mánadagur 20. mars 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat hugsaði tú, tá ið Tórður
bleiv skaddur?
– Eg hugsaði, at nú mátti eg taka
meg saman. Nú skuldi eg vera
klárur.
Hvat segði Jákup á Borg við teg,
áðrenn tú fór á vøllin?
– Hann segði bara, at eg skuldi
taka tað róligt og spæla mítt spæl,
og vísa tað, sum eg havi víst til
venjing. Fyrst og fremst at taka
tað róligt.
Er tað stórur munur á at spæla
Effodyst í mun til eitt nú 1. Deild?
– Stórur munur. Nógv skjótari
spæl, og alt gongur bara skjótari
fyri seg.
Ætlar tú at Tórður skal fáa
plássið aftur?
– Nú eri eg bara 17 ár, og nú havi eg
spælt mín fyrsta dyst. Fari at gera
mítt besta til venjing.
Hvør er tín fyrimynd sum
málverji?
– Tað hevur altíð verið Peter
Schmeichel. Nú er tað so eisini
sonurin, Kasper Schmeichel.
Vikan ið fór
Lars Olsen úttekur hópin til HM-
undankappingardystin móti Andorra
komandi leygardag. Nýggjur maður í
hópinum er Jóannes Bjartalíð úr KÍ.
U21-landsliðsleikarin Teit Jacobsen,
sum í vetur skifti úr HB til danska
felagið Sønderjyske, verður á fyrsta
sinni tikin út til Superliga-hópin hjá
Sønderjyske til steypadystin móti
Ran-ders. Teit kemur tó ikki á vøllin í
dystinum, sum Sønderjyske tapir 1-0.
Elsta talvfelagið í landinum,
Havnar Telvingarfelag, hevur
aðalfund, og nýggja leiðsla
tekur við í felagnum. Nýggjur
formaður í Havnar Telvingarfelag
er Jóannes Vitalis Hansen.
Føroyski súkklarin Torkil Veyhe,
sum nú súkklar fyri danska felagið
Team WeBike – CK Aarhus, verður
úttikin til at súkkla í stóru kappingini
Tour de Normandie í Fraklandi.
ÍSF fer nú at leggja eina almenna
umsókn um at sleppa at hýsa
Oyggjaleikunum í 2023. Tað
sigur forsetin í Ítróttarsambandi
Føroya, Elin H. Joensen, og leggur
afturat, at Føroyar helst skulu
kappast við Orkneyoyggjar um
at hýsa leikunum í 2023.
Havnar Telvingarfelag megnar
akkurát at tryggja sær
føroyameistaraheitið, tá ið teir
dystast við Sandavágs Talvfelag.
Havnin skal brúka eitt stig, og
tað gera teir akkurát, tí teir tapa
1-3 fyri sandavágsmonnum.
Eyðvør Klakstein leggur upp til
bæði málini hjá Mislata CF, sum
spælir 2-2 móti Murcia í næstbestu
sponsku fótbóltsdeildini.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Rói Mørk Hentze
Aldur: 17 ár
Starv: Lærlingur
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Føroyska U19-kvinnulandsliðið í hondbólti hevur
júst verið til EM-undankapping. Hvussu eita
venjararnir hjá føroyska liðnum?
2 Hvar var EM-undankapping spæld?
3 Føroyar vunnu fyrsta dystin, sum bleiv spældur
fríggjadagin, heili 33-17. Hvat var mótstøðuliðið?
4 Premier League felagið Middlesborough hevur
júst sagt venjara sínum úr starvi. Hvussu kallast
venjarin?
5 Ein dani er í hópinum hjá Middlesborough. Hvør er
hann?
6 Ein leikari hjá KÍ fær leikbann í 3 dystir fyri eina
útvísing í fyrsta umfari í Effodeil-dini. Hvør er
leikarin?
7 Nýggi U21-landsliðsvenjarin hjá monnum í fótbólti
tekur út sín fyrsta hóp. Hvør er venjarin?
8 Venjarin hjá TB/FCS/Royn ilskast um mongu gulu
kortini í fyrsta leikumfari í Ef-fodeildini. Hvussu
eitur venjarin?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Harald Bjørgvin og
Bárður Johannesen
2. Makedonia
3. Moldova
4. Aitor Karanka
5. Viktor Fischer
6. Jákup B. Andreasen
7. Eli Hentze
8. Maurice Ross
ÍTRÓTTARMYNDIN
FM fyri ung í borðtennis var í Trongisvági leygardagin, og har gjørdi 11 ára gamli Rói Hjaltason úr Tór í Havn
ikki mætari enn at vinna fýra deildir. Hann vann piltar, smádreingir, dreingir og unglingar