Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1957: Væl hoyrst Tað er gleðiligt at frætt frá, at út­vaprið hoyrst væl, og nú frætt­ist so við og við, at tað hoyrist so nógv longri burt­ ur, enn nakar hevði vænt­að. Frá einum skipi, ið kom frá markn­aði og var statt umleið 300 fjórð­ingar úr Føroyum er frætt, at so væl hoyrdu teir út­varp­ið, at teir ivaðust ikki í, at teir væl kundu hoyrt tað, um teir lógu í Aberdeen. Eis­ini undan Íslandi frættist frá trolara, ið hoyrt hevur út­ varp­ið. 1975: Málstríðið í danska útvarpinum Í annaðkvøld kl 19.40 danska tíð verð­ur sending í danska út­varp­inum um málstríðið á stud­enta­skúla­num í Hoy­ døl­um. Í sendingini luttaka teir báð­ir næmingarnir, sum ikki fingu studentsprógv sein­ asta ár, Elin Henriksen og Her­mann Oskarsson. Eisini lut­taka Gunvør Hoydal, lær­ ari á stud­enta­skúlanum, og Jógv­an Jesp­er­sen, sum er til stud­ents­próv­tøku í ár, og sum sig­ur frá teimum nýggju við­ur­skift­u­num í málstríðnum. Til end­ans er samrøða við lands­stýr­is­ mann­in í skúlamálum, Finn­ boga Isaksen, sum í send­ing­ ini sig­ur seg at hava stóra á­brygd í hesum máli. Sendingin, sum verður send á pro­gramm 1, er bygd á upp­tøkur, sum danskri út­ varps­menn gjørdu í Føroyum í mars mán­aði. Stefan Sam­ søe-Petersen leggur til rættis. Hugskotið til SMS kom úr Kirkwall SOSIALURIN 1975 Leivur Johannesen: – Borgarafundurin hjá SMS reklamu- og charmeoffensiv- fundur upp undir eygaaðalfundin hjá Keypsamtøkuni S osialurin skrivaði soleiðis 7. juli 1975: » – Blaðmenn hava fleiri ferð­ir biðið býráðsformannin um pressu­fund um SMS-málið, men einki er hent enn. Nú SMS bið­ur um borg­ara­fund, játt­ar bý­ráðs­for­ mað­ur­in bein­an­veg­in Eg meti hetta sum ein reklamu- og charme­off­en­ siv­fund­ur hjá SMS áðr­enn eyka­að­ al­fund­in hjá Før­oya Keyp­sam­tøku, segði Leiv­ur Jo­hanne­sen, bý­ráðs­ lim­ur, á borg­ara­fund­i­num hjá SMS úti á lærara­skúla­høll­ini seinasta týs­kvøld. Treytaleys kautión – Eftir sáttmálanum at døma, sum SMS hevur gjørt við býráð­ið, so hev­ur komm­un­an bund­ið seg til eina teyta­leysa kau­ti­ón. Park­er­ ings­trup­ul­leik­ar­nir hjá Keyp­sam­ tøk­uni kunnu loys­ast, og um hetta verður gjørt, fá­ast nógv park­er­ings­ pláss. Góð­ur møgu­leiki er eis­ini at fáa park­eri­ngs­pláss niðri á Skála­ trøð, og tað tek­ur akk­urát 75 sek­ und at ganga frá Keyp­sam­tøk­uni og om­an hagar. Býráð­ið eig­ur ikki at blanda seg upp í SMS. Hetta er ein upp­gáva hjá hand­ils­monn­um, segði Leiur Johannesen. Býráðið læt okkum arbeiðið av SMS – Hugskotið til handilsmiðstøðina á Trappu­trøðni er komið úr Kirkwall. Bý­ráðið læt okkum arbeiðið upp á Sølu­mið­støð­ina, tí vit hava arbeitt í bestu trúgv við góðum treysti. við­tøk­ur­nar hjá SMS eru tær mest demo­krat­isku fram um allar fyri­ tøk­ur í landinum. Vit hava roynt at fing­ið før­oysk byggifeløg at vera vi í mið­stað­ar­bygg­i­ngi­ni, men hava øll borið seg undan. Eitt av før­oysku bygg­i­feløgunum hevði á­huga at vera við, men tá til stykk­is kom, tóku teyr seg aftur. Tí var ikki stórt annað at gra, enn at fáa Hoff­mann & Sønner við. SMS kem­ur at geva fleiri minni mentum keyp­monn­ um møgu­leika fyri at koma nið­an á Trappu­trøðna, segði Hans Mort­ en­sen, stjóri í P/F SMS. Einki óreglulig Petur Christiansen, byráðsfor­mað­ ur, greiddi frá, at einki óregluligt varð far­ið fram í máli­num. Hann segði seg hava tik­ið und­ir við SMS út frá býarplanmessgum sjón­ar­ mið­um.« Barbara Holm byrjaði sína starvs­leið í Miðlahúsinum við eini sending á Rás2, sum hon gjørdi saman við Tjóðhild Pat­ urs­son, sum kallaðist »Vinstra vík­i­skylda«. Hetta var í 2008. Síðani tá hevur Barbara ver­ið fastur fúsur í Miðlahúsini, sjálvt um hon hevur verið á Flat­lond­ um og lisið samskifti og sos­ial­ vís­indi á Roskilde Uni­vers­i­ tetscenter. Seinastu góða árið hev­ur Barbara stjórna viku­skift­is­ blað­num hjá Sosialinum, og síðani 1. september hevur hon verið blað­stjóri. Starvsfólk: Barbara Holm Gjørdi kvetti í túninum hjá løgregluni Sosialurin skrivar soleiðis 21. oktober 1989: »Ein maður gjørdi kvetti í túninum hjá lørgregluni í Havn mikudagin. Hann fekk ein Volvo 240 DL persónbil, trý ára gamal, fyri 40.000 kr. Og tað er minni enn hálvur prísur fyri eitt slíkt akfar, hóast kilometrateljarin stóð á 130.000. Hjá Brøðrum Petersen í Fuglafirði, sum selur Volvo í Føroyum, siga tey, at skuldi bilurin verið seldur í vanligum handli, var prísurin 95.000 - 100.000 kr. Men her var ikki talan um vanligan bandil, heldur ikki um rossahandil, hóast ein Volvo hevur nógvar hestar, men um uppboð. Bilurin hevur síðani 1986 flutt sýslumannin í Eysturoynni og hansara lógarinnar verjar millum runavík og hini plássini í sýsluni. Uppboðið var mikudagin kl 14 í túninum hjá Politistøðini í Havn. Fyrsta boðið var 25.000 kr. Men hægri bð enn 40.000 fekst ikki, og so fekk hægstbjóðandi bilin – t'a hann hevði goldið hann. Tá keypt verður á uppboði, er treytin tann, at goldið verður í hondina. Ein nýggjru Volvo 240 DL kostar 245.000 kr.« Elin Henriksen 14