týsdagur 21. mars 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stjóri til Tjóðsavn Føroya
Søkt verður eftir einum framskygdum og dugnaligum
stjóra til Tjóðsavn Føroya
Starvið
Nú Forminnissavnið og Náttúrugripasavnið verða skipað í Tjóðsavn
Føroya, verður lýst eftir einum framskygdum og virkisfúsum stjóra at
leiða Tjóðsavnið.
Høvuðsuppgávur
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum verður at menna náttúru- og ment-
anar søguliga høvuðssavn Føroya til eitt viðkomandi og spennandi
savn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur,
gransking, vitan og fragd.
Stjórin á Tjóðsavni Føroya skal standa á odda fyri og varða av virksemi,
starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og myndugleikaupp-
gávum í samsvari við lógarásetingarnar á økinum. Stjórin skal kunna
vísa á nýggjar leiðir og megna at flyta virkisøkið fram á leið.
Ein av fyrstu uppgávum stjórans verður at skipa stovnin av nýggjum í
samráði við starvsfólkið.
Tjóðsavn Føroya er ein fjølbroyttur vitanarstovunur við umfatandi
virkisøki. Høvuðsuppgávurnar hjá Tjóðsavninum eru hesar:
• at savna, skráseta, varðveita og granska, føroyskan mentanararv,
• at granska, skjalprógva og breiða út vitan um ta livandi føroysku
náttúruna í fortíð og í framtíð,
• at sýna fram og miðla vitan um mentan og náttúru,
• at breiða út kunnleika um savnið og virkisøki tess,
• at veita almenningi, stovnum, granskarum og øðrum ráðgeving og
savnstænastur,
• at styrkja sambond við viðkomandi partar innan náttúru og men-
tanararv innlendis og uttanlands,
• at útinna myndugleika í sambandi við friðing av hvali, fulgaveiðu og
ræning av eggum,
• at útinna myndugleika viðv. fornlutum í havinum, friðaðum kirkjum,
bygningum og jarðfestum fornminnum,
• at umsita myndugleikauppgávur, ið verða lagdar til stovnin, so
sum stuðulsveiting og at hava eftirlit við bygdasøvnum og menta-
narsøguligum skipum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi hægri akademiska útbúgving.
Umsøkjarar eiga at hava viðkomandi leiðsluútbúgving ella hollar
royndir í at leiða. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur hollan
kunnleika til og arbeiðsroyndir á savnsøkinum.
Persónlig førleikakrøv
Umráðandi er, at tann sum verður settur:
• hevur góð leiðslu- og samstarvsevni,
• hevur ein mennandi og kveikjandi leiðslustíl,
• hevur góðar samskiftisførleikar,
• dugir at seta greið mál og skapa úrslit,
• er ágrýtin og tænastuhugaður,
• er til reiðar at taka truplar avgerðir,
• er til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar,
• er opin og útvendur í sínum virksemi, og
• dugir at røkja samband og at samstarva við aðrar viðkomandi myn-
dugleikar og áhugapartar.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt í 37. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjar-
málaráðið og Felag Tænastumanna Landsins uttan at vera tænastuman-
nastarv. Eftirlønargjaldið er 15%.
Skotið verður upp, at starvið verður áramálssett í 5 ár. Latin verður ein
ikki eftirlønargevandi áramálsviðbót. Viðbót og treytir verða avtal-
aðar við Mentamálaráðið og eru treytaðar av góðkenning frá Fíggjar-
málaráðnum.
Setanarøkið er Mentamálaráðið, hini stjórnarráðini og stovnar undir
stjórnarráðunum. Tænastustaðurin í løtuni er Tjóðsavn Føroya.
Umsókn
Umsóknir við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing (cv) og øðrum
viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Ella: mmr@mmr.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. apríl 2017.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen,
aðalstjóra, tel.:555010; ella Martin Næs, deildarstjóra, tel.: 555040.
Tjóðsavn Føroya er nýggjur stovnur, har høvuðsvirksemið er tað, ið fyrr varð skipað í Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum. Endamálið við Tjóðsavni Føroya er at varðveita, lýsa
og stimbra áhugan fyri føroyskari náttúru og mentanararvi. Uppgávan hjá Tjóðsavni Føroya er at stovna og halda umboðandi savningar fyri føroyska náttúru og mentanarsøgu, at granska
og vera støði undir gransking og almennari upplýsing og at sjónliggera og perspektivera savningarnar í millumtjóða samstarvi. Umframt at varða av savnsvirksemi hjá landinum, umsitur
Tjóðsavn Føroya friðaðar ognir og onnur øki hjá landinum. Tjóðsavn Føroya røkir myndugleikauppgávur í sambandi við friðing av hvali, fuglaveiðu og ræning av eggum, friðing av jarðføs-
tum fornminnum, bygningum og kirkjum, og vernd av fornlutum í havinum. Tjóðsavnið umsitur harumframt stuðulsveiting og hevur eftirlit við mentanarsøguligum skipum og bygdasøv-
num. Tjóðsavn Føroya hevur framsýningarhøli í Brekkutúni 6 í Hoyvík. Á Tjóðsavni Føroya starvast 22 fólk.