týsdagur 21. mars 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilt tú vera við til at ávirka, víðarimenna
og skapa ein professionellan karm
um framtíðar KT-loysnir í Grønlandi?
Ynskir tú møguleikan fyri javnvág
ímillum arbeiði og frítíð? So hevur tú
møguleikan fyri hesum í Grønlandi.
Visti tú annars, at:
• Samanborið við Føroyar, so hevur
Grønland nógv fleiri sólskinstímar,
har er turrari, har er norðlýsi á
himlinum og ljós frá kavanum?
• Tú kanst standa á fallaskíð, ganga
á skíð, skreiða og leika tær í kava-
num, - hvønn dag, - ikki bara á
skíðferium?
• Tú kanst koyra kavaskutara og
verða eggjaður av heimsins mest
framkomna golfana?
• Tú hevur møguleikan at fiska og
veiða, og nátturðin kann veiðast
á veg heim frá arbeiðnum.
Ljóðar vilt, ha?
Kundi tí ikki lívið í Grønlandi, saman
við arbeiði hjá Tele-Post, kanska
verið nakað fyri teg?
Til okkara vinnudeild, søkja vit ein
sjálvstøðugan KT-ráðgeva, sum
hevur haldgóðar royndir við m.a.
Microsoft platformum, verkætlanar-
arbeiði og uppbygging av arbeiðs-
háttum og veitingarmodellum innan
KT-tænastu og arkitektur.
Arbeiðsumráði og arbeiðs-
uppgávur
Sum KT-ráðgevi, fert tú m.a. at lut-
taka í spennandi kundaverkætlanum,
har hesi skulu lyftast, sum eisini
merkir, at seta ljóskastaran á nýggj-
astu tøkni og hættir.
Tú fert at arbeiða við uppgávum og
verkætlanum á triðja stigi, og tú fert
at hava ábyrgd av tøkniligu loysn-
unum. Tú fert fyrst og fremst at
arbeiða frá skrivstovuni hjá Tele-Post
í Nuuk, men umleið 10% av tíðini fert
tú at vera úti hjá kundunum. Soleiðis
fært tú eina góða mynd av, hvat
kundar vilja, so at tú ert førur fyri at
skrúva bestu loysnirnar saman, við
víðarinýtslu fyri eyga.
Servarar og tøkni, sum tú kemur
at arbeiða við:
Microsoft windows Servari 2008
R2 til 2016
DNS, DHCP, AD, sertifikatir,
menning, sniðgeving, viðlíkahald,
optimering
• Exchange frá 2010 til 2016:
Menning, sniðgeving, viðlíkahald,
optimering, feilfinning
• SQL servari:
Databasuumsiting, viðlíkahald,
fílufinning, optimering, viðlíkahald
• VMware:
“Install and Configure niveau”,
stýring, SAN, samband.
• Nerverks fatan:
SAN, WAN, router, kápulføring,
trygd, v.m.
Aðrar uppgávur
- Menning av veitingar- og standard
háttum. Tú hevur kanska royndir
innan t.d. ITIL
- Triðja stigs KT-hjálp
- Tøkniligar verkætlanir og arkitekt-
arbeiði kring rakstrarmøguleikar og
tíðarrák
- Tú luttekur, saman við toyminum,
í verkætlanum frá byrjan til enda,
herundir útarbeiðir tú kravlýsing
við íverksetan av nýggjum skipan-
um, og hevur útførandi tøkniligu
ábyrgdina í uppgávunum og kann-
ingum í íverksetanarstigi og í
rakstri.
- Tú skalt tryggja og viðlíkahalda
skjalfestingina, í egnum
ábyrgdarøki.
Hetta fært tú
Tú fært ríkiligt av møguleikum fyri at
ávirka rammurnar og títt fakliga
arbeiði, umframt at taka sjálvstøðug
framtøk. Herundir eisini at geva títt
ískoyti til menningina av fakleika-
num í toyminum, so at vitanin um
hættir og tøkni styrkist. Tí er tað
eisini ein fortreyt, at tú hevur góð
samstarvs- og samskiftisevni á
donskum, bæði í skrift og í talu,
og trívist í kundasamskifti. Tú
hevur góðar møguleikar fyri
fakligari og persónligari menning
í einum óformligum arbeiðs-
umhvørvi, har tú kanst ávirka títt
arbeiði og geva á ymsar hættir.
Her er høgt til loftið og tann, sum
dugir, sleppur.
Vit bjóða harafturat ein góðan
lønarpakka, sum svarar til tín
profil, umframt frían húsbúna-
flutning og møguleika fyri
búplássi.
Nærri kunning
TimeWork tekur sær av
starvsetanartilgongdini. Kontakta
Mette Møller Simonsen á telefon
24 86 46 46, um tú hevur
spurningar, ella send títt
útgreinaða CV til
mette@timework.dk
Starvið verður sett skjótast
gjørligt.
TELE-POST er navnið, sum TELE Greenland A/S brúkar í Grønlandi. TELE Greenland A/S
veitir 56.000 innbúgvum farsamskifti, KT- og posttænastu, yvir eitt øki á fleiri túsund
kilometrar. Sjálvt minsta bygdin hevur útvarp, sjónvarp, breiðbandsinternet og
telefonsamband til umheimin; og øll búpláss, við fleiri enn 70 innbúgvum, hava
mobiltelefonfarskifti. TELE Greenland A/S hevur áleið 500 fólk í starvi.
Høvuðsskrivstovan er í Nuuk, og hevur deildir í mongum býum í Grønlandi.
TELE-POST søkir KT-ráðgeva
sum er ábyrgdarfullur og tænastusinnaður
K R E A