mánadagur 20. mars 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
SAMRØÐA
at seta karið upp og gera
klárt fyri at vita, um alt er,
sum tað eigur at vera. Somu
náttina - 8. apríl 2016 - fær
Signa verkir.
– So skjótt verkirnir byrj
aðu, ringdi eg til ljósmóð
urina og boðaði frá. Jenus fór
at koyra vatn í karið og gera
klárt. Síðani ringdi eg aftur,
tá eg helt at nú fór barnið
skjótt at koma. Ljósmóðurin
kom úr Havn við tað sama,
sigur Signa Kallsoy Joensen.
– Upplivingin aðru ferð
var nógv minni stressandi og
eg kendi meg meiri avslapp
aða. Eg skuldi ikki hugsa
um at taka nakað við mær í
bilin og síðani at skula út at
koyra. Eg hugsaði bara um
at koma ígjøgnum verkirnir.
Tá man ikki er stressaður,
so fær man ikki líka ilt, og
kroppurin slappar av, sigur
hon.
Tá Signa gekk við Ólavi,
hevði hon gingið til barna
konu yoga, og har hevði
hon lært teknikkir, so sum
at anda djúpt og rætt, sum
hjálptu henni at vinna á
tí ringastu pínuni. Hesar
teknikkirnar mintist hon
aftur á og brúkti, tá hon lá í
karinum. Hon saknaði ikki,
at fáa láturgass ella annað
pínustillandi, sum er tøkt á
føðideildini.
– Við yoga lærdi at slappa
av í verkjunum, tá teir komu
og tí varð tað ikki líka pínu
fult. Tað heita vatnið virkaði
eisini pínustillandi, sigur
hon.
Eisini
var
ringt
eftir
mammu og beiggja Signu.
Tey komu at hjálpa til við
at kóka vatn og blanda tað
við salti, áðrenn tað varð
koyrt í karið, tí ketilin í
gomlu
húsunum
kláraði
ikki alt arbeiði sjálvur. Tey
stóðu í køkinum og gjørdu
vatnið klárt, meðan Jenus
bar vatnið inn í kamarið og
fylti karið. Umráðandi er at
vatnið í føðikarinum var 37
hitastig alla tíðina, og tað
hevði Jenus ábyrgdina av.
– Jenus spældi ein størri
leiklut í heimaføðingini, enn
hann gjørdi, tá vit vóru á
føðideildini á Landssjúkra
húsinum. Tá eg átti Ólav,
var uppgávan hjá Jenus lítið
meir enn at hyggja at, og
mykja vøddarnar eitt sindur
eftir tørvi, sigur hon.
Vatnið doyvir pínuna
Tá føðikarið var klárt, fór
Signa í karið, og fekk hug
savna seg um verkirnar. Hon
greiðir frá, at tá tú liggur í
vatni, fært tú ikki líka ilt av
verkjunum, tí vatnið doyvir
pínuni náttúrliga, av tí at
tað ikki er líka nógv vekt á
lendunum. Eisini er lættari
at flyta seg í vatni, tá man
hevur verkir, og tað hjálpir
við at fáa barnið niður gjøg
num føðikanalina.
Meðan hon hevur verkir
vaknar Ólavur. Hann er sjúk
ur við febri og spýr. Lukkutíð
er mamma Signu í køkinum
tá og kókar vatn, so hon ans
ar honum ta náttina.
– Tá eg hevði átt varð
Ólavur frískur og steinsovn
aði. Mamma sigur, at hann
hevur átt við mær ta náttina,
flennir Signa.
Tá ljósmóðurin kom heim
til Signu og Jenus, gjørdi
hon alt, sum hon vanliga
ger, tá ein kvinna eigur á
føðideildini. Hon kannaði
hjartaljóðið hjá barninum og
ansaði eftir, at alt var sum
tað átti, greiðir Jenus frá.
Umleið fýra tímar eftir
at Signa fær verkir verður
Elisa fødd, og hetta var ein
behagilig uppliving fyri móð
ur og barn, heldur Signa.
– Munurin á temperatur
inum er ikki líka ógvusligur,
tá barnið verður føtt í heitt
vatn, sum tá tað verður føtt
í kalda luft. Elisa græt ikki
nógv, tá hon varð fødd, og
hevur ikki grátið nógv síðani.
Eg haldi tann róliga føðingin
hevði sína ávirkan, sigur hon.
Vónar tað verður
endurtikið
Signa og Janus hava ongar
ætlanir um at sleppa sær av
við føðikarið. Signa vónar,
at hon fær høvi at brúka tað
aftur tvær ferðir afturat. Ikki
einast vil hon eiga heima
aftur næstu ferð, um tey fáa
eitt barn afturat, men hon
mælir eisini øðrum til at
royna at eiga heima.
– Eg vil viðmæla øðrum
at gera tað sama, um ein er
tryggur við tí. Ofta halda
fólk, at man er tryggari
á sjúkrahúsi, enn man er
heima, men gongur okkurt
galið heima, so hevði tað
eisini gingið galið á sjúkra
húsinum, sigur hon.
Jenus heldur at føði
deildin á Landssjúkrahús
inum skuldi havt eitt føði
kar, soleiðis at mammur
høvdu møguleika at eiga í
vatni, tí vatnið er náttúrliga
pínustillandi, og tær kundu
sloppið frá nógvum pínu
stillandi heilivági.
annika@sosialurin. fo
Signa og Elisa eru júst komnar upp úr karinum, og nalvastrongurin er kliptur
Øll familjan saman, eftir heimaføðingina. Hetta er fyrstu ferð Ólavur heilsar uppá systur sína Elisu