mánadagur 20. mars 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Heri sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
“Hans Jørgen er samansettur
av gaffatape og fananskapi”.
Nakað soleiðis stóð í tekst
boðunum, sigur Hans Jørgen
Djurhuus. Hann fekk boðini
upplisin stutt fyri dystar
byrjan og tað sett bara meiri
eld í annars ágrýtna mið
vallaran.
– Eg hoyrdi tað beint áðr
enn dystin og tað gjørdi meg
meiri meiri uppsettan. Hatta
var býtt av teimum og tað
fekk venjarin hjá teimum eis
ini at vita aftaná dystin, sigur
Hans Jørgen Djurhuus í dag.
Hann leggur afturat, at
hann ikki vil siga hvat stóð
um aðrar spælarar, men
sigur at boðini fingu Vík
ingarnar til at kýta seg enn
meiri. Víkingur vann dystin
1-0.
Ov gamlir?
Nógv hevur verið tosað
um gomlu spælararnar hjá
Víkingi. Tað passar partvís,
men felagið er eisini í holt
við at spæla yngri spælarar
inn. Óttin fyri at tapa er
størri nú.
– Vit eru gamlir, men ikki
for gamlir. Vit blíva meiri
uppsettur og meiri bangir
fyri at tapa, tí um vit tapa, so
passar tað sum øll siga. Men
í veruleikanum eru vit bara
tríggir, ið kunnu roknast sum
gamlir spælarar. Tað eru eg,
Fróði Benjaminsen og Sorin
Anghel. Atli Gregersen ikki
gamal, sigur Hans Jørgen
Djurhuus.
Víkingur er eisini í holt
við at spæla yngri spælarar
inn heldur miðvallarin fyri.
–
Gunnar
Vatnhamar
spælir allan dystin, meðan
Elias
Rasmussen
spælir
væl í málinum. Tveir ungir
mans koma eisini inn, sigur
verjukendi miðvallarin.
Hann kennir ikki á sær,
at tað er størri trýst at spæla
sum FM vinnari.
– Eg kenni tað ikki sum
tað er størri trýst á okkum.
Vit hugsa ikki soleiðis. Vit
hugsa meiri um at spæla ein
dyst á gangin og tað hevur
riggað væl higartil, sigur
Hans Jørgen Djurhuus, ið
er væl nøgdur við úrtøkuna
higartil, ið er fýra stig.
trondur@sosialurin.fo
Sannleikans tími er komin fyri føroyskan
landsliðsfótbólt. Fyri fyrstu ferð - helst nakrantíð
- eru vit favorittur hjá veddingarfyritøkunum
at vinna ein undankappingardyst á útivølli.
Tað hava vit so ikki verið síðani útidystin í EM-
undankappingini í 1995, tá vit spældu ímóti San
Marino í Saravelle, og takkað verið einum væl
uppløgdum Toda Jónsson vunnu vit tá 3-1. Andorra
er ikki at kimsa at á heimavølli. Í tveimum teimum
fyrstu dystunum í hesari HM-undankappingini
hava teir givið Lettlandi og Sveis ein skarpan
gang, og serliga ímóti Sveis vóru teir væl við, tá
teir taptu bert 1-2. Ímóti Lettlandi tapti teir 0-1
uppá eitt verjumistak. Herfyri vann Andorra 2-0
á San Marino, og eingin ivi er um, at í Andorra
síggja tey møguleikan at vinna eitt ella trý
kærkomin stig ímóti Føroyum. Føroysk fótbóltslið
hava ongantíð vunnið á einum andorianskum
fótbóltsliði uttanfyri Føroyar. 9. juli í 2013 vann EB/
Streymur á Tórsvølli 5-1 á Lusitanos í Champions
League undankappingini, men dysturin niðri
í Andorra endaði við javnleiki 2-2. 11. August í
2010 vann føroyska U21 landsliðið í einum EM-
undankappingardysti 3-1 á Andorra á ovara vølli
í Gundadali í Havn, men føroyska liðið megnaði
ikki at vinna dystin, sum var spældur í Andorra
21. november í 2009. Tann dysturin endaði við
javnleiki 1-1. 17. november í 2015 megnaði føroyska
U19 landsliðið á uttanveltaðum vølli ikki at vinna
á Andorra í einum EM-undankappingardysti.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1. 3. februar í 1999
endaði higartil einasti A-landsdysturin millum
Føroyar og Andorra, sum var spældur í San
Fernando í Spania við javnleiki 0-0. 25. september í
2010 megnaði føroyska U17 landsliðið heldur ikka at
vinna á Andorra í einum EM-undankappingardysti
á uttanveltaðum vølli. Tann dysturin endaði við
javnleiki 0-0. So enn hava vit ikki vunnið á einum
liði úr Andorra uttanfyri Føroyar. So føroyska liðið,
sum møtir Andorra í Andorra La Velle, leygardagin
26. mars klokkan 17 føroyska tíð má geva seg 100
prosent, um teir skulu knógva heimaliðnum. Eingin
ivi um tað.
Andorianska landsliðið hevur spælarar, sum spæla
í heimligu liguni, og spælarar í sponsku fjórðu
deild, og spælarar í sponsku fimtu deild. Og so hava
teir eisini Marc Vales, sum spælir í bestu finsku
fótbóltsdeildini. Men Føroyar hava tvey ess í ermuni.
Vit hava tveir spælarar, sum spæla á væl hægri
støði enn nakar av spælarunum á andorianska
landsliðnum. Jóan Símun Edmundsson hevur
verið sera eyðsýndur hjá OB í donsku superliguni,
og Hallur Hansson hevur eisini gjørt tað gott í
AC Horsens í donsku superliguni. Andorra hevur
ein sterkan stríðsvilja, og teir hava ein heimavøll,
sum er torførur at spæla á hjá útiliðunum, men
teir hava ongan Jóan Símun Edmundsson og Hall
Hansson. Nú mugu Jóan Símun og Hallur gera tað,
sum Todi Jónsson gjørdi ímóti Malta og San Marino
seinast í 1990-unum. Teir mugu ganga undan, og
vísa sama góða støðið teir vísa í superliguni. So
eru møguleikarnir fyri, at dysturin og úrslitið
koppar okkara veg munandi størri. Hinir níggju á
føroyska liðnum verða eisini sera týdningarmiklir,
men teir, sum spæla á hægsta støði mugu skína
í Andorra. Gloym alt um Portugal og Cristiano
Ronaldo. Dysturin ímóti Andorra er ein tann
týdningarmiklasti landsdysturin nakrantíð, har vit
skulu vísa, at vit duga at verða favorittar. Vit krossa
fingrar og tær fyri, at eitt føroyskt lið fyri fyrstu
ferð vinnur á einum andorianskum liði uttanfyri
Føroyar.
herisimonsen@gmail.com
Nú mugu Jóan
Símun og
Hallur skína
ARGANDI SMS
KOSTAÐI NSÍ
Hans Jørgen Djurhuus fekk stutt fyri dystarbyrjan at vita, at eini
smsboð um hann og aðrar spælarar gekk runt í NSÍ-leguni. – Tað
gjørdi meg meiri uppsettan, sigur miðvallarin hjá Víkingi
Tórður Thomsen svímaði í B36 húsinum
Í dystinum millum B36 og KÍ
mátti Tórður Thomsen lata
seg skifta út, tí hann kendi
seg illa.
– Eg havi kent meg illa
í eina viku. Eg hevði tað
betri undan dystinum, men
Lukasz Cieslewicz spurdi
meg hví eg sá so løgin út um
eyguni. Tá sá eg, at eg var
bleikur og sá illa út, sigur
Tórður Thomsen.
Dysturin
er
bara
14
minuttir gamal, tá málverjin
má lata seg skifta út.
– Eg sparki ein bólt vekk
og blívi í ørviti. Eg næstan
svími, tá eg geri eina bjarging
og má fara út. Eg haldi eg
svími í B36 húsinum, men eg
minnist ikki ordiliga, sigur
málverjin hjá B36.
Hann hevur í nátt ligið á
sjúkrahúsinum og hevur tað
gott.
– Vit fara á sjúkrahúsið
og har sigur læknin, at tað
er okkurt óregluligt við
hjartarútmuni.
Læknin
sigur at eg mangli vesku og
salt. Tá vit gjøgnumganga
dagin hjá mær, so koma
tey til, at eg geri ov nógv
av í gerandisdegnum, sigur
Tórður Thomsen.
– Eg havi tað gott og havi
sovið væl í nátt. Eg skal bara
halda frí í nakrar dagar, so eri
eg klárur, sigur málverjin at
enda.