Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 OYGGJALEIKIR Tann 23. Juni fer føroyski oyggjaleikahópurin úr Føroyum til Gotlands at kappast. Vónirnar til føroyska hópin eru góðar, og útlit eru til nógv heiðursmerkir Terji Nielsen Fyri flestu føroysku ítr­ótt­ ar­fólk, sum hava roynt seg á oyggjaleikunum, eru leik­ ir­nir nakað heilt serligt. Tað verður tí altíð við gleði og spenningi sæð fram til leik­ ir­nar, sum verða hildnir ann­ að­hvørt á­r, og í ár er einki und­an­tak í so máta. Venda aftur eftir 18 ár Hetta er aðru ferð, at leikirnir verða hildnir á Gotlandi. Fyrstu ferð var í 1999, og tá end­aðu Før­oy­ar á einum saml­að­um níggj­unda pláss á heið­urs­merkja­list­an­um fyri lut­tak­andi lond­ini. Úrslitið tá gjørdist sjey gull­heið­urs­merki, 12 silv­ ur­heið­urs­merki og níggju bronsu­heið­urs­merki. Ein av ítróttargreinunum, sum Føroyar stóðu seg væl í tað ár­ið, var bogaskjótingin, har tey bæði Schandorff og Sigr­id Vang fingu tryggj­að Før­oy­um tvey gull­heið­urs­ merk­ir og eitt silv­ur­heið­urs­ merki. Eisini gekst væl í frælsum ítr­ótti hetta árið, har eitt nú Heri Ziska vann eitt gull- og eitt bronsuheiðursmerki, með­an Sunn­iva Bjarna­stein vann bæði eitt silvur- og eitt bronsu­heið­urs­merki. Drúgv fyrireiking Tað er umsitingin hjá ÍSF, sum tekur sær av tí mesta av teim­um prakt­isku fyri­reik­ ing­un­um fram móti Oyggja­ leik­un­um á Got­landi. Jarvin F. Han­sen á skrivstovuni hjá ÍSF hevur ábyrgdina av hes­ um, og hann greiðir frá, at tað liggur eitt stórt fyri­reik­ ing­ar­arb­eiði aftan fyri eina slíka luttøku. – Fyrireikingarnar byrja longu á leik­un­um, sum eru tvey ár framm­an­undan. Tá leggja vit okk­um til dømis á gist­ing­ar­hús til okk­ara fólk, og vit skulu eisini melda til ymsu ítr­ótt­ar­grein­ar­nar longu tvey ár undan leik­un­ um, greiðir hann frá. Hann sigur, at serliga tað síðsta hálva árið fram móti leik­un­um fylla fyri­reik­ing­ ar­nar nógv á skrivstovuni hjá ÍSF. – Okkara uppgáva er mest av prakt­iskum slag, so sum at bí­leggja flogfør, innivist og ann­að. Og so standa vit sjálv­andi eisini fyri sjálvari til­meld­ing­ini, sigur Jarvin F. Han­sen. Stóra uppgávan beint nú er at fáa hóparnar endaliga uppá pláss, tí seinasta freist at melda hóparnar til er 24. apríl. Nógvir áskoðarar fara eisini Tá ið leikirnir vóru á Got­ landi fyri 18 árum síðani, lótu lut­tak­ar­ar­nir sera væl at um­ støð­un­um, og áskoðararnir, sum vóru við, vóru rættiliga hug­tikn­ir av vitjanini. Samstundis er Gotland eitt stað, sum man ikki uttan víð­ari leitar sær til, og tí er tað kanska ikki so óvæntað, at áhugin aftur í ár er stórur fyri at sleppa við at stuðla før­oysku ítróttarfólkunum. – Vit hava leigað tvey flog­ før hjá Atlantsflog at flúgva okk­um til Gotlands tann 24. juni og heimaftur eina viku seinni. Føroyski hópurin tel­ur við leiðarum og øllum 176 fólk, og Atlantsflog selur síð­ani rest­plássini, sum eru í flog­før­un­um, til áhugaðar áskoð­ar­ar, og har er stórur áhugi fyri at sleppa við, sigur Jarvin F. Hansen. Málið er topp 3 Sum áðurnevnt gjørdust Før­oy­ar nummar 9, tá ið leik­ir­nar vóru í Gotlandi í 1999, og á leik­un­um á Jersey í 2015 var saml­aða úrslitið eitt fjórða­pláss við 18 gull, 18 silv­ur og 24 bronsu. Men hjá Ítr­ótt­ar­sambandi Føroya trúgva tey uppá eitt enn betri úrslit í ár. – Nú koma vit sjálvandi at mangla kvinnuflogbóltin í ár, har vit vanliga altíð vinna heið­urs­merki, men eg haldi tó, at vit kunnu seta eitt mál, sum er, at vit skulu enda í topp 3. Vit vinna van­ liga nógv heið­urs­merki í fim­ leiki, svimj­ing og skjót­ing, og hes­ar ítr­ótt­ar­grein­ar eru all­ ar við í ár, og eg vænti eis­ini, at vit koma at standa okk­um væl í frælsum ítrótti, og tí trúgva vit uppá eitt gott úr­ slit í ár, sigur Jarvin F. Han­ sen.’ Lutfalsliga væl fyri í Føroyum Tað kostar nógv at ferð­ast við 176 fólkum úr Før­oy­ um til Got­lands, og tí er tað sjálv­sagt eis­ini ein fíggj­ar­lig av­bjóð­ing hjá Ítr­ótt­ar­sam­ band­inum at senda ein so stór­an hóp av­stað. – Hjá ÍSF er tað kanska ikki so stórur biti. Ser­sam­ bond­ini fíggja sín part sjálvi, og so fáa vit eisini muna­ góðan stuðul frá Menta­mála­ ráðnum, og tann stuð­ul­in plaga vit at býta til ser­sam­ bond­ini í mun til tal av íðk­ SKULU VERA VIÐ Í ODDINUM 100 dagar til Oyggjaleikirnar á Gotlandi