Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Skalt tú venja eftir ein blóðtøpp í hjartanum? Vilmund Jacobsen Rørsla kann minka um vandan fyri, at tú mennir sjúkur sum æðra­kálking, og rørsla ger eisini, at vand­in fyri hjartasjúkum minkar. Tað er týdningarmikið at fáa pulsin upp fyri at fáa størst møgu­ liga nyttu av venjingini. Rørsla er eisini týdningarmikil í tíðini eftir ein blóðtøpp í hjarta- num. Nógvar vísundaligar kanningar hava víst, at rørsla og venjing ann­ ars minka um títtleikan av hjarta­ sjúkum og øðrum sjúkum við. Er tú likamliga aktivur ella í góð­ ari venjing, hevur hetta ávirkan á - * Fitistøðuna í blóðinum * Blóðtrýstið * Insulinviðkvæmi * Yvirvekt * Evnini hjá blóði at storkna Onkrar einstakar kanningar hava sett fokus á týdningin av venj­ingar­ intensitetinum í mun til nevndu sjúkur, men hesar kanningar hava ikki staðfest, at nakar ávísur formur fyri rørslu er betri ella verri enn annar. Tú eigur vanliga at møða teg í minsta lagi 30 minuttir um dagin, soleiðis at tú fært sveitta á pannina. Nýggj tilmæli vísa, at venjing í styttri tíð, men við enn meira ferð, eisini er gagnlig fyri likamið. Eisini eftir blóðtøpp Mælt verður til, at fólk, sum liður í endurvenjingarskrá eftir hjarta­ sjúku - ella blóðtøpp í hjartanum - venja tvær ferðir um vikuna í einar 30 til 60 minuttir hvørja ferð. Venjingin kann í slíkum føri byggja á - * Treystivenjing við 50- 80 prosentum av tínari hámarksorku. Hetta er rørsla, har tú júst kanst føra eina samtalu, meðan tú íðkar. * Intervalvenjing, har tú í styttri millumbili økir um ferðina * Styrkivenjing av stóru vøddunum, eitt nú beinum, armum og búki. Umframt hetta, verður mælt til, at fólk í endurvenjingartíðini eisini venja sjálvi - renna, ganga túr ella røra seg í aðrar mátar. Ert tú í iva, kanst tú ráðføra teg hjá lækna ella heilsustarvsfólki um, hvussu tú kanst endurvenja eftir hjartasjúku. Viðmælt verður, at fólk eisini venja eftir eitt nú blóðtøpp í hjar- tanum. Reglulig venjing verjir móti hjartaæðrasjúkum, og venjing ger eisini, at tú ikki gerst so troytt/-ur ella pøst/-ur, tá tú annars ert likam­ liga virkin. Rørsla og diabetes Hvat merkir rørsla í fyribyrging av diabetes? Ert tú regluliga likamliga aktiv/- ur, er møguleikin minni fyri, at tú mennir diabetes2, sum tað verður rópt. Likamlig rørsla veksur um krop­ sins viðkvæmi mótvegis insulini. Insulin er tað hormonið, sum í fyrsta lagi javnar blóðsukur, men sum kroppurin er minni við­kvæm­ ur fyri, tá tú hevur ella ert í vanda fyri at fáa diabetes2. Regluligur likamligur aktivitetur førir til eitt lægri og meira støðugt blóðsukur. Men, hevur rørsla nakran týdn­ ing, um tú longu hevur fingið dia­ betes? Sjálvt um tú hevur fingið stað­ fest diabetes, merkir likamlig rørsla, at kropsins viðkvæmi mót­ vegis insulini veksur. Likamlig rørsla merkir tískil, at reguleringin av blóðsukri be-trast, og hetta er galdandi fyri øll sløg av diabetes. Tekur tú ikki insulin, vilt tú, um tú ert likamliga aktiv/-ur, kunna skjóta út ella byrgja upp fyri, at tær yvirhøvur nýtist insulin. Tekur tú hinvegin insulin, samstundis sum tú ert likamliga aktiv/-ur, eigur tú at ansa eftir, at blóðsukrið ikki verð­ur ov lágt. Kelda: www.sundhed.dk Hvat merkir rørsla í fyribyrgingini av diabetes, og nyttar tað nakað at røra seg, um tú longu hevur fingið staðfest sukursjúku? Ert tú í iva, kanst tú ráðføra teg hjá lækna ella heilsustarvsfólki um, hvussu tú kanst endurvenja eftir hjartasjúku Likamlig rørsla betrar um reguleringina av blóðsukri - antin tú hevur fingið staðfest diabetes ella ei