mánadagur 20. mars 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 20. MARS 2017
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: SJÓVINNA
KSS eitt stórt arbeiðspláss
við sjóvarmálan í Klaksvík
Vilmund Jacobsen
K
laksvíkar Sleipistøð (KSS, sum navnið
verður stytt) er eitt stórt arbeiðspláss,
og hetta er eitt arbeiðspláss við nógvum
ymiskum uppgávum og førleikum.
Virksemið hjá KSS er vaksið nógv seinnu
árini. Í 2013 vóru umleið 35 mans til arbeiðis
hjá fyritøkuni – og í dag eru teir umleið 60.
Sofus Gregersen, sum tekur sær av sølu-
og marknaðarleiðslu í Føroyum og uttanlands,
sigur, at sjálvandi klárar KSS ikki alt, sum størsta
skipasmiðjan í Føroyum klárar, men bedingin í
Klaksvík, sum KSS ofta verður rópt, klárar tað
mesta.
– Vit kunnu taka skip upp á bedingina, sum
viga upp í 800 tons, og har mesta longdin er
65 metrar.
Hann vísir á, at Green Marine Divers í mai
mánaði í 2015 gjørdu umvælingar á bedingina,
heilt frá sjóvarmálanum og út. Tá vórðu funda
ment og skinnarar skift, og hetta var eisini ein
liður í einari ætlan hjá KSS at uppstigað bed
ingina til 1500 tons.
– KSS er ein smiðjudepil, har alt vanligt
smiðju-og viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt,
bæði fyri skip og virkir og alt samdøgnið. Vit eru
heildarveitari til viðlíkahalds- og umbyggingar
arbeiði, og saman við undirveitarum – tá tað er
neyðugt – taka okkum av øllum viðurskiftum,
sum hava við verkætlanin at gera.
Altíð til dystin fúsir
Sofus Gregersen vísir á, at maskinverkstaðurin,
sum liggur nær við bryggjukantin, er útgjørdur
við øllum tekniskum hentleikum til at loysa
allar tær uppgávur, sum gerandisdagurin hevur
við sær.
– Vit leggja stóran dent á at veita eina
dygdargóða tænastu 24 tímar um samdøgnið.
Er talan er um smiðjuarbeiði, viðlíkahald, veit
ingar av eykalutum og annað eru vit til dystin
fús, og vit koyra kring alt landið. Hevur tú tørv
á viðlíkahaldi ella øðrum til skipið, og tú ikki ert
í Føroyum, setir tú teg í samband við KSS, og
vit gera eitt ferðalið klárt til júst tín tørv - og
vit møta tær, hart tú ert staddur, leggur hann
aftrat.
KSS hevur einar 20 tænastubilar, sum koyra
kring Føroyar at gera uppgávur, ið stinga seg
upp.
– Vit hava havt fólk bæði í Noregi, Skotlandi
og Grønlandi, sum hava arbeitt upp á motorar,
ljósmotorar og annað, sum tørvur hevur verið á,
sigur Sofus Gregersen.
Samstarv við Ibercisa
KSS hevur nógv góð samstørv, bæði her heima
og uttanlands og eitt, sum teir eru rættiliga
spentir upp á, er samstarvið við sponku fyri
tøkuna, Ibercisa í Vigo, sum hevur drúgvar
royndir í at framleiða spøl og deksmaskinarí
annars til fiskiskipaflotan.
– Ibercisa er ein av heimsins fremstu fram
leiðarum av el-drivnum trolspølum, sum er
rættiligt nýbrot innan eitt nú uppsjóvarflotan í
Norðurhøvum. Í Hirtshals fiska eitt nú Ruth og
Beinir við el-drivnum trolspølum.
Sofus Gregersen sigur, at KSS umboðar
framleiðsluna hjá Ibercisa í Føroyum, Danmark,
Íslandi, Noregi, Svøríki, Stórabretlandi, Írlandi og
í Grønlandi.
– El-spælskipanir til fiskiflotan eru eitt fram
brot, og í dag fiska nógv skip kring heimshøvini
við slíkari spælskipan. Stóri eftirspurningurin
eftir el-spælskipanunum kemur eitt nú av teim
um eyðsýndu fyrimununum umborð, umframt
stóru fíggjarligu fyrimununum.
Sofus Gregersen vísi á, at el-spølini krevja
minni generatororku, tí framleidda orkan verður
munandi betri gagnnýtt. Hetta merkir, at rakst
urin verður bíligari – og útlátið verður minni.
Við tað, at eingi hydraulikrør skulu leggjast til
spølini, verður eingin oljudálking á dekkinum,
sum kann standast av lekum ella brekum.
Arbeiðsumstøðurnar á dekkinum verða rúm
ligari, og larmurin frá spølunum er næstan eing
in, sigur Sofus Gregersen.
Avtala við Faroe Origin
KSS fer í næstum at umvæla skip hjá Faroe
Origin í Saltangará. Partarnir hava gjørt sátt
mála um, at Klaksvíkar Sleipistøð seinni í ár skal
umvæla fýra av skipunum hjá reiðarínum. Talan
er bæði um 10 og 15 ára klassing.
Tað eru skipini, Heykur, Falkur, Stelkur og
Bakur. Hini bæði skipini hjá Faroe Origin, Rókur
og Lerkur, vórðu umvæld hjá KSS í 2015.
– Uppgávan er at klassa skipini, og eitt nú
skulu allir høvuðs- og ljósmotorar yvirhálast, og
botnsýn skal gerast. Ymiskt sandblásingar- og
málaraarbeiði, mekaniskt arbeiði og el-arbeiði
skal eisini gerast umborð.
Sofus Gregersen vísir á, at KSS fer at gera
eitt skip í senn.
– Farið verður í holt við fyrsta skipið beint
eftir páskir, og tá tað er liðugt, fara vit í holt við
næsta skipið. Síðan stendur tað fyrra av teim
um báðum, ið tá eru eftir, fyri tørni um hálvan
august. Væntandi tekur tað umleið 3-4 vikur at
klassa hvørt skipið. Rankin fer á skift at par
trola fyri tað skipið, ið er á beding, veit sølu- og
marknaðarleiðarin hjá KSS at siga.
vilmund@sosialurin.fo
Klaksvíkar Sleipistøð er heildarveitari til viðlíkahalds- og umbyggingararbeiði og tekur
sær av øllum viðurskiftum, sum hava við eina og hvørja verkætlan at gera
Nýggi nótabáturin, Ruth HG264, er sum tað fyrsta uppsjóvarskipið
um okkara leiðir, sum er útgjørdur við el-drivnum spølum frá Ibercisa,
sum KSS (Klaksvíkar Sleipistøð) er sølu- og tænastumboð fyri
Her vitjar Sofus Gregersen (vinstru megin) hjá KSS,
Klaksvíkar Sleipistøð, umborð á Ruth HG264
Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, Klaksvíkar Sleipistøð og Ingi
Hansen, útgerðarmaður hjá Faroe Origin í Saltangará