Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mars 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 20. MARS 2017 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen V ágs Skipasmiðja hevur góða beding, ið kann taka skip upp, sum eru uppí 1500 tons DW. Pláss er fyri skipum á bedingini, sum í mesta lagi eru 70 metrar long og 15 metrar breið. Skipasmiðjan hevur maskinverkstað, har menn arbeiða, sum kunnu loysa allar krevjandi upp­gávur. Í Vági verða yvirhálingar gjørdar av motorum, og her verða gjørd høvuðssýn á skipum og bátum. Á goymsluni er tað mesta, sum spurt verður eftir til skip. – Konseptið hjá okkum er, at her er beding, maskinverkstaður og goymsla, sigur stjórin, Guð­mundur K. Jacobsen. Eins og stjórin á Rock Trawldoors – lemma­ virkinum í Vági – fegnast stjórin á Vágs Skipa­ smiðju eisini um tað samstarv, sum er millum tær tríggjar smiðjurnar í Vági, Vágs Skipasmiðju, Tangavirkið og Rock Trawldoors. – Hetta er eitt samstarv, sum eg haldi, at øll trý virkini fáa nógv burtur úr, sigur stjórin. Skiftandi virksemi Guðmundur K. Jacobsen sigur, at virksemið á Vágs Skipasmiðju er ógvuliga skiftandi, og so­ leiðis er á skipasmiðjum og bedingum sum heild. – Onkur tíðarskeið veit tú ikki rættiliga, hvussu tú skalt fáa tingini at hanga saman, so avtalur og tíðarætlanir skulu halda. Aðrar tíðir kanst tú vera í iva um, hvat menninir skulu takast við teir næstu dagarnar. Stjórin vísir á, at í slíkum virksemi er gott at hava fleksibla arbeiðsmegi og góðar og dugnaligar arbeiðsmenn at heita á til eitt nú vasking og málaraarbeiði – umframt, at góða sam­starvið millum smiðjurnar í býnum mangan kemur til sín rætt. – Summarið er tíðin, tá vit vanliga hava mest at gera. Tá taka vit skip og bátar upp til botnreins og máling. Men, tað kunnu eisini vera tíðarskeið um veturin, tá vit eru nógv eftirspurdir. Tað er næstan ógjørligt fram-manndan at siga, hvør og nær eftirspurningurin er. Guðmundur K. Jacobsen sigur, at teir soleiðis hava verið upp í 20 mans til arbeiðis á Vágs Skipasmiðju, tá mest hevur verið at gera, men teir hava í onkrum tíðarskeiði eisini verið niðri á fýra monnum, tá minst hevur verið at gera. – Onkuntíð leikar nógv á, og brúk er kanska fyri fleiri maskinsmiðjum, enn vit hava beint tá. Eisini í slíkum føri hevur tað mangan verið gott at kunna venda sær til hinar báðar smiðjurnar í býnum. Hetta er ikki minst komið væl við, tá upp­gávurnar hava verið størri, enn vit hava klár­ að at lyft einsamallir. Stjórin vísir á, at manningin á Vágs Skipa­ smiðju er ein blandingur av maskinsmiðjum, skips­timbrarum og arbeiðsmonnum. – Tá ástendur, hjálpast allir at, leggur Guð­ mundur K. Jacobsen aftrat. Tvey skip uppi Í løtuni standa tvey skip upp á Vágs Skipasmiðju. Bæði skipini komu upp í senn, harav annað er til høvuðssýn. Á bedingini er gott pláss, og sambært stjór­ anum er pláss fyri einum skipi aftrat, um tað skal verða. – Í løtuni bíða einir fimm smærri bátar at sleppa upp til vanligt viðlíkahald. So, her er væl at gera í løtuni, og vit eru tilsamans 12 mans til arbeiðis. Av manningini í løtuni eru eisini nakrir ungir og raskir menn, sum eitt nú fáast við at vaska og mála, tá líkindi eru. Stjórin sigur, at Vágs Skipasmiðja tekur sær av bæði stórum og smáum, og í fjør høvdu teir eitt størri arbeiði, tá tvey skip, sum vóru seld til Dubai, stóðu upp, harav annan skuldi skifta høvuðsmotor. – Hetta var eitt rímiliga stórt arbeiði, sum fevndi um klassakrøv og mo-torskift. Eitt slíkt arbeiði sum hetta tók okkum tað mesta av tveimum mánaðum, sigur Guðmundur K. Jacob­ sen, stjóri. Vágs Skipasmiðja veitir tænastur til skip og bátar TEMA: SJÓVINNA – Vit kunnu gera tað allar mesta á Vágs Skipasmiðju, sigur stjórin, Guðmundur K. Jacobsen Tey, sum hava brúk fyri Vágs Skipasmiðju, kunnu ringja á tlf. 373010 – og telduposturin er vagsship@olivant.fo Øll arbeiðspláss hava stóran týdning, og soleiðis hevur Vágs Skipasmiðja eisini stóran týdning fyri Vág Í løtuni eru 12 mans til arbeiðis á Vágs Skipasmiðju, og teir hava væl at gera. Myndin er av skipi, sum er uppi á bedingini