týsdagur 21. mars 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
U17 landsliðið vann seg víðari við
2-1 sigri á Slovakia í bólkaspæls
kapping á Kýpros. Tórur Jacobsen
og Hanus Sørensen skoraðu málini
fyri Føroyar. Slovakia minkaði um
munin, men tað endaði við sigri,
sum ger at Føroyar blivu nummar
tvey í bólkinum og koma víðari til
sjálvt EM endaspælið í Kroatia í
mai.
Byrjaði í Luksemburg
Tað byrjaði í undanumfarinum, har
Føroyar vóru í bólki við Luksem
burg, Kekkia og Sveis. Luksemborg
átók sær leiklutin sum vertir.
Longu í fyrsta dystinum koma
ábendingar um, at føroyska liðið er
serligt.
Føroyar vinna við tveimum
málum móti ongum. Steffa Abra
hamsson Løkin og Lukas Grenaa
Giessing skora málini. Í øðrum
umfari tapa vit greitt fyri Sveis,
ið vinnur 3-0. Undan seinasta
dystinum er alt møguligt. Føroyska
liðið spælir javnleik 2-2 móti vert
unum úr Luksemborg. Aftur skorar
Lukas Grenaa Giessing, meðan hin
málskjúttin hesa ferð er Tórur Ja
cobsen.
Úrslitið í dystinum millum
Sveis og Kekkia lagar seg soleiðis,
at føroyska liðið blívur nummar
tvey í bólkinum við fýra stigum –
og er betri innanhýsis enn Kekkia.
Føroyska U17 landsliðið skrivar
søgu, sum tað fyrsta føroyska fót
bóltslandsliðið, ið vinnur seg víðari
úr undanspælinum. Lítið vistu
teir, at hetta bara var inngangurin í
søguskrivingini.
Fara fyri at vinna
Føroyar koma í bólk 8 í undan
kappingini til EM. Hetta er tann
sokallaða ”Elite Round”. Nú er prís
urin ein ferð til Kroatia, har bestu
U17 landsliðið í Evropa møtast.
Føroyar koma í bólk við Írland,
Kýpros og Slovakia.
Sum so ikki ræðandi mótstøða,
men alíkavæl ein møtimikil upp
gáva. Rás2 sjósetur nýggja sending
við heitinum ”SportBoxin”. Ein av
gestunum í fyrrapartssendingini
hendan fríggjadagin er Áki Johan
sen, venjari hjá U17 landsliðnum.
Millum skemtið og prátið um eitt
nú dømingin í Champions League
dystinum millum Barcelona og
PSG, sigur Áki Johansen, at hann
ætlar sær til Kýpros fyri at vinna.
– Vit fara til Kýpros fyri at
vinna. Tað er málið hjá okkum.
Um vit so koma nakað vónbrotnir
heim, tað er so ein onnur søga, men
vit fara fyri at vinna okkum víðari,
sigur Áki Johansen.
Liðið fer í góðari tíð avstað, men
sandstormur á Kýpros ger, at liðið
má gista í Eysturríki. Hetta er ikki
akkurát tað, sum føroyska liðið
ætlaði, men úr U17 leguni verður
hetta tosað um sum minst.
– Hetta gekk ikki akkurát so
leiðis, sum vit ætlaðu, men nú eru
vit so komnir upp á pláss, og vit
eru klárir til fyrsta dystin, sum er
ímóti Írlandi, sigur Áki Johansen,
landsliðsvenjari, tá liðið er komið
til Kýpros dagin fyri fyrsta dystin.
Bank í fyrsta dystinum
Føroyska liðið er uttan onkrar av
berandi kreftunum, tá Føroyar
spæla móti Írlandi í fyrsta dysti-
num í Elite Round. Kýpros hevur
átikið sær leiklutin sum vertur.
Longu í hálvleikinum er 2-0 til
Írlandi, ið vinnur dystin 4-0.
Beint eftir dystin, er tað lítið
sum bendir á, at føroyska liðið skal
vinna seg víðari. Dysturin skal bara
í gloymubókina.
– Nógva ferðingini seinastu
dagarnar merktist, men tað skal
alíkavæl ikki vera nøkur umbering
fyri tapið. Lítið og einki av okk
ara spæli riggaði, so hesin dystur
skal gloymast skjótast gjørligt,
segði føroyski liðskiparin, Fróði
Pætursson Rasmussen við heima
síðuna hjá FSF.
Málleyst móti vertunum
Helst skuldi føroyska liðið hava
fult, fyri at vinna seg víðari, tá
tær spældu móti Kýpros. Dysturin
endaði við málleysum javnleiki.
Føroyska liðið hevði onkrar mál
møguleika, men tað gekk ikki at
fáa bóltin beindan í málið. Stefan
Radosavljevic kom at standa væl
fyri í brotsteiginum hjá kýpriotum,
men tíverri fór skotið hjá unga
tvøramanninum omanfyri málið.
– Kýpros vóru væl fyri tekniskt,
og dugdu væl at leggja trýst á
okkum. Teir høvdu eisini bóltin
nakað meir enn vit, men eg haldi
ikki, at teir nakrantíð blivu ordiliga
farligir frammanfyri okkara mál.
Samanumtikið haldi eg, at vit
høvdu teir størri kjansirnar, og tí
eri eg bara hampuliga væl nøgdur
við tað eina stigið ímóti Kýpros,
sigur Andrias Edmundsson, sum
stóð seg væl á vinstra bakki.
Nú tora vit at trúgva
upp á tað
– Mínar vónir til dystin ímóti Slo
vakia eru góðar. Vit hava ein hóp,
Føroyska U17 landsliðið við dreingjum í fótbólti hevur
vunnið seg víðari til EM endaspælið. Tað er bæði óhoyrt og
søguligt, at eitt føroyskt landslið megnar at spæla seg til
eitt endaspæl. Her er søgan um fantastisku hendingina
ÍTRÓTTUR
EIN FANTASTISK
SØGA
U17 landsliðið til EM endaspælið:
Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35