta eftir sær, með
an hon er upptikin við arbeiðsupp
gávum.
– Tað svíður í hjartanum, men
man uggar seg við at hetta fær ein
enda, sigur Marita Gunnarstein
Nielsen.
Hjá henni hava ongar stundir
verið til tilboð, so sum barsilsfim
leik ella svimjing, tí Marita hevur
brúkt alla tíð sína uppá arbeiði.
MARITA GUNNARSTEIN NIELSEN
32 ár
Gift
Tveir synir, sum eru 2 ár og 8 mðr.
Býr í Vági
Cand. Mag. enskum við sálarfrøði sum hjálærugrein
Síðan 2013 hevur Gigni systematiskt screena allar mammur
fyri barnsburðartunglyndi, tá barnið er 8 vikur. Gigni nýtir
altjóða góðakenda EPDS screeningsamboði, tá screena
verður fyri barnsburðartunglyndi
8 viku vitjanin, við heilsufrøðingi, er tí ein heilt serstøk
heimavitjan, har heilsufrøðingurin leggur serstakan dent á,
hvussu mamman hevur tað, og hevur fokus á ta sálarligu
heilsuna hjá mammuni.
Kanning hjá Gigni, ið umfatar árini 2012 og 2013,
sum umfatar 920 kvinnur, vísur, at 13, 2 prosent
hava ábendingar um -at tær hava lyndi til - ella hava
barnsburðartunglyndi
Mammur, sum hava lyndi til tunglyndi, fáa í fyrstu syftu
tilboð um tríggjar eyka samtalur við heilsufrøðing, og
eftirfylgjandi verður screena av nýggjum. Í nógvum førum
gevur hetta mammuni ein munandi sálarligan lætta. Ofta
eru hesar samtalur við heilsufrøðingi, tað sum skal til, fyri
at mamman fær tað betur, soleiðis at tunglyndið lætnar.
Kanningin vísir umframt, at hesum høvdu 3,6 prosent av
mammunum, tørv fyri einum meira málrættaðum innsatsi.
Tað er so sera umráðandi at hesar mammur verða funnar
tíðliga og fáa skjóta og rætta hjálp beinanvegin, soleiðis at
avbjóðandi sálarliga støðan ikki skal mennast skeiva vegin,
og fáa neiligar avleiðingar fyri mammu og barn.
framhald