mánadagur 20. mars 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Signa átti heima:
SAVNAÐI MEG
BARA UM
VERKIRNIR
24 ára gamla Signa Kallsoy Joensen og sjeikurin Jenus í Trøðini eiga tvey børn; tvey ára gamla
Ólav og 11 mánaðar gomlu Elisu. Tá Signa skuldi eiga Elisu í apríl mánaði í fjør, tóku tey eina
heldur alternativa avgerð. Ístaðin fyri at koyra á føðideildina í Havn, tá Signa fekk verkir, so
kom ljóðsmóðurin heim til teirra, har gjørt var klárt til at Signa kundi eiga barnið heima
SAMRØÐA
Annika Kunoy Im
Tá Signa Kallsoy Joensen
gekk við soni sínum Ólavi,
hugsaði hon um, hvørki tað
var møguligt at eiga barn
ið heima. Hon greiðir frá, at
av tí at tað var fyrsta barnið,
so kendi hon seg eitt sindur
ótrygga, og hon valdi tí at
eiga á føðideildini á Lands
sjúkrahúsinum, sum flest
allar føroyskar kvinnur.
Var vís í at valið
var rætt
Tá hon síðani varð við barn
aðru ferð, og hon skuldi eiga
dóttrina, hevði hon sett sær
fyri at kanna møguleikan at
eiga barnið heima. Hon hevði
tosað við eina kvinnu, sum
eisini var ljósmóður, og sum
hevði átt øll síni børn heima.
Umframt hetta, so kunnaði
hon sær vitan um evnið.
– Tá eg tosaði við ljós
móðurina, ljóðaði tað so gott
og heimligt sum hon greiddi
frá, og ikki líka roksutt, sum
at skula á sjúkrahúsið at eiga,
sigur Signa Kallsoy Joensen.
Av tí at fyrsti barnsburð
urin hevði gingið væl, so var
hon ongantíð í iva um, hvørki
hetta var rætta valið at taka,
og hon var avgjørd.
– Tey flestu, sum eg tosaði
við hildu tó at tað var púra
ørt, og tey søgdu mær, at tey
ikki vóru við uppá tað – kort
ini stuðlaðu tey mær í enda
ligu avgerðini, sigur hon.
– Tað gekk so gott at eiga
Ólav, og eg næstu ferð ikki
tímdi roksið at skula koyra
til Havnar við verkjum, og
síðani at vera í vanda fyri
at verða send heim aftur av
Landssjúkrahúsinum. Tann
tankin er eitt sindur stress
andi, sigur Signa Kallsoy
Joensen.
Tú tekur ábyrgd
Signa og Jenus vóru ongantíð
bangin fyri, at nakað kundi
ganga galið, og at tey tá ikki
vóru har, sum læknarnir
vóru.
Viðgongutíðin
við
Ólavi hevði gingið so gott, og
hon hevði heldur ongar tru-
pulleikar meðan hon gekk
við næsta barninum.
Hon greiðir frá, at um
tað eru nakrir trupulleikar
undir barnsburðinum, so
verður man send á sjúkrahús
í sjúkrabili við tað sama.
Eisini hevði hon møguleika
til, at fáa ein sjúkrabil at bíða
uttafy-ri ímeðan hon átti, um
so varð at okkurt gjørdist
áfatt. Hetta ynsktu Signa og
Jenus tó ikki.
– Eg ímyndaði mær ikki
støður har tað gekk galið.
Avgerðin um ella nær tað
varð neyðugt at fara til
Havnar varð latin í hendurn
ar á ljóðmóðurini, sigur hon.
– Tað er so skjótt til
Havnar úr Signabø, og um
tørvurin hevði verið har, so
er tað líka skjótt at koyra
til Havnar, sum tað er at
fyrireika eina stovu og fáa
læknar til vega, um okkurt
skuldi setast í gongd, sigur
hon.
Jenus heldur, at einasti
vansin við at eiga heima, er
at ein kann vera í vanda fyri,
at verða sendur á sjúkra
húsið, um okkurt hendir.
Eisini hevur tú meir ábyrgd
av øllum tí, sum skal gerast
rundanum føðingina.
– Tú mást taka meir
ábyrgd fyri, at alt rundan
um føðingina er uppá pláss,
men tað er jú ikki ein vansi í
sjálvum sær at taka ábyrgd,
sigur hann.
Signa og sjeikurin Jen
us hava fyri kortum keypt
húsini hjá ommu Signu í
Signabø. Húsini eru við síð
una teimum hjá mammu
Signu, sum hevur festi. Tað
var í nýggju húsunum, at
parið hevði ætlanir um, at
dóttur teirra Elisa skuldi
koma til verðina.
Ljósmóðurin
stuðlaði valinum
Signa greiðir frá, at tá hon
segði ljóðmóðurini, sum hon
var knýtt at, at hon hevði
ætlanir um at eiga heima, so
var hon við uppá hugskotið
við tað sama. Hon hevði
enntá roynt at eiga heima
sjálv, so hon kom við nógv
um góðum ráðum til for
eldrini.
Hon vitjaði heimið hjá
Signu og Jenus, og har tos
aðu tey saman og løgdu
ætlanir fyri, hvussu føðingin
skuldi fara fram. Seinni
hjálpti ljósmóðurin eisini
Signu at finna føðikarið, sum
hon skuldi eiga í.
– Tað er ikki gjørligt at
eiga børn í vatni á Lands
sjúkrahúsinum, og eg vildi
eiga í vatni. Tað er høvuðs
grundin til at eg valdi at eiga
heima, sigur Signa.
Pápin størri leiklut
Signa hevði keypt føðikarið
frá
eini
aðrari
mammu,
sum var liðug at brúka tað.
Hon og Jenus høvdu gjørt
eitt kamar í húsinum klárt,
og lagt eina madrassu inn í
kamarið eisini. Signa greiðir
frá, at nakrar dagar fyri
termin biður hon Jenus um
Mamma og beiggi Signu kóka vatn og koyra salt í, áðrenn tað fer í føðikarið