Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen – Tað gleðir meg, at tað nú sær út til, at málið um setan av leiðara fyri Økis­tæn­ast­ una í Sandoynni er liðugt. Nógvur ágangur hevur verið um hetta mál, sum eftir mín­ um tykki hevur verið lýst ógvuliga einsíðugt. Brandur Sandoy, for­mað­ ur fyri Økistænstuna, sigur, at soleiðis, sum hann hevur upplivað hetta mál, hevur for­kvinnan hjá sjúkra­røkt­ ar­frøðingum, Óluvá í Gong, fingið 90 prosent av talu­ tíðini í miðlunum í hesum máli. – Eftir mínum tykki er tað ræðandi, at einki fyri­lit er tikið fyri teimum menn­ iskjum, sum onkursvegna eru partur av málinum - ella teirri tænastu, sum Økis­ tæn­astan hevur skyldu at veita. Brandur Sandoy vísir á, at spurnartekin altíð kann setast við avgerðir, ið tiknar verða av einum mynd­ug­ leika. – Men, tá forkvinnan í felagnum hjá sjúkrarøktar­ frøðingum roynir at lýsa Sandoynna sum eitt lógleyst øki, har einki verður tikið til eftirtektar, dugi eg ikki at síggja, at slíkur atburður tænir nøkrum endamáli, utt­an at sáa sundurlyndi og mis­treysti niður í fólkið. Formaðurin sigur, at Økistænastan hin 15. no­ vember í fjør samtykti at halda fast við, at rættur um­ søkjari er settur í leiðara­ starvið, tí royndirnar hava prógvað tað, sum væntað varð av henni, tá avgerð varð tikin um at seta hana í starvið. – Samstundis samtykti Økistænastan at styrkja fyri­sitingarligu manna­ gongd­irnar, tá avgerðir verða tiknar, men hetta hev­ ur eingin tikið upp á tungu, sigur Brandur Sand­oy. Hann leggur dent á, at tey, sum varða av eldra­ tæn­astuni í Føroyum, hava eina stóra ábyrgd á sínum herðum. – Myndugleikar, fakbólk­ ar innan røktina og onnur við hava skyldu til at hava tey eldru í okkara samfelag í fokus - og skulu veita tei- mum eina tænastu sum er nøktandi. Um tíðin og orkan verður brúkt til at stríðast innanhýsis, verður bara ein tapari, og tað eru tey, sum hava tørv á eldrarøktini. Brandur Sandoy sigur, at nú verður hetta mál lagt aftur um bak, samstundis sum framtíðin verður ging­ in á møti við treysti og sam­ starvs­anda. ­ – Tað er ikki í lagi, tá for­kvinnan í felagnum hjá sjúkra­røktar­ frøðin-gum roynir at lýsa Sand­oynna sum eitt lógleyst øki, har einki verður tikið til eftir­tektar, sigur for­maðurin fyri Økis­tænastuni í Sando­ynni Sandoyggin ikki lógleyst øki Gamla træbryggjan í Sørvági, sum var frá 1966, er nú gjørd av nýggjum og er handað Sørvágs kommunu. Tað er byggifelagið Articon, sum hevur gjørt ar-beiðið. Tá verkætlanin varð boðin út, varð mett, at arbeiðið at taka niður og by-ggja upp aftur nýggja træbryggju fór at kosta slakar fýra miljónir krónur. Vilmund Jacobsen Fyrst vóru fleiri línuskip á Flemish Kap, og síðan kvotan har yviri var uppfiskað, hava fleiri føroysk línuskip fiskað í íslendskum sjógvi. Í løtuni eru tvey føroysk ís­fiskalínuskip og fýra frysti­línuskip í íslendskum sjógvi. Av ísfiskalínuskipunum kemur annað møguliga heim at landa seinni í hesi vik­uni, men óvist er, nær frysti­línuskipini koma heim­aftur. Fríggjadagin, tá tey á Fiska­marknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, var bara eitt línuskip til fiskiskap undir Føroyum, men vænt­ andi fóru fleiri út um vikuskiftið. Seinnapartin fríggja­ dag­in loysti Sandshavið og fór undir Føroyar at fiska. Seinastu tíðina hevur Sandshavið annars fiskað í íslendskum sjógvi, har teir hava fingið væl av fiski. – Flestu línuskip undir Føroyum fiska tosk og hýsu, og skipini fáa eisini nakað av longu og brosmu, verður lagt aftrat. Streymurin verður góð­ ur hesa vikuna, og líkt er til, at veðrið verður brúkiligt til útróður onkran av døg­ unum. Teir, sum fiska við línu, fáa eina blanding av toski og hýsu. – Teir, sum fiska við snellu á Norðhavinum, nú várróðurin er, fáa næstan bara tosk, siga tey á Fiska­ marknaði Føroya. Bólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum skipar í kvøld klokkan 19 fyri hugnaløtu í Virkishúsinum Smæran í Klaksvík. Heidi Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur, fer at tosa um møði, og tilta- kið er ókeypis Hans Ingvard valdur í nevnd Tá Maskinmeistara­ felagið hevði aðalfund leygardagin, 18. mars, stóðu Regin Olsen og Jóhan Weihe fyri vali. Regin Olsen varð afturvaldur, og Hans Ingvard Joensen varð valdur í nevndina. Í nevndini í Maskin­ meistarafelagnum sita nú Páll Hansen, formaður, og nevndarlimirnir eru John Højsted, Jóan Petur Patursson, Hans Ingvard Joensen og Regin Olsen. Tiltakslimir í Maskin­ meistara­felagnum eru Jóhan Weihe og Jóhan Mørkøre. vilmund@sosialurin.fo Útlendskur sjógvur roynist Nýggjur nevndarlimur er Hans Ingvard Joensen – Nú verður stríðsmálið um Økistænastuna lagt aftur um bak, samstundis sum vit ganga framtíðini á møti við treysti og samstarvsanda, sigur Brandur Sandoy