Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VIÐMERKINGAR Hugaligt at síggja úrslitini Fleiri ítróttargreinar fáa nógv størri møguleikar, nú ítróttarhøllin á Hálsi verður útbygd til tvíhøll og enntá bjóðar judo og borðtennis spildurnýggjar umstøður. Her síggja vit enn eitt arbeiðsúrslit hjá undanfarnu býráðssamgongu Heðin Mortensen Býráðslimur Stóra hallar­út­ bygg­ingin á Hálsi í Havn er nú komin so mikið áleiðis, at høllin er reist og verður innilokað. Ikki sørt, at tank­arnir leita aftur til byggingina av høllini 1969, tá vit eisini sóu hesar flottu konstruktiónirnar daga upp ímóti luftini. Nú er tað í útsynningsendanum, at vit síggja víðkaðu høllina taka skap upp á sama máta, og tað er avgjørt ein hugalig sjón. Í mong ár hevur verið arbeitt miðvíst fyri at geva ítróttinum bestu umstøður, tí vit vita jú øll, at her er talan um íløgur í uppalandi frítíðarvirksemi, sum í síðsta enda fleirfalt kemur samfelagnum aftur til gleði og gagns. Her hava vit sum høvuðsstaðarkommuna gingið undan, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Snøgg tjóðarhøll Stóra útbyggingin á Hálsi snýr seg um eina tvíhøll, so vit fáa ein hondbóltsvøll í fullari stødd aftrat, og tá stórir dystir skulu spælast í eitt nú hondbólti og flogbólti, verð­ ur pláss fyri nógv fleiri áskoðarum aftrat. At pláss verður fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoð­ araplássum, umframt at tveir flyti­ ligir pallar til áskoðarar koma aftrat, fer at geva stórum ítróttar­hendingum her á landi heilt nýggj­ar og dagførdar karmar, ið koma at lyfta alt upp á eitt hægri stig. Tvíhøllin á Hálsi verður nú ein enn meira sjálvsøgd og snøgg tjóðarhøll til finalustevnur, lands­ dystir og aðrar altjóða dystir hjá innanduraítróttinum, umframt at nýggju hallarumstøðurnar geva pláss fyri eitt nú stórum konsertum við upp til 3.000 áhoyrarum. Ikki er tað tó bara sjálv høllin, sum vit kenna hana, ið stendur í vøkstri, tí samstundis verða gjørd nýggj høli til judo og borðtennis, ið langt um leingi kunnu gleða seg til heilt aðrar umstøður, enn hesar ítróttargreinar kenna til frammanundan. Tað er so sanniliga eisini at frøast um. Meira sett í gongd Samstundis verður tvífim­leika­ høllin í Skúlanum á Argjahamri umbygd og víðkað til at fevna um eina ítróttarhøll í fullari stødd við áskoðaraplássum. At Argir nú fær sína egnu høll, er tiltrongt, tí serliga vestari partur av kommununi hevur verið eftirbátur í so máta, og tá tað um tvey ár verður farið undir at gera nýggjar ítróttarhøll í Skúlanum á Fløtum, verður talan um stóran bata. Við øðrum orðum kemur tað veru­liga at merkjast, at undan­ farna býráðssamgonga setti sær fyri, at størsta takið síðani Hoy­ víks­høllina skuldi takast fyri at bøta um umstøðurnar hjá innan­ dura ítróttinum. Ikki minst fær hetta ómetaliga stóran týdning í gerandisdegnum, at hesar um­ støður verða rúmsáttari, tí longu frammanundan er tørvurin á fleiri hallartímum ovurstórur. Vit settu okkum sum mál, at vit vildu taka eitt munagott tak fyri at geva okkara ungdómi og øllum borgarum enn størri møguleikar til at njóta ítrótt í síni breiðastu merking. Tingini blivu sett í gongd, og tí er tað hugaligt at síggja, at hetta arbeiði gongur fram ímóti einum snotiligum úrsliti, vit øll kunnu fegnast um. Føroyar á topp 10 í dálking Nú, eftir árskiftið, kunnu vit staðfesta, at vit hava yvirhálað USA, tá ið um ræður útlát av veðurlagsgassum. Føroyar eru nú at finna millum topp 10 í útláti av veðurlagsgassum og eru við 17,5 tonsum fyri hvønn føroying á sætta plássi, sam-bært altjóða orkustovninum, IEA Thormann Kruse Hetta er beinleiðis í andsøgn við mál­ setningin, sum samgongan hevur sett sær, har útlátið skal mink­ ast við einari helvt fram til 2030. Enn er fram­vegis onki veruligt politiskt stig tikið á leiðini, sum skal minka um oljunýtsluna. Fyri tveimun árum síðani vóru Føroyar at finna á 22. plássi, við góðum 12 tonsum pr. íbúgva, (World Bank), so framgongdin er stór, nú vit hava økt útlátið upp til 17,5 tons pr. íbúgva. Meðan heimsins lond royna at minka um útlátið av veður­lags­ gassum, sita okkara politikkar í ráðaloysi. Vantandi strategi í orkumálum, ger at Løgtingið verður biðið um at taka støðu til hissini loysnir, t.d. um onkrir brúkarar skulu gjalda mvg ella ikki av hitapumpum, elbilinum ella øðrum orkuhaldstólum. Vantandi varandi orka Trupulleikin er heilt einfalt, at okkara samlaða grøna íkast einans er 6% av tørvinum: Vatn við 3,3% og vindur við 2,7%. Meginparturin av okkara orku­ tørvi, heili 94% fáa vit úr olju, og tað er hendan partin, sum vit skulu heysta úr varandi orku. Vindorka er besta boðið, har vit kunnu heysta nógva varandi orku. Okkara veðurlag er sera vælegnað til vindorku, tí her er vind­ur næstan hvønn dag. Skal øll orkunýtsla á landi koma úr varandi orku í 2030, er neyðugt at seta upp 27MW av vindorku á hvørjum ári komandi 12 árini, t.v.s. tilsamans omanfyri 300MW av vindmyllum. Til samanbering kann nevnast, at vit í løtuni hava vindmyllur, sum kunnu framleiða umleið 20MW. Ongin møguleiki at velja millum olju ella grøna orku Í dag hava vit sum brúkarar ongan møguleika at kunna velja millum olju og grøna orku. Vit kunnu ikki velja eina grøna orkuskipan, tí vit kunnu ikki velja at keypa varandi orku. Veljast kann millum olju til oljufýringina ella el framleitt úr olju til hitapumpuna. Úrslitið er hitt sama - vit dálka akkurát líka illa. Kósin í dag er skeiv. Ístaðin fyri at byggja varandi orkuskipanir, verður bygt oljurikið verk á Sundi fyri nærum 1 milliard krónur. Fyri hesa upphædd høvdu vit kunna fingið sett upp 100MW av vindorku, t.v.s. næstan triðingin av allari tí orku, sum vit hava tørv á fyri at náa málinum fram til 2030! Skipað tilgongd Skulu vit gerast grøn, er neyðugt, at fleiri aktørar sleppa framat við nýskapandi loysnum, sum kunnu gagna samfelag okkara. Okkum tørvar grøna og bíliga orku. Tíðin við einahandli og einka­ rætti innan orkuøkið er ikki tíðar­ hóskandi. Frí kapping vil tryggja brúk­ aranum besta prísin. Onnur lond hava skipaðan el­ marknað, á sama hátt sum okkara fiskamarknaður, har ber til at keypa og selja el eftir tørvi, og har tað er útboð og eftirspurningur, sum avgera prísin. Tunnilstáttur Lag: Kongen af Danmark lader sig hævne (Strandatátturin) 1. Nú upprann tann dagur, at tunnil skal gerast ./. Under så grøn en lide ./. frá Strondum til Toftir og Hvítanesar. ./. Kongen af Danmark lader sig hævne ./. 2. í Selvindis bøi tað byrjast skal, at spreingja til Havnar í áratal. 3. Gamli Niels Jacob, sum fyrr átti garðin, at bøurin verður so illa viðfarin. 4. Grannarnir báðir í Gørðum, og síðan tann gamli Andreas á Forunum. 5. Teir eru allir í grøvina lagdir, so ringt er at gita, hvat teir høvdu sagt her. 6. Og Ringlasteinur, ja illa er vorðið, fyrst klovin, og síðan til ífyllu vorðin. 7. Fyrst rímdi Trøllið, men steinur stóð, har sjógvur um steinin í øldir dró. 8. Løgið tað er, sjálvt um søgnin lekur, at stein til Gráastein Alfred tekur. 9. Ja, mangt umbroytist á mansins ævi, má tunnilin blíva til nyttu, Gud gævi. 10. Tað framtíðin krevur, vit ei kunnu forða, nú Tangafjørðin teir sundur bora. 11. Gud er tann, ið øllum valdar, ./. Under så grøn en lide ./. frá Strondum av og til verðina alla. ./. Kongen af Danmark lader sig hævne ./. Andrias Sjóvará