mánadagur 20. mars 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvat heldur tú um løgmann?
– Eg haldi, at løgmaður er skilagóður, men
nokk so anonymur. Og so hevur hann eisini eina
samgongu, sum gongur í allar ættir.
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Eg havi leingi havt ein dreym um at vitja oynna Suður Georgia í Suðurhøvum.
Har grundaðu norðmenn í 1904 býin í Grytviken við øllum tí, sum hoyrir einum
býi til í sambandi við, at teir høvdu hvalastøð har. Býurin liggur í dag oyðin. Eisini
føroyingar vóru í Suðurhøvum á hvalaveiðu, og uttan iva hava teir vitja Grytviken.
og eg bleiv valdur í nevndina.
Tá ið Magnus Tausen,
sum var formaður í Lærara
felagnum, í 2010 gjørdist
stjóri á Námi, varð Harálvur
Jacobsen á eykaaðalfundi
valdur til formann, og hann
hevur røkt tað starvið síðani.
Hann er afturvaldur tríggjar
ferðir síðani – bert einaferð
við mótvalevni – og kom
andi vikuskiftið verður hann
afturvaldur fyri fjórðu ferð,
tá ið Lærarfelagið hevur
aðalfund.
– Tað er eitt avbjóðandi
og spennandi starv at vera
formaður í Lærarafelagnum.
Sum flestu onnur fakfeløg
í Føroyum hava vit ikki
fíggjarliga orku til stóra
umsiting, og tí eru arbeiðs
uppgávurnar ógvuliga fjøl
broyttar. Fyrstu tíðina vóru
øll hugsandi viðurskifti hjá
mær at seta meg inn í, greiðir
Herálvur Jacobsen frá.
– Vit hava hálvtannað
starv í umsitingini, og tey
eru sera týdningarmikil fyri
Lærarafelagið. Starvsfólkini
gera eitt stórt arbeiði og eru
eisini tey, sum bera vitanina í
felagnum víðari, sigur hann.
Lærarar størri leiklut
Formaðurin í Lærarafelag
num heldur, at leikluturin
hjá lærarunum er ikki mink
aður í týdningi, men heldur
vaksin seinastu árini, hóast
tøkniliga menningin hevur
verið stór, og vitan finst á
hvørjum internethorni og
undir
hvørjum
talgiltum
steini.
– Lærararnir hava stóran
leiklut í samfelagnum, tí av
bjóðingin er meira enn áður
at fáa øll við. Fyrr var nógv
ófaklært arbeiði, og tey, sum
ikki tímdu ella megnaðu
skúlan so væl, kundu fara
frá fólkaskúla og beinleiðis
til arbeiðis. Soleiðis er í
minni mun nú. Krøvini til
útbúgving eru nógv økt, og
møguleikarnir sum ófaklærd
eru avmarkaðir.
– Hetta ger, at tað er
alneyðugt at fáa øll í fólka
skúlanum við, og tað vita
lærararnir eisini. Teir mugu
tí taka enn størri ábyrgd á
seg fyri at røkka næmingum,
sum hava fakligar, sosi-
alar ella aðrar avbjóðingar.
Skúlin má vera meira enn
eitt stað, har summir næm
ingar bara kenna seg noydd
ar at møta upp og ikki fáa
nakað burturúr. Nú ræður
um at fáa so nógvar næm
ingar sum gjørligt – helst
allar – ígjøgnum eina góða
skúlagongd, har teir fáa
neyðugar førleikar og áræði
til at útbúgva seg ella menna
seg víðari, sigur Herálvur
Jacobsen.
– Eg veit, at nógvar sól
skinssøgur eru um næm
ingar, sum ikki tímdu í skúl
anum, summir blivu at kalla
blakaðir út, men sum komu
væl fyri seinni í lívinum og
funnu sína hill. Hesir næm
ingar høvdu sosialar og aðrar
førleikar sum gjørdu, at teir
kundu fóta sær, hóast teir
ikki fingu so nógv burtur
úr fólkaskúlanum. Í dag eru
møguleikarnir ikki heilt teir
somu hjá hesum næmingum,
og
tí
hava
lærarar
og
fólkaskúlin størri týdning
enn nakrantíð áður.
– Tað er ikki vist, at allir
næmingar skulu skúlavegin
eftir fólkaskúlan, men teir
fáa
brúk
fyri
ymiskum
førleikum, tá ið teir skulu
víðari. Vit hava fyri kortum
fingið eina Michelin-stjørnu,
sum setur Føroyar á heims
kortið, og tað vísur, at tað
eru aðrir møguleikar enn
tann
siðbundna
útbúgv
ingarleiðin. Tað sama er við
eitt nú tónleiki og list. Tú
ert ikki fortaptur, fyri tað
um ikki fert skúlavegin, men
neyðugt er við grundleggj
andi førleikum, sum millum
annað
fólkaskúlin
kann
verða við til at menna, sigur
Herálvur Jacobsen.
Má uppbyggja
autoritet
Uppfatanin av lærarum og
natúrligi autoriteturin hjá
honum eru nógv broytt
seinnu árini, og tað er við til
at seta nýggj krøv til lærarar.
–
Fyrr
hevði
lærarin
autoritet av sær sjálvum,
men tað er ikki ein sjálvfylgja
í dag. Hetta ger, at lærarin má
uppbyggja sær sítt trúvirði
og sín autoritet í skúlanum.
Lærarin skal legitimera seg
og kunnu argumentera og
greiða frá, hví næmingarnir
skulu læra hetta og hatta.
Næmingarnir eru kritiskir,
og tað er gott, og tí skal
lærarin verða brynjaður at
møta hesum. Lærarin fær
einki forerandi longur, bara
tí hann er lærari, sigur Her
álvur Jacobsen.
Hann vísir á, at lærarin
er ikki í nakrari serstøðu í so
máta í samfelagnum.
– Nógv fakfólk uppliva
tað sama. Viðhvørt mugu
læknar til dømis stríðast
fyri sínum autoriteti, tí fólk
googla og leita halda seg
vita meira um symptomir og
sjúkur og heilivág. Soleiðis er
samfelagið blivið.
– Hetta er sera krevjandi
fyri lærararnar – ikki minst
teir nýggju, sum koma út
í skúlan at arbeiða. Onkrir
lærarar hava trupulleikar at
fóta sær, men tíbetur eru tað
fá sum gevast í starvinum av
teirri orsøk.
– Tað er trupult at gera
nakað við hetta, og vit fáa
illa broytt gongdina í sam
felagnum, men tað er ein
bati, at lærararnir nú hava
fingið eina akkersskipan,
har allir nýggir lærarar hava
ein royndan lærara at ráð
geva og vegleiða sær. Sum
lærari kanst tú kenna teg
sum eina fiasko at byrja
við, men menna teg til ein
góðan lærara, og tí er tað
týdningarmikið at hava ein
royndan lærara at sparra við
og fáa vegleiðing frá, heldur
Herálvur Jacobsen.
Tøknin bjóðar av
Tøknilig nýbrot gjøgnum
súrga gerandisdegnum hjá
fólki í framkomna partinum
av heiminum, og hetta merk
ist eisini í skúlanum.
– Einaferð í tíðini var lær
arin einasti vitanarberin, men
tað er fullkomiliga broytt.
Nú fáa fólk vitan allastaðni
frá, og tað er ein avbjóðing –
eisini fyri skúlan. Skúlin skal
sjálvandi brúka nýggju tøkni
ligu møguleikarnar, men tað
krevst eisini, at tað verður
sett inn í rætta undirvís
ingarsamanhangin. Onkuntíð
ljóðar tað, sum at tess meira
tøkni er, tess betri er tað, men
so einfalt er tað ikki. Tøknin
skal brúkast á rætta hátt, og
tað er ikki altíð so einfalt,
sigur Herálvur Jacobsen.
– Teldur, teldlar og far
telefonir eru eisini heimsins
bestu spælimaskinur, og tær
kunnu taka uppmerksemi
frá næmingunum og føra teir
inn í eina heilt aðra verð. Tað
kann órógva skúlagongdina
og er ein avbjóðing.
Tøknin er hent hjá lærar
um, men tað gongur ikki altíð
sum eftir ánni við henni.
– Saman við tøkni koma
eisini tøkniligir trupulleikar,
tíverri. Mær nýtist ikki at
nevna
Landsroyndirnar
sum dømi, men tað er øgiliga
frustererandi fyri bæði lær
arar og næmingar, tá ið
tøknin ikki riggar sum hon
skal. Tað er eisini ein av
bjóðing fyri lærarar og skúla.
– Tøknin skal gagnnýtast í
undirvísingini, men vit skulu
bara vita, at samstundis sum
møguleikarnir eru sera góðir
og nógvir, eru eisini stórir
vansar við tøknini, sigur Her
álvur Jacobsen.
Taka skúlan aftur
Formaðurin í Lærarafelag
num
heldur,
at
lærarar
skulu trúgva upp á sítt fak
og standa betur ímóti trýsti
uttanífrá.
– Lærarar mugu yvirtaka
skúlan aftur. Teir mugu vísa,
at hetta er okkara øki og
okkara fak. Sjálvandi skulu
gransking og kanningar ger
ast, men tað, sum ikki hevur
jørðildi í skúlanum, er til lítla
nyttu, og alt kann ikki verða
grundað á ordrar, sum koma
uttanífrá.
– Lærarar mugu trúgva
upp á sítt fak, sína útbúgving
og sínar royndir. Lærarin
veit best, hvussu arbeiðið
í skúlanum skal útinnast.
Politikarar
kunnu
skapa
karmar, men tað hjálpir
ógvuliga lítið, um politikarar
og myndugleikar fara at
stýra skúlanum, sigur Her
álvur Jacobsen.
Hann er ikki ovurfegin
um kanningar og royndir,
sum eru afturvendandi í
fólkaskúlanum.
– PISA-kanningin leggur
upp til at samanbera lond, tí
mann trýr at kapping kann
skapa framgongd. Eg ivist
bara í, hvør meiningin er
við kanningunum, og hvørja
nyttu tær gera. Man spyr,
hvussu
nógva
útbúgving
vit fáa fyri hvørja krónu,
men vit gloyma at spyrja,
hvat tað er fyri skúla, vit
vilja hava. Spurningurin er,
um tað er eitt politiskt átak
fyri at vísa, at mann fylgir
við í fólkaskúlanum, ella um
tað er fyri næmingarnar. Eg
dugi ikki at síggja tað stóra
gagnið í PISA-kanningunum,
og veit heldur ikki, um tað
er neyðugt við landsroyn-
dum. Lærararnir eftirmeta
undirvísingina og gongdina
hjá næmingunum, og tað
kunnu teir gera uttan lands
royndir.
– Eftirlit og kapping eru
ikki vanlig pedagogisk hugs
an. Lærarin hevur til upp
gávu at uppala næmingar til
sjálvstøðugar og myndugar
persónar, men samstundis
kennir lærarin seg undir
eftirliti av myndugleikum.
– Frameftir má lærarin
í størri mun standa fyri
menningini.
Skúlin
má
byggja á fakligu førleik
arnar hjá lærarunum, og
vit mugu halda okkum til
endamálsorðingina í fólka
skúlalógini um at skapa
sjálvstøðug
og
myndug
menniskju. Halda vit okkum
ikki til tað, so haldi eg, at
politikararnir skulu broyta
endamálsorðingina.
– Lærarar mugu ikki
verða bangnir fyri at taka
stýringina og ganga á odda
at skapa skúlan. Vit mugu
eisini verða betur til at
standa ímóti trýsti uttanífrá,
og hetta er eisini nakað,
sum Lærarafelagið má gera
betur. Vit hava ikki verið
nóg avgjørd í fleiri førum,
men tað skulu vit blíva
betur til. Vit skulu halda
fastari um okkara egnu pro
fessionalismu. Vit eru fak
fólk, og lærarin veit best,
hvat riggar í fólkaskúlanum,
og hvussu uppgávan skal
loysast., sigur Herálvur Ja
cobsen, sum nú skal undir
sítt fjórða skeið sum for
maður í Lærarafelagnum.
eydun@sosialurin.fo
UM HERÁLV JACOBSEN
Herálvur Jacobsen er seksti ára gamal sørvingur. Hann tók miðskeiðis í
sjeytiárunum útbúgving á Læraraskúlanum í Havn og fór síðani í starv
sum lærari. Undantikið eitt ár, tá ið hann starvaðist í Havn, var hann
lærari í Sørvágs skúla, til hann í september í 2010 varð valdur til
formann í Lærarafelagnum. Síðani tá hevur Herálvur Jacobsen, sum
býr í Sørvági og ferðast millum bústaðin og arbeiðsplássið í Havn,
røkt fulltíðarstarvið sum formaður í Lærarafelagnum. Á komandi
aðalfundi, sum verður leygardagin, verður Herálvur aftur-valdur
uttan mótvalevni til eitt nýtt tveyáraskeið sum formaður.
– Fyrr hevði lærarin autoritet av sær sjálvum,
men tað er ikki ein sjálvfylgja í dag. Hetta ger,
at lærarin má uppbyggja sær sítt trúvirði og sín
autoritet í skúlanum. Lærarin fær einki forerandi
longur, bara tí hann er lærari, sigur Herálvur
Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum
Mynd: Álvur Haraldsen