Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 V. U. HAMMERSHAIMB – FAÐIRIN AT FØROYSKA SKRIFTMÁLINUM Móðurmálsdagur í Løkshøll 25. mars er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Tá verður móður­máls­- dagurin hildin. Tað eru Móðurmálslærarafelagið, Nám, Sosialurin, Málráðið og Mentamálaráðið, sum skipa fyri Tá løgmansembætið varð nið­ur­lagt í 1816, sat Jørgen Frants Hammershaimb í hes­ um starvi við bústaði á Steig í Sandavági. Hann hevði lyfti um at sleppa at búgva á garð­ in­um til sín doyggjandi dag, og her varð Vencelaus Ulri­ cus Hammershaimb borin í heim í 1819. Vencil var ikki meira enn árs­gamal, tá pápin doyði í 1820, og so mátti mamman flyta við soninum og eini dótt­ur, sum hjúnini eisini áttu. Í 1822 fluttu tey av Steig­ ini til Havnar, har tey fingu innivist hjá omm­uni í móð­ ir­ætt í Nýggju­stovu. Drong­ ur­in lærdi at lesa hjá abba sínum hinu­meg­in Gong­ina, V. U. Hammershaimb eldra, sum var fúti, og at skriva hjá Jens Davidson, skrivara á amts­skriv­stov­uni. Í 1831 fór V. U. Hammers­ haimb til Danmarkar at fáa sær út­búgv­ing; hann tók stud­ents­prógv í 1839 og skriv­aði seg so inn á Lærda Há­skúl­an í Keypmannahavn, har hann fór undir at lesa gud­frøði. Frá 1800 og úteftir var rom­an­tikk­ur­in galdandi ment­an­ar­rørsl­an. Fyri tey, sum vóru hug­tik­in av hes­um, var móðurmálið at kalla heil­ agt. Fornari tað var, hægri varð tað mett. Í slíkum ment­an­ar­um­ hvørvi k­om V. U. Hamm­ers­ haimb at sita lestrarár síni. Hann las gudfrøði, men áhugin fyri forna norr­øna málinum var stórur. Hann var nógv saman við ísl­endsk­ um studentum, sum lósu í Keyp­mannahavn, og viðgitni danski forminnisgranskarin Svend Grundtvig gjørdist vin­mað­ur hansara. Tað er einki at ivast í, at øll hesi við­ur­skifti fingu hann at seta sær fyri at gera okkurt muna­gott føroyskum máli og bók­ment­um at frama. Í 1847 tók hann gud­frøð­ is­prógv, men ikki fyrr enn í 1855 fekk hann prestastarv heima í Før­oy­um. Hann varð tá sett­ur í prestaembætið í Norð­streymoy við sæti á Kirkju­teigi í Kvívík. Sjey ár seinni – í 1862 varð hann sett­ ur í próstaembætið og flutti tá inn á Nes at búgva. Hann sat í hesum starvi til 1878, tá hann aftur flutti úr Før­oyum niður til Dan­ mark­ar, har hann varð sett­ ur í starv í Lyderslev. Hetta starvið hevði hann í 20 ár, og eftir hann legði tað frá sær, flutti hann til Keyp­manna­ havnar, har hann doyði í 1909. Steðgaði á at skriva Tá Hammershaimb í 1855 gjørd­ist sóknarprestur í Før­ oy­um, kundu vit væntað, at nú fór hann at sita so væl fyri, at hann kundi lata nógv skriv­ligt tilfar úr hondum. Men hann var so ovbyrjaður av prestastarvinum, at lít­ið kom burtur úr bók­menta­ virki. Ikki fyrr enn í 1884 kom skriv­ligt verk aftur á prenti frá hansara hond. Hetta var týð­ing­in av »Føroyingasøgu«, sum nú kom við teirri rætt­ skriv­ing, hon hevur havt í út­gáv­um síðani. Og so koma vit til høv­uðs­ verk hansara. Tað var »Sam­ fund til udgivelse af gam­ mel nordisk litteratur«, sum heitti á Hammershaimb at skipa fyri útgávu av ein­um savni av føroyskum bók­ ment­um. Úrslitið var »Færøsk An­ tho­logi I og II«, sum arbeitt varð við í árunum 1886 - 1891. Hamm­ers­haimb fekk góða hjálp í arbeiði sínum; eitt var tað, at hollir vinmenn í Dan­mark stuðlaðu og sýndu áhuga, men størsta týdning hevði tað, at hann fekk køna hjálp frá landsmanni sín­um Jakob Jakobsen (1864 – 1918), sum um hetta mundið las við Lærda Háskúlan í Keyp­ manna­havn. Jakob Jakobsen evn­aði til alt seinna bind (orða­savnið), greiddi frá bygda­málum og hjálpti til at skipa mállæruna um. Tíðin millum 1800 og 1900 var stór broytingartíð í Før­oy­um á at kalla øllum økj­um. Politiskt henda stór­ hend­ingar um miðja øld, vit fingu vinnuligan framburð við øktum fólkatali og broyt­t­ari samfelagsskipan í kjal­ar­vørrinum, og á ment­ an­ar­økinum fóru eisini koll­ velt­andi broytingar fram. Vit fingu skipaðan fólka­skúla settan á stovn, og skrift­mál­ ið kemur í fasta legu. Alt er sostatt búgvið til ta stóru tjóðskaparvekingina sein­ asta 25-ára skeiðið av øldini. kelda: snar.fo 25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs. Tá hev­ur móðurmálsdagurin ver­ið hildin. Í ár verður móð­ur­máls­ dag­urin hildin í Løkshøll í Runavík, har evnið er yrk­ is­mál. Tiltakið, sum verður seinna­partin, endar við at ein Móð­ur­málsvirðisløn verður lat­in fyri yrkismál, sum við hepni hevur verið brúkt í eini yrkisgrein, ið hevur gjørt seg serliga galdandi seinastu fáu árini. Fyri Nám fer Elin Hen­rik­ sen at greiða frá um yrk­is­mál í fólkaskúlanum í rokn­ing. Hon er við í nýggju út­gáv­ un­um hjá Námi, "Rokning". Tiltakið er alment og ókeypis. Nám heitir í hesum sam­ bandi á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móð­ur­ máls­und­ir­vísingini, men í øll­um lærugreinum, so næm­ ing­ar verða kunnaðir um við­ ur­skifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øll­um samskifti. Fyriskipararnir heita í hes­um sambandi á skúlar, stovn­ar, fyritøkur og arb­ eiðs­pláss í síni heild í land­ in­um at leggja sær henda dag í geyma, ikki bara í móð­ur­máls­und­ir­vís­ing­ini í skúl­unum, men í øllum við­ ur­skift­um, soleiðis at bæði næm­ing­ar og fólkið alt verða kunn­að um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt ár­ið kann rúma øllum sam­ skifti. Sama dag, móð­ur­máls­ dag­in 25. mars, verður ein móð­urmálsvirðisløn handað. Virð­is­lønin verður í ár hand­ að fyri yrkismál. Hendan myndin er tikin í Gongini framman fyri barnaheimið hjá Hammershaimb, Nýggjustovu, umleið 1890. Húsini til høgru eru Fútastova. Í bakgrundini sæst tann tá nýggja Amtmansborgin, sum varð bygd í 1880. Um hetta mundið átti V. U. Hammershaimb Nýggjustovu, sum hann lat soninum, Hjalmari Hammershaimb, í 1892. V. U. Hammesrhaimb hevur allar sínar røtur í Gongini. Tí mamman var úr Nýggjustovu og pápin úr Fútastovu 1819 Føddur á Steig í Sandavági 25. mars 1842 Savnar fólkaminni í Føroyum 1846 Sagnir verða prentaðar í Annaler for Oldkyndighed og Historie 1847 Savningarfeð í Føroyum 1847 Gudfrøðisprógv 1851 Færøiske kvæder I 1854 Mállæran verður prentað 1855 Færøiske kvæder II 1855 Verður prestur í Norð­ streymoy 1862-78 Føroya próstur 1884 Týðing av Føroyingasøgu 1886-91 Færøsk Anthologi I-II 1909 Andast í Keypmannahavn 25. mars verður før­ oyska málið hát­ íð­ar­hildið – í ár við einum tiltaki í Løkshøll í Runa­ vík. Hendan dagin eru liðin 198 ár síðani, at faðirin at føroyska mál­inum var fødd­ur