mánadagur 20. mars 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvør bók hevur havt serligan týdning fyri teg?
– Ein bók, sum hevur havt serligan týdning fyri meg, er »Den frie tanke«, sum Mihail
Larsen og Ole Thyssen hava skrivað. Bókin kom út í 1981. Eg læs eitt ummæli, sum
Rói Patursen skrivaði í Brá, og læs so bókina, tvær ferðir haldi eg. Bókin er, umframt
ein søgulig gjøgnumgongd, eisini ein staðfesting av týdninginum av frælsinum at
hugsa. Nakað sum vit ofta taka sum givið, hóast vit uppliva »miðøldina« dagliga.
Hvør er besti lutur, sum tú eigur?
– Tað er ein vasi, sum eg fekk frá ommu míni, tá eg var lítil
smádrongur. Helst er hann at fáa fyri fimm krónur í onkrum endur
nýtslu handli. Men omma var tað, sum man tá kallaði í barndømi,
og so ómetaliga fitt. Eg helt, at vasin var ein dýrgripur, og á ein
hátt er hann tað.
LÆRARAR
MUGU
YVIRTAKA
SKÚLAN
AFTUR
Eyðun Klakstein
Tað var hjá Herálvi Jacobsen,
sum hjá so mongum øðrum.
Ymisk samanfallandi – og
kanska tilvildarlig – viður
skifti gjørdu, at hann sum
ungur maður valdi sær út
búgving, sum síðani førdi til
lívsstarvið.
– Eg kláraði meg væl í
fólkaskúlanum, so tað lá
í luftini, at eg skuldi hava
onkra útbúgving. Sjálvur
hugsaði eg um at fara í læru
sum handverkari, men tað
bleiv til, at eg søkti inn á Lær
araskúlan og tók útbúgving
sum lærari, greiðir hann frá.
Av Læraraskúlanum fór
hann í starv sum lærari í
skúlanum í Sørvági.
– Tá ið eg tók mína út
búgving sum lærari, var
praktikktíðin
meiri
um
fatandi, enn hon er í dag,
og tí kendi eg arbeiðsum
støðurnar væl, tá ið eg
byrjaði.
Kortini
var
tað
strævið fyrstu árini, men
lærarastarvið er eitt mein
ingsfult starv, og tí var eg
ongantíð í iva um, at eg vildi
røkja hetta starv, sigur Her
álvur Jacobsen.
– Tá sum nú var lærara
starvið sera krevjandi, tí
umframt
undirvísingina
eru eisini avbjóðingar av
nógvum øðrum slagi við til
dømis trivnaði og næming
um, sum ikki megna skúlan
so væl. Hetta kann kenn
ast stressandi fyri læraran,
tí hann vil øllum næming
unum væl, sigur hann.
Formaður í sjey ár
Herálvur Jacobsen hevur so
at siga síðani fyrsta dagin
á Læraraskúlanum tíðliga í
sjeytiárunum verið knýttur
at fólkaskúlanum. Onkur
styttri steðgur hevur verið á
vegnum,
men
í
meira enn trý
áratíggju starv
aðist Herálvur í
Sørvágs skúla, til
hann í 2010 gjørdist
formaður í Føroya Lær
arafelag og hevur røkt tað
fulltíðarstarvið síðani.
– Tað var eitt sindur til
vildarligt, at eg stillaði upp til
nevndina í Lærarafelagnum
í 2008. Ein lærari helt fyri, at
eg hevði so stóran áhuga fyri
fólkaskúlanum, at hon fór at
stilla upp. Tað gjørdi hon so,
– Politikarar kunnu skapa karmar, men tað hjálpir
ógvuliga lítið, um politikarar og myndugleikar fara
at stýra skúlanum. Lærararnir mugu trúgva upp á sítt
fak og yvirtaka skúlan aftur, tí tað eru so nógv onnur,
sum vilja seta dagsskránna, sigur Herálvur Jacobsen,
sum leygardagin verður formliga afturvaldur sum
formaður í Føroya Lærarafelag uttan mótvalevni