mánadagur 20. mars 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1948:
30 kr í bót
– fyri at vanvirða
føroyska flaggið
og gera seg inn á
Løgtingsins ognir!
»Ikki kann sigast at vera
stór revsing, ein fær fyri at
gera seg inn á og vanvirða al
mennar ognir (landsins).
1. apríl, tá ið Løgtingið
flaggaði, fór ein ungur havn
ardrongur og koyrdi flaggið
niður í hálva stong. Fúta
skrivstovan hevði fatur á
honum, og hann fekk heilar
30 kr í bót!
Eitt blað hevði uppaftur
eina forhánisliga og býttisliga
frásøgn av samrøðuni á fúta
skrivstovuni.
Slíkur óflýggjaligur at
burður er nú vorðin so van
ligur, at fólk kanska geva
honum ikki gætur, og summi
tykjast at hava eina fjákuta
fragd av tí. Tey halda ivaleyst,
at tað er eitt stórbragd, at
gera slíkt. Og hann ið ger tað
ikki minni. Sjálvandi er hann
ein fríheitskempari av tí
rætta slagnum!
Men tann spilla og tann
»uppreistrar-mentalitet«,
ið soleiðis rennur upp, man
einaferð fara at sýna seg,
og tað ikki til gangs fyri tær
»fríu Føroyar«.
Ófriður á Vaglinum
um dansiviðurskifti
SOSIALURIN 1981
Rættilig orrusta var í býnum í Havn, tá fútin í 1981 stongdi dansistaðið
Gaman, sum ikki aktaði boðini um at steingja klokkan 01 sunnunátt
T
að gingu næstan tveir tímar,
frá tí fyrsta fráboðanin um
ófriðin kom á politistøðina
kl 01.25 til tann fyrsti varð handtik
in klokkan 03.18.
Soleiðis skrivaði Sosialurin 7.
februar í 1979. Og blaðið heldur
fram:
»Hetta kom fram undir grund
lógarforhoyrinum sunnudagin. 22
fólk blivu tikin, og av teimum eru
fimm nú skuldsett fyri eldáseting
og herverk.
Ófriðurin byrjaði í miðbýnum
um midnáttina. Rútar og lykta
streyrar blivu knústir og eldur
settur á tríggjar bilar í Kommunu
skúlagarðinum. Tann eini, ein Opel
Kadett 1978 úr Kollafirði, kolaðist
upp. Aftan á hetta fór fólkið nið
an í Gaman, har alt bleiv sorlað
sundur. Haðani gekk leiðin niðan
til Mimir. Har hendi kortini lítil og
eingin skaði, men á vegnum oman
aftur í býin knústu tey fleiri rútar í
Kommunuskúlanum. Eisini heima
hjá
býráðsformanninum,
Poul
Michelsen, á Gundadalsvegi, blivu
rútar knústir og á Burstatanga
varð eldur settur á flamingoplátur.
Brandbumbur, t. e. fløskur við ben
sini, blivu eisini tveittar. M. a. tvær
eftir sløkkiliðsbilinum. Onnur rakti
bilin, hin lendi undir honum.
Longu hóskvøldið fór at ljóða í
býnum, at ófriður skuldi vera. Poli
tiið var fyrireikað, og 15-20 mans
vóru á vakt bæði fríggja- og leyg
arkvøldið.
Eingin bleiv ákærdur í sambandi
við ófriðin í Havn á hvítusunnu
í 1978. Politiið hevði ikki nóg góð
prógv til at byggja ákæru á.
Um ákæra verður reist hesaferð
fæst at vita, tá politiið er liðugt við
kanningarnar. Politiið heitti sunnu
dagin í Útvarpinum á fólk, sum
vita nakað at siga um tilburðirnar
sunnunáttina, um at venda sær til
politiið. Ákærin segði í rættinum
sunnudagin, at longu tá høvdu
fleiri fylgt áheitanini«
Áki Berholdsen er gamal í garði í
Miðlahúsinum, tí hann starvast
her í 22 ár.
Hann hevur verið blaðmaður í
næstan 40 ár. Tey fyrstu nógvu
árini á 14. September, eitt styttri
tíðarskeið á Oyggjatíðindum og
síðani í 1996 hevur hann arbeitt á
Sosialinum í Miðlahúsinum.
Arbeiðsplássið hjá Áka hevur
øll árini verð í Suðuroy, og í tí
sambandi hevur hann gjørt meira
enn aðrir miðlar við at fortelja frá
tí, ið fyriferst í Suðuroy.
Men á eini lítlari blaðstjórn
sum teirri á Sosialinum, slepst
ikki undan, at blaðfólk noyðast at
breiða seg um alskyns evni, og tí
hevur hann eisini ferðast regluliga
á blaðstjórnina í Havn at arbeiða.
Starvsfólk:
Áki Bertholdsen
1979: Ikki droymt um fjórða plássið
Sosialurin skrivar 7. februar í 1979:
»Annika Hoydal gjørdist óvænt
að nummar fýra í donsku Melodi
Grand Prix kappingini leygar
kvøldið. Hon luttók saman við
Jógvan Dahl og Jógvan Telling Jo
ensen.
– Eg hevði ikki roknað við nøkr
um sum helst – og avgjørt ikki at
endað á einum fjóðraplássi, eg havi
ikki skilt tað rættuligt enn, men tað
er frálíkt, segði ein lukkulig Annika
við danskar blaðmenn, eftir at av
gerð var fallin í Melodi Grand Prix.
Í danska blaðnum Aktuelt
stendur: »Hun var konkurrencens
kvalitative overraskelse. Aldan på
en 4. plads var et skulderklap til
den sanglige kvalitet uden klæg
popsubstans. En antydning af, at
populærmusikkens skabere indi
mellem undervurderer sit publik
um.«
– Í grundini er Aldan ein van
ligur førsoykur sangur, sum eg
og beiggi mín hava roynt at lagað
til eitt størri arrangement, sigur
Annika. Tað er ikki mítt snið tað
at syngja poptónleik, og tí royndi
eg ikki at framføra sangin annar
leiðis enn ein vanligan føroyskan
sang. Eg umboðaði land mítt, tað
var tann einasta orsøkin til, at eg
var við, og mær hevur dámt tað
væl, sigur Annika við Aktuelt, eftir
sendingina leygarkvøldið.
Frammanundan
kappingina
segði Annika: Eg framføri bara
sangin, sum eg haldi, hann er skriv
aður. Fyri meg er ikki talan um
eina kapping. Verður sangurin ein
manifestatión frá Føroyum so hev
ur hann eina missión. Vist havi eg
skrivað undir upp á at fara til Jeru
salem, men tað er ikki endamálið.
– Eg droymi ikki um at gerast
popsangarinna. Eg eri sjónleikari.
Tað er frálíkt, um eg kann komb
inera tað
við
at
s y n g j a
føroyskar
sangir. Eg
hevði ikki
farið
at
luttikið í
s l í ku m ,
um eg ikki kundi koma við einum
føroyskum sangi.
Saman við Anniku Hoydal lut
tóku tveir aðrir føroyingar: Jógvan
Dahl og Jógvan Telling Joensen,
sum hava spælt saman við Anniku
á fleiri plátum.
Myndin er tikin á ólavsøku í 1930,
tá Dannebrog varð skorið niður
10
Ein bláur Opel Kadett, árgang 1978, úr Kollafirði kolaðist upp, tá eldur varð settur á hann hesa náttina á Vaglinum í Havn