týsdagur 21. mars 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stjóri til Føroya Landsbókasavn
Vit sóknast eftir einum framskygdum og dugnaligum
stjóra til Føroya Landsbókasavn
Starvið
Nú Føroya Landsbókasavn aftur verður skipað sum sjálvstøðugur
stovnur, verður lýst eftir stjóra, hvørs formliga heiti sambært lóg enn er
landsbókavørður.
Høvuðsuppgávur
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum er at menna Føroya landsbókasavn til
eitt viðkomandi og spennandi bókasavn, ið er atkomuligt hjá øllum,
sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking, vitan og fragd.
Stjórin á Føroya Landsbókasavni skal standa á odda fyri og varða av
virksemi, starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og myndug
leikauppgávum.
Høvuðsuppgávurnar hjá Landsbókasavninum eru hesar:
• at savna, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir og alt, sum
er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum,
• at hava handritadeild við handritum o.ø. eftir føroyskar høvundar
og handritum, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og
siðsøgu,
• at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni,
• at umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni,
• at veita vísindabókasavnstænastu,
• at fremja útbreiðslu av kunnleika, vitan og upplýsing í landinum,
• at veita granskarum og almenningi ráðgeving og savnstænastur,
• at inna gransking í tilknýti til savnindi,
• at hava eftirlit við fólkabókasøvnunum, og
• at hava ljóðbókastovu og menna ljóðbókatænastuna.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava hægri akademiska útbúgving frá lærdum
háskúla, eitt nú cand.scient.bibl., master ella kandidatútbúgving innan
informationsvísindi ella aðra viðkomandi útbúgving.
Umsøkjarar eiga at hava viðkomandi leiðsluútbúgving ella hollar
royndir í at leiða. Tað er ein fyrimunur at hava vitan og arbeiðsroyndir
á bókasavnsøkinum.
Persónlig førleikakrøv
Umráðandi er, at tann sum verður settur:
• hevur góð leiðslu og samstarvsevni umframt mennandi leiðslustíl,
• dugir at seta greið mál og at skapa úrslit,
• er ágrýtin og tænastuhugaður,
• dugir at skipa og røkja samband og at samstarva við aðrar viðko
mandi myndugleikar og áhugapartar,
• er til reiðar at taka truplar avgerðir,
• er til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar, og
• er opin og útvendur í sínum virksemi.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt í 37. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjar
málaráðið og Felag Tænastumanna Landsins uttan at vera tænastu
mannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%.
Setanarøkið er Mentamálaráðið, hini stjórnarráðini og stovnar undir
stjórnarráðunum. Tænastustaðurin í løtuni er Føroya Landsbókasavn.
Umsókn
Umsóknir við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing (cv) og øðrum
viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Ella: mmr@mmr.fo
Umsóknir skul vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. apríl 2017. Starvið
verður sett skjótast til ber.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen, aðal
stjóra, tel.:555010; ella Martin Næs, deildarstjóra, tel.: 555040.
Føroya Landsbókasavn er tjóðbókasavn føroyinga og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bók-
mentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu og er ISBN skrivstova. Á Landsbókasavninum, á J.C. Svabosgøtu 16, starvast 18 fólk.