mikudagur 6. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 190 - 6. oktober 2004
Nr. 190 - 6. oktober 2004
19
Summi fólk, sum
kama ið bili á flog-
vøllin, virða ikki
ferðslulógina, men
koyra og parkera,
sum teimum lystir,
hóast forboð er
týðuliga merkt
FERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar: Hóast góðir møgu-
leikar eru fyri parkering við
flogvøllin, eru fólk, sum
velja at seta bilarnar ólóg-
liga. Tað kann so enda við
at kosta teimum fleiri ferðir
tað, sum tað hevði kostað,
um tey settu bilarnar á
eftiransaða parkeringsøkið
við flogvøllin.
Parkeringsøkini við flog-
vøllin eru skpað ymsan
hátt. Summi við tíðarav-
markaðari parkering, har
ikki er neyðugt at gjalda,
um ein heldur ásettu tíðir-
nar.
Onnur øki kunnu brúkast
móti gjaldi, og har er eisini
fólk, sum ansar eftir bilun-
um. Eitt nú, tá fólk eru
uttanlands og ferðast.
Men so eru eisini øki
uttan fyri góðkendu parker-
ingsøkini, sum ikki eru
ætlað at seta bilar á, og har
tað eisini er beinleiðis við-
merkt, at forboð er. Kortini
eru tað fólk, sum av eini-
hvørjari orsøk velja at seta
sínar bilar júst har.
Men tey, sum gera tað,
kunnu vænta at koma aftur
til eina bót, sigur Regin
Jespersen, sýslumaður í
Vágum. Løgreglan skrivar
regluliga bøtur á parker-
ingsplássunum við flog-
vøllin, sigur hann. Bæði á
tíðaravmarkaðu plássunum,
og sálvandi eisini har, sum
beinleiðis forboð er at seta
bilarnar.
Fólk, sum hava sítt dag-
liga yrki á flogvøllinum,
kæra seg javnan um, at tað
er so ringt hjá teimum at
finna parkeringspláss, tá
tey koma til arbeiðis. Ofta
endar tað við, at tey noyð-
ast at seta bilarnar frá sær á
tíðaravmarkaðu parkerings-
økini, tí økið, sum tey ann-
ars áttu at havt atgongd til,
er upptikið av fremmand-
um bilum. Úrslitið er
mangan
ein
áhaldandi
gongd út á parkeringsøkið
at flyta bil og parkerings-
skivu. Hetta fer við nógvari
tíð og er sera órógvandi fyri
arbeiði teirra, verður sagt.
Tað er Landsverk, sum
eigur parkeringsøkini og
hevur ábyrgdina av merk-
ingini.
Oyvindur Brimnes, stjóri
á Landsverki, sigur, at økini
framman fyri terminalin
eru merkt, sum tey skulu,
og at tað so er upp til løg-
regluna at ansa eftir, at
ásetingarnar verða hildnar.
Hann sigur, at nýggja
parkeringsøkið, sum gjørt
er, gevur pláss fyri fleri
parkeringsbásum bæði til
stutt- og langtíðarparker-
ing.
Stutttíðarparkeringin er
tveir tímar, og hon er
ókeypis. Treytað av, at regl-
urnar verða hildnar. Lang-
tíðarpearkeringin
kostar
30,- krónur um dagin. Men
so er eisini eftirlit við bil-
inum, meðan hann stendur
á økinum.
Oyvindur Brimnes sigur,
at merkingin er liðug, men
enn væntar at hegnað
nýggja langtíðarøkið av.
Sum er, er tað bert av-
markað við betongklossum,
og pengar eru í løtuni ikki
tøkir til meira, sigur hann.
Um økið yvir móti han-
garinum, har ætlanin er, at
starvsfólkini skulu kunnu
seta sínar bilar, sigur hann,
at Landsverk eigur økið,
men hevur latið tað til
Statens Luftfartsvæsen at
umsita. Tað má so vera upp
til SLV og løgregluna t hava
eftirlit við, hvsussu økið
veður nýtt, heldur stjórin á
Landsverki.
Landsverk hevur gjørt
eina fyribils avtalu við eitt
privat vaktarfelag um at
hava eftirlit við langtíðar-
parkeringini. Avalan hevur
riggað væl og er eisini
longd. Ætlanin er endaliga
at bjóða hana út nakað
skjótt,
sigur
Oyvindur
Brimnes.
Halda hánt um ferðslulógina
Vandaðu
veður
Norrøna, sum fór
til Íslands mána-
dagin, vendi aftur
fyri veður. Skipið
verður liggjandi á
Havnini, til farið
verður til Dan-
markar
SJÓMANSSKAPUR
Edvard Joensen
Norrøna vendi aftur av
íslandstúrinum, sum
byrjaði í Havn mána-
dagin. Illveður var á
leiðini, og gjørt varð
av at venda aftur til
Havnar, har skipið nú
liggur.
Illveðrið, sum vænt-
andi var at koma hend-
anveg, liggur í skriv-
andi stund millum
londini, og skiparin á
Norrønu metti tað vera
so mikið ófantaligt, at
hann valdi heldur at
koma heilur aftur til
lands, enn at royna at
halda
ferðaætlanina
við vanda fyri, at skaði
kundi henda á skip og
farm.
Norrøna
kom
á
Havnina
fyrrapartin
týsdagin og verður
liggjandi, til hon fer til
Danmarkar hóskvøld-
ið, sigur Áki Jespersen
á Smyril Line. Hann
hevði einki frætt um
skaða umborð yvir-
høvur, segði hann við
Sosialin beint eftir, at
Norrøna var komin
aftur til Havnar.
Ikki bara millum
londini er illveður. Eis-
ini úr Íslandi frættist
frá rættiliga ringum
veðri týsdagin. Sagt
varð millum annað, at
flogferðslan á Eystur-
landinum lá still, og at
á Seyðisfirði lá allur
býurin í streymloysi.
Hóast týðuligt forboð er fyri at koyra inn á økið oman fyri parkeringaplásisni við flogvøllin, eru
tað fólk - hóast tey ivaleyst hava koyrikort - sum ikki tykjast vita, hvat runda, reyða skeltið við
hvítu strikuni merkir. Tað kostar teimum so eina parkeringsbót, tá løgreglan kemur framvið
Mynd: Edvard Joensen
Talið av ferðafólkum,
sum ferðaðust um
flogvøllin í Vágum
fyrstu tríggjar árs-
fjórðingarnar í ár, er á
leið tað sama, sum tað
var somu tíð í fjør
FERÐAFÓLKA-
FLUTNINGUR
Fyrstu níggju mánarnar í ár
hava 132.599 feðfólk ferð-
ast um flogvøllin í Vágum.
Hetta er eitt hálvt prosent
meira enn somu tíð í fjør.
Fyri september mána er
talið eisini á leið tað sama
sum hendan mánan í fjør.
Tó bara á leið, tí í ár ferð-
aðust 172 fólk færri um
flogvøllin í september, enn
tey gjørdu í september í
fjør. 13.074 móti 13.246,
sum er ein minking upp á
1,3 prosent.
Á Danmarkarrutunum er
ein vøkstur í ferðafólka-
talinum at merkja. Men til
Íslands og Bretlands er
minking. Eisini eru komur
og fráfeðrir fækkaðar í mun
til í fjør, sigur Statens Luft-
fartsvæsen í tíðindaskrivi
um dagarnar.
Eisini postur og farmur,
sum flutt eru um flogvøllin,
eru á leið tað sama í sep-
tember í ár, sum í sep-
tember í fjør.
Men
samanlagt
fyri
fyrstu tríggjar ásfjórðing-
arnar vísa hagtølini, at av
posti er heldur minni flutt
loftvegis, men farmaflutn-
ingurin tykist vera í vøkstri.
ej
Stendur í stað
Flogførini, sum flúgva millum Vágar og útheimin, flyta umleið líka nógv fólk í ár, sum tey
gjørdu í fjør. Tó er vøkstur á Danmarkarrutunum og minking á øðrum rutum
Mynd: Edvard Joensen
Sterki reyði liturin vísir
nógva vindin, sum var á
rutuni há Norrønu, tá
gjørt varð av at venda
aftur til Haavar heldur
enn møguliga at leggja
seg at andøva millum
londini
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
6. oktober. Broderus. Ókent halgimenni.
Doru á Torv-
laðnum 50 ár
Í dag mikudagin 6.oktober
fyllir ein kendur havnar-
maður úr Rumerniu 50 ár.
Doru á Torvlaðnum er
føddur í Bucarest í 1954 og
búsettist í Føroyum í 1989.
Fyrstu árini arbeiddi
hann á Jarðfrøðisavninum,
sum tá var ein mikrostovn-
ur við 3-4 starvsfólkum.
Seinni
gjørdist
hann
goymsluleiðari á savninum,
tá tað varð lagt saman við
Oljumálastýrið í Brekku-
túni. Hetta starv hevur
hann røkt í sløk 10 ár.
Størsti áhugugi hansara
er útróður. Síðsta hálva árið
hevur hann róð út burtur av,
við snotuliga báti sínum.
Hóast føddur stórbýar-
búgvi, so trívist hann eina
best á sjónum. Doru gong-
ur høgt upp í yrkið sum út-
róðrarmaður og hevur sett
seg gjølla inn í serligu
viðurskiftini,
sum
eru
galdandi kring Føroyar.
Hann hevur funnið sítt
pláss her í Føroyum og fáur
er meiri heimkærur enn
hann.
Doru er giftur Guðrið, og
tey eiga børnini Sólveig 5
ár og Poul Jóhan 4 ár.
Fríggjadagin 1. oktober var
móttøka í skúlanum á
Ziskatrøð
í
Klaksvík.
Høvið var tað, at tveir av
lærarunum 1. august í ár
høvdu 40 ára starvsdag.
Teir eru Helgi Danielsen og
Asbjørn Lómaklett. Merk-
isvert við teimum báðum
er, at teir frá smádreingi av,
og inntil teir høvdu lokið
læraraprógv á Føroya Lær-
araskúla í 1964, fylgdust á
útbúgvingarleiðini, og at
teir eftir at hava lokið prógv
fingu starv í sama skúla.
Helgi Danielsen, sum er
føddur í Klaksvík 8. febru-
ar í 1941, hevur øll árini
síðan hann leyk lærara-
prógv, arbeitt í skúlanum í
Klaksvík, har hann serliga
hevur verið kendur fyri síni
serliga góðu evni í nátt-
úrufrøði ella fysikk.
Asbjørn Lómaklett er
føddur í Klaksvík 18. nov-
ember í 1940. Hann var
lærari í Klaksvík 1964-70,
á Húsum og Syðradali
1971-72 og aftur í Klaksvík
síðani
1972.
Skúlaárið
1970-71 var hann á árs-
skeiði á DLH.
Tá ið skúlin í Klaksvík í
1979 varð býttur sundur í
Ósáskúlan og Skúlan á
Ziskatrøð, gjørdist Asbjørn
skúlastjóri á Ziskatrøð.
Hetta starvið hevur hann nú
røkt í eina fjórðings øld.
Hann er framvegis skúla-
stjóri, og Helgi Danielsen
er framvegis millum lærar-
nar á Ziskatrøð.
Bæði Helgi og Asbjørn
funnu sær konu úr syðra
partinum av Suðuroy. Helgi
er giftur við Sigurbjørg,
fødd Jacobsen og ættað úr
Sumba, og Asbjørn er gift-
ur við Michalu, fødd Toft-
um og ættað sunnan úr
Vági.
Nógv fólk varð savnað til
móttøkuna fríggjadagin, og
fleiri nýttu høvi at bera eina
heilsu. Millum hesi var
Eigil Hentze, varaskúla-
stjóri á Ziskatrøð, Stein-
bjørn Jacobsen, býráðsfor-
maður, Símun Petur Hjelm,
skúlastjóri í skúlanum við
Ósánna, og Jan Danielsen,
sonur til Helga Danielsen.
Asbjørn Lómaklett hug-
leiddi og takkaði vegna teir
báðar, sum nú hava verið
lærarar í 40 ár, og sum nú
eru elstu lærararnir í skúl-
anum á Ziskatrøð.
90 ára føðingardagur
Í dag, 6. Oktober, verður Margit Dam, Húsavík, 90 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni frá kl.
16–18.
Tveir 40 ára starvsdagar
Hans Eiler Hammer,
sóknarprestur í Klaks-
vík, fer í farloyvi frá
12. oktober og umleið
tveir mánaðir fram.
Hann fer á skúla í
Stavanger at nema sær
meira kunnleika til at
arbeiða við menniskj-
um við sálarligum
trupulleikum
FARLOYVI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Um eina viku fer Hans Eiler
Hammer av landinum til
Noregs. Hann skal á eitt
skeið á Missións Háskúl-
anum í Stavanger í Norra,
har hann skal nema sær
størri kunnleika innan sálar-
røkt, við serligum atliti til
menningartarnað, sálarliga
sjúk og tey sum hava verið
út fyri brádligum missi í
sambandi við vanlukkur.
– Hetta er nakað, sum
hevur ligið í luftini í eina
tíð. Eg havi hugsað um tað
í eina tíð, sigur sóknar-
presturin í Klaksvík.
Hann greiðir frá, at hann
ynskir sjálvur at nema sær
meira útbúgving innan sál-
arliga økið.
– Tað er viðhvørt, at ein
kemur út fyri viðurskiftum,
har ein hevði viljað havt
meira kunnleika um eitt
ávíst øki, sigur hann.
Skeiðið, sum Hans Eiler
skal á er upprunaliga eitt
hálvt ár, men hann hevur
fingið loyvi til bert at taka
teir seinastu mánaðirnar.
Farloyvið hjá honum er
frá 12. oktober til 17. des-
ember. Hann visti ikki,
hvør ella um nakar kemur
fast í hansara stað, meðan
hann er burtur.
– Tað er helst fyrst og
fremst eitt ting, sum Niels
Pauli og bispur gera av,
sigur Hans Eiler Hammer,
sóknarprestur.
Hans Eiler í farloyvi
Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í Klaksvík, fer á skúlabonk í Noregi í tveir mánaðir frá 12.
oktober
Mynd: Bárður Lydersen
C
M
Y
K
19
18