Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Føroyska U21 landsliðið skal í minsta lagi spæla sjey dyst­ir upp á 12 dagar til HM enda­ spælið í Algeria. Laga úr­slit­ ini seg, so er møguleiki fyri upp til tveimum dystum aft­ ur­at. Tí verður neyðugt við nógv­ari orku. Tað krevur nógv av okk­ ara spælarum, at spæla so nógv­ar dystir. Vit skulu venja fy­sikk, fysikk og fysikk, sigur Sonni Larsen. Hann arbeiðir dagligt sam­an við Hera Ziska í H71, har hann eisini er kropsligur venj­ari. Umframt at før­ oysku spælararnir skulu orka væl, so skulu teir eisini arb­eiða styrkini. Vit koma at spæla móti spæl­ar­um, sum gjarna eru størri og sterkari enn vit. Tað sóu vit millum annað í und­an­kappingini,­ tá Føroyar spældi móti eitt nú Sveis. Tí verð­ur styrkivenjing eisini ein týdningarmikil partur at betra hjá okkum, sigur Sonni Lar­sen. Vónin er, at fáa feløgini og lands­liðini at arbeiða saman, so spælararnir venja meiri mið­víst alt árið. trondur@sosialurin.fo Her er uppgávan hjá Hera Ziska Venjaratoymið hjá U21 lands­liðnum fær ráð­gev­ing frá fyrrverandi Cham­pions League vinnara í kvinnu­ hond­bólti. Talan er um 35 ára gomlu Chris­tinu Krogs­hede, sum mill­um ann­að hevði sína stóru tíð sum spæl­ari á dreyma­liðnum hjá Slagel­ se. Hon hev­ur eis­ini drúgv­ ar roynd­ir frá bæði EM og HM enda­spøl­um við danska hond­bólts­lands­liðnum. – Tað sum er áhugavert við henni er, at hon hevur drúgv­ar royndir frá enda­ spøl­um. Tí sær hon ting, sum vit møguliga ikki síggja. Eg eri sannførdur um, at hon kann ger mun. Hon var eisini spæla­skipari og ein klókur hond­bólts­spæl­ari, sigur Sonni Lar­sen. U21 landsliðsvenjarin nevn­ir mill­um ann­að, at tað er týdn­ing­ar­mik­ið at kunna avlesa hóp­in og skilja nær teir skulu venja, nær teir skulu hvíla og nær teir skulu hugsa um annað enn hond­ bólt. Hon kemur saman við Inga Olsen, sum er hjálp­ar­ venj­ari, at hyggja eftir mót­ støðu­lið­un­um, ið Føroyar skulu spæla móti. Tey koma at taka sær av øðrum hvørj­ um dysti. Vit hava bevíst raðfest, at Christina og Ingi taka annanhvønn dyst. So­ statt verða tað allatíð frísk eygu, sum síggja kom­andi mótstøðulið. Aftur her ynskja vit at lyfta yv­ir­leggj­ ar­an, sigur Sonni Lar­sen, ið hevur fingið hug­skot­ið frá fyrrverandi týska lands­liðs­ venj­ar­an­um, ís­lend­ing­in­um Dag­uri Sig­urðs­son. Christina Krogshede er fysioterapeutur, so hon kem­ur eisini at hjálpa til við tí partinum. Hon kemur eitt vikuskiftið til Føroya at verða við, og annars verður hon partur av ferðalagnum, sum fer til Algeria miðskieðis í juli. trondur@sosialurin.fo Christina Krogshede: Kvinnan sum skal ráðgeva U21 landsliðnum FTZ-DEILDIN StÍF – Kyndil 30-30 (16-19) StÍF: Sveinur Justinussen 12, Allan Norðberg 5, Kjartan Johansen 4, Pætur Johansen 4, Borgar Persson 3, Fríði Djurhuus 1, Pætur Joensen 1 Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 10, David Edvardsen 5, Rógvi D. Christiansen 4, Høgni Klein Olsen 3, Jósef Abrahamsen 2, Hørður F. Sigtórsson 2, Bjarni Sørensen 2, Tummas Pauli Hanusarson 1, Hans Áki D. Christiansen 1 H71-Neistin 30-31 (14-13) H71: Pætur Thomsen 6, Hilmar Leon Jacobsen 5, Peter Krogh 5, Dánjal Tórgarð 4, Sigmundur Dahl 2, Jónas G. Djurhuus 2, Ári E. Dam 2, Rúni V. Højgaard 1, Sigmundur Nolsø 1, Andór Sivertsen 1, Niklas Hanusarson 1, Neistin: Rói Berg Hansen 9, Teis Horn Rasmussen 8, Pætur Mikkjalsson 4, Frank Askildsen 4, Torstein Balle 3, Torkil Mørk Hentze 2, Rune Olsen 1 VÍF – KÍF 27-24 (10-8) VÍF: Filip Jojic 10, Áki Egilsnes 5, Julian Olsen 3, Sjúrður Olsen 2, Agnar Joensen 2, Rúni Joensen 2, Hanus Christophersen 1, Bjarti Hansen 1, Rói Lamhauge 1 KÍF: Andrias Nielsen 8, Rógvi Weyhe 3, Rúni Joensen 3, Hans Eli Sigurdbjørnsson 2,Frederik Sørensen 2, Teitur Joensen 2, Fríði Weyhe 2, Tony Weyhe 1, Ási Dam 1 Stigatalvan: NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 20 549 458 91 29 2 VÍF 19 584 484 100 26 3 KÍF 20 513 479 34 25 4 Kyndil 20 524 494 30 24 5 Neistin 19 481 501 -20 19 6 StÍF 20 542 562 -20 14 7 Team Klaksvík 20 421 636 -215 1 RAKK AKKURÁT IKKI HJÁ U19 U19 landsliðið hjá gentum bleiv akku­rát ov stutt til at koma víðari til EM- enda­spæl­ið. Eftir ein knús­andi sig­ur á Moldova, so fekk okk­ara oyrini í mask­in­una hjá Ungarn, ið telist mill­um bestu hond­ bólts­tjóð­ir­nar í heim­in­um í hesum ald­urs­bólk­in­um. Tí var lagt upp til alt av­ger­andi dyst í Make­ donia móti vertunum, sum somu­leið­is høvdu vunn­ið á Mol­dova og tapt fyri Ungarn. Tað endaði við, at før­ oyska liðið tapti 23-19, eftir at hava verið á odda eitt skifti í fyrra hálvleiki. Í hálv­leik­inum var 15-10 til heimaliðið, ið hevði nógvar áskoðarar til dyst­in. Tað tóktist merkja av­rik­ið hjá dómarunum, verður sagt úr føroysku leguni. Úrslit: Fríggjadagin: Føroyar - Moldova 33-15 Ungarn - Makedonia 33-18 Leygardagin: Ungarn - Føroyar 41-16 Maked. - Moldova 44-25 Sunnudagin: Moldova - Ungarn 20-65 Makedonia - Føroyar 23-19 Bólkur 1: 1. Ungarn 6 stig 2. Makedonia 4 stig 3. Føroyar 2 stig 4. Moldova 0 stig VÍF HEVUR BESTU KORTINI Tað er stórur spenningur í FM stríðnum í manshondbólti. Øll toppliðini vóru í dysti sunnudagin og vestmenningar standa eftir við bestu hondini – um tú roknar hoyvíkingar fyri at hava klárað frísak Tróndur Arge H71 tapti annan dyst­ in upp í slag í gjár, og tryggj­aða FM fin­alu­ pláss­ið er brádliga ikki heilt tryggjað enn. Hoy­ vík­ing­ar taptu óvæntað 31-30 á heima­vølli móti Neist­anum, sum einki hev­ur at spæla fyri. Tað skal nógv ganga gal­ið, um H71 ikki skal klár­að í fin­al­una, men hoy­vík­ ing­ar hava mill­um ann­að dyst móti Kyndli, ið bara kann brúka eina sigur, um­framt dyst móti vest­ menn­ing­um, sum liggja á øðr­um plássi. Ingi Olsen og hansara menn greiddu sína skyldu við at vinna á KÍF. Vest­ menn­ing­ar hava nú mun­ in á øðrum plássi og ein dyst í hondini. Tað liggur alt í hondunum á vest­ menn­ingum sjálvum nú. Kyndil hevur víst tenn í sein­ast­uni, men tveir javn­leik­ir móti ávikavist VÍF og nú StÍF gera, at teir grønu úr havn renna nak­að aftaná. Chris­tina Krogs­hede, fyrrverandi Cham­pions League vinnari í kvinnu­hond­bólti