Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34 Vilmund Jacobsen – Línuskipini hava baksast leingi á Føroyaleiðini og á fjarleiðum. Einaferð vóru tey oman fyri 70 í tali, men so fækkaðust tey í tali. Fyri 11 árum síðani vóru tey 25, og nú eru tey 15. Brúkta fiskidagatalið er minkað munandi, og síðan 2006 er brúkta dagatalið minkað við 60 prosentum. Tað sigur skrivarin í Fe­ lagnum Línuskip, Kristian Martin Petersen. Hann vísir á, at summi kalla hetta stovnsrøkt, men tað sjálvsagda í hesum er, held­ur hann, at samlaða veið­an hesi árini fylgir neyvt daga­talinum. Tað merkir, at sjálvandi kemur minni av fiski upp á land, tá færri skip brúka færri dagar. – Tað er eisini eitt slag av stovnsrøkt, men myndin er misvísandi, held­ur hann fyri. Síðstu árini er brúkta dagatalið hjá línu­skip­um minkað munandi, tí nógv av okkum hava vunn­ið og funnið nýggjar leiðir, fjar­ leiðir. Men eisini tað verður revsað við aftur­virk­andi kraft í upp­skotinum um nýggja orðið sjófeingi. Skrivarin vísir á, at teir, sum hava gjørt mest burtur úr nýggjum møguleikum at fiska á fjarleiðum, fáa ætl­ andi eitt verri grundarlag við sær inn í 2018, meðan teir, sum bara hava verið á Føroy- aleiðini, fáa “premiu”, tí teirra útrokningargrundarlag inn í 2018 sær betri út við nógvum brúktum døgum og størri veiði undir Føroyum. – Nú halda vit í bólki 3 (línuskipini), at tíðin er komin til handa, at lands­ stýrið og tey fólkavaldu skulu lurta eftir okkum, sum liva beinleiðis í fiski­ vinn­uni. Vit eru ikki ímóti broytingum. Men, tað ber ikki til, at vit skulu lata okk­ um detajlstýra av einum so innviklaðum uppskoti, sum er lagt fram í djúpum álvara, sigur Kristian Martin Petersen, skrivari í Felagnum Línuskip. Føroya Skipara- og Navigatørfelag og lønardeildin hjá fíggjarmála-ráðnum skulu hittast aftur saman við Semingsstovninum mánadagin 27. mars. Langt er millum partarnar um nýggjan sáttmála fyri skipini hjá Strandferðsluni Spældi væl av á Viðareiði Fríggjakvøldið gjørdust fólk órógvaði, tí hildið var, at tveir útlendingar, sum komnir vóru til Viðareiðis við bussi um middagsleitið, møguliga vóru farnir niðan á Vil- lingardalsfjall á Viðoynni. Tá menninir fóru úr bussinum, søgdu teir, at teir ætlaðu sær ein túr niðan á fjallið, og at teir ætlaðu sær aftur til Klaksvíkar á seinasta túri við bussinum. Men, tá bussurin koyrdi av Viðareiði á seinasta túri, vóru eingin menn, og sum kvøldið leið, helt løgreglan, at neyðugt varð at seta leiting í verk. Tað var kalt í veðrinum, og uppi á Villingardalsfjalli lá kavi. Tá eingin visti um menninar at siga, savnaðu teir í Norðoya Bjargingarfelag 10-12 mans, sum skuldu fara at leita, eins og boð eisini vórðu send eftir tyrlu hjá Atlantsflogi. Men, lukkutíð lótu fólk við seg koma, tá tíðindini um útlendingarnar og leitingina bórust, og løgreglan sigur, at nú vendu fleiri fólk sær til teirra. - Tá fólk sóu í miðlunum, at útlendingarnir vóru saknaðir, ringdu fleiri, sum vistu okkurt at siga. Tað var tí til stóra hjálp, at miðlarnir bóru tíðindini, soleiðis at leitingin kundi avblásast so skjótt. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn segði fríggjakvøldið, at onkur ringdi, sum hevði koyrt menninar aftur til Klaksvíkar, og onkur annar ringdi, sum segði seg hava teir búgvandi. - Fyri at tryggja okkum, at talan var um røttu menninar, settu vit okkum í samband við teir, og her vísti alt seg at vera í lagi. Vaktleiðarin segði, at menninir, sum høvdu ætlað sær niðan á Villingardalsfjall, vóru vendir aftur og vóru fyrr aftur í bygdini enn ætlað. - Tíbetur spældi alt væl av, og leitingin kundi avblásast so skjótt, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini. vilmund@sosialur – Teir, sum hava gjørt mest burtur úr nýggjum møguleikum at fiska á fjarleiðum, fáa ætlandi eitt verri grundarlag við sær inn í 2018, sigur skrivarin í Felagnum Línuskip, Kristian Martin Petersen Teir sum royndu nýggjar leiðir verða sektaðir í 2018 - Vit eru ikki ímóti broytingum, men nú halda vit, at landsstýrið og tey fólkavaldu eiga at lurta eftir okkum, sum liva beinleiðis í fiskivinnuni, sigur skrivarin í Felagnum Línuskip Leys størv á Landssjúkrahúsinum Sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðdepilin/ Seingjadeild Umsóknarfreist 27. mars 2017 Deildarljósmóður til Skurðdepilin/Føðideildina Umsóknarfreist 27. mars 2017 Ljósmøður til Skurðdepilin/Føðideildina Umsóknarfreist 28. mars 2017 Starvsfólk til Tænastudepilin/Reingerð Umsóknarfreist 29. mars 2017 Starvsfólk til Heilsukunning og dygd/ Landssjúkrahúsið Umsóknarfreist 29. mars 2017. Heilsustarvsfólk til Psykiatriska depilin/P40 Umsóknarfreist 31. mars 2017 Sjúkrarøktarfrøðingar til frítíðaravloysarastørv á Medisinska deplinum Umsóknarfreist 2. apríl 2017 Sjúkrarøktarfrøðingur til Bráðdepilin/ Kommunulæknavaktina Umsóknarfreist 3. apríl 2017 Yvirlækni í psykiatri til Psykiatriska depilin Umsóknarfreist 15. apríl 2017 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo Glastrevjabáturin Ranvá bað um sleip leygardagin, tá motor­ urin steðgaði einar 12 fjórðingar úr Kallinum. Brimil sleipaði Rannvá á Eiði. Myndina eigur Dávur Joensen