Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 har allir vilja gera alt fyri at vinna, og vit hava skrivað søgu fyrr, so hví ikki einaferð afturat? Tað krevur sjálvandi nógv av hvørjum einstøkum spælara og venjarunum, men eg trúgvi at tað ber til, sigur Tórur Jacobsen, áleypari á U17 lands­liðnum við heimasíðuna hjá FSF undan dystinum. Fyrr var murran, at føroyskir fótbóltsspælarar gjørdu best at tiga og ikki hava ov nógvar vónir, men góðu úrslitini yvir alla lands­ liðslinjuna hava broytt tað. Hug­ burðurin við at trúgva upp á seg sjálvan riggaði. Treytirnar fyri viðari luttøku eru, at føroyska liðið vinnur á Slovakia meðan Kýpros ikki vinnur á favorittunum. Umframt tað, so skal Føroyar standa eg betur enn eitt av hinum sjey londunum, sum blíva nummar tvey í sínum bólki. Her telja bara stigini í dystum móti nummar eitt og trý. Bragdið Dysturin móti Slovakia er bara 28 minuttir gamal, tá Tórur Jacobsen úr KÍ er fyrstur á ein bólt, sum endar á yvirleggjaranum. Hann kann róligur trilla bóltin í málið. Í seinna hálvleiki eru tað aftur Føroyar, sum eru vandamiklast. Fimm minuttir eru farnir av seinna hálvleiki, tá Lukas Giessing sendir eitt framúr innlegg í pan- nuna á Hanusi Sørensen, sum skorar. Gleðin er til at fáa eyga á, tí nú eru Føroyar nær við. Slovakia skifti nú út og legði nógv fyri. Tað endaði við, at Marián Pišoja minkaði um munin. Seinastu løtuna trýst Slovakia fyri at fáa málið, ið hevði sent teir avstað til Kroatia, heldur enn Føroyar. Í evstu løtu fekk Magnus H. Jacobsen sítt seinna gula kort og bleiv útvístur. Føroyska liðið megnaði at standa ímóti og vinna 2-1. Úrslitið merkir, at Føroyar við fýra stig á øðrum plássi eru víðari til EM endaspælið í Kroatia í mai. Fleiri túsund sæð gleðismyndirnar Stutt eftir dystin kemur eitt sjón­ bandabrot frá løtuni, tá dóm­ arin bríkslar fyri seinastu ferð. Brotið er víst næstan 30 tús­und ferðir á avspælaranum hjá Fót­ bóltssambandinum. Sig­ur­in hevur eisini havt sína ferð í føroyskum miðlunum og á Facebook. Heima­ síðan hjá UEFA brúkti eisini Før­ oyar, sum inngangsvinkul til grein­ina um, hvør er komin til EM- enda­spælið, sum verður í Kroatia frá 3. til 19. mai. Móttøka verður í FSF húsinum í dag klokkan 15. U17 landsliðið hevur aftur skriv­ að søgu, men spurningurin er um søguskrivingin er komin á mál, tí føroyska liðið er óvanliga evnaríkt. trondur@sosialurin.fo ÍTRÓTTUR Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin Hópurin, sum var við í Kroatia Málverjar Bárður á Reynatrøð, Víkingur Bjarti Vitalis Mørk, HB Verjuleikarar Gundur Ellingsgaard Petersen, Valur (ICE) Fróði Pætursson Rasmussen, B36 Jógvan Petersen, HB Dann Fróðason, 07 Vestur Andrias Edmundsson, B68 Sveinur Lava Olsen, HB Elias El Moustage Miðvallarar Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur Magnus Holm Jacobsen, B36 Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN) Sølvi Sigvardsen, NSÍ Filip í Lia, AB Stefan Radosavljevic, TB Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN) Símun Sólheim, HB Framherjar Tórur Jacobsen, KÍ Steffan A. Løkin, NSÍ Dystir: Írland – Føroyar 4-0 Kýpros – Føroyar 0-0 Føroyar – Slovakia 2-1 Bólkur 8: 1. Írland 9 stig 2. Føroyar 4 3. Slovakia 3 4. Kýpros 1