Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 • mikudagur • 6. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir fyrra upp- og niðurflytingardystin millum B71 og ÍF á Sandi mánadagin, er alt púra opið undan returdystinum í Fuglafirði í kvøld. UPP- OG NIÐURFLYTING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Spenningurin er stórur und- an dystinum millum ÍF og B71 í Fuglafirði í kvøld. Tá ið liðini bæði spældu fyrra upp- og niðurflytingardyst- in á Sandi mánadagin, vann B71 1-0, og tí er einki av- gjørt enn. Dreymamál Tað var ikki av bestu lík- indum til at spæla fótbólt heima á Sandi mánadagin, og vindurin var nógvur. Sandoyingar høvdu vindin ímóti í fyrra hálvleiki, men tað tóktist tó ikki at nerva spælið nakað serligt. ÍF hevði nakrar royndir á málið hjá B71, men tó ikki nakað, ið av álvara kundi hótta roynda pólverjan, Waldemar Novicki, í mál- inum hjá B71. Ístaðin var tað heimaliðið, sum um miðjan fyrra hálvleik kundi leggja seg á odda. Sandoyingar vóru í álopi, og ein bóltur bleiv sendur inn í brotsteigin hjá ÍF. Bartal Eliasen var hægstur og fekk skallað út frá, men beint til brasiliu- mannin hjá B71, Clayton Soares, sum úr 25 metra fjarstøðu heilflúktaði bólt- in í meskarnar, uttan at Karstin í málinum hjá fugl- firðingum hevði nakran sum helst møguleika at bjarga. Eitt sera, sera vak- urt mál. Sandoyingar áttu eisini at fáa ein gyltan møguleika til at økja um leiðsluna, tá ið Eli Hentze slapp fram- við málverjanum hjá B71, sum síðani feldi roynda álopsmannin. Eingin ivi var um brotssparkið frætta vit bæði úr Fuglafirði og av Sandoy, men dómarin lat ikki við seg koma. Fuglfirðingar vóru nær við at javna, og besta møguleikan hevði Høgni Zachariassen, sum púra leysur sendi skallara á stongina og út til málspark. Fyrri hálvleikur var sum heild javnur, men sandoy- ingarnir høvdu verið neyv- ari, og tí vóru tað teir, sum vóru á odda, tá ið farið var til hálvleiks. ÍF tók yvir Í seinna hálvleiki vóru gestirnir úr Fuglafirði við yvirlutan. ÍF trýsti óført fyri at javna, men tað gekk ógvuliga striltið at raka málið. Ein tann størsta møgu- leikan hjá ÍF hevði Høgni Zachariassen, tá ið ein bóltur bleiv sendur innfyri til hansara, men púra ódekkaður og fyri opnum máli rakti Høgni ikki bólt- in, tá ið hann skuldi skalla hann í tóma málið. Sandoyingar høvdu eis- ini onkrar skotroyndir á ÍF- málið, men Karstin í mál- inum hevði fult tamarhald á tí mesta. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og tí er tað B71, sum er omaná undan dystinum í Fuglafirði í kvøld. Tríggir týðandi leikarar hjá ÍF vóru undan dystin- um á Sandoy mánadagin í vanda fyri at fáa leikbann, um teir fingu eitt gult kort í fyrra dystinum, men hvørki Bartal Eliasen, Rúni Elttør ella Fritleif í Lambanum fingu nakra ávaring, og tí eru teir allir við í spennandi dystinum í kvøld. Dysturin í Fuglafirði í kvøld byrjar klokkan 17.00, og dómari verður Lassin Isaksen. Hjálpar- dómarar verða Jón Kári Fredrikssen og Jens Albert Simonsen. Alt er púra opið HB væl á veg í 2. deild Unga manningin á 3. deildarliðnum hjá HB gjørdi bart í fyrra upp- og niðurflyting- ardystinum móti 2. deildarliðnum hjá KÍ um rættin til at spæla í 2. deild komandi ár. HB vann dystin í Klaksvík 4-0 UPP- OG NIÐURFLYTING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Undan dystinum vóru tað kanska fleiri, ið mettu, at HB ikki fór at gera nakað við liðið hjá klaksvíking- um, tí tað hevur ikki gingið so væl hjá teimum næst- bestu hjá HB, ið blakaðu trygga leiðslu í 3. deild fyri borð seinastu umførini í landskappingini. Kend andlit Á báðum liðunum vóru nøkur kend og roynd andlit. Í málinum hjá KÍ stóð eingin annar enn sjálvur landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, og harafturat vóru bæði Marek Wierbicki og Harley Bertholdsen við á KÍ-liðnum. HB-liðið var sum áður- nevnt sera ungt, men nakrir veteranir vóru tó eisini við. Ingi Rasmussen var á sentrala miðvøllinum, og frammi í álopinum var 41 ára gamli Gunnar Mohr, sum enn hevur gamla mál- tevið. Tað kom bert tað eina málið í fyrra hálvleiki. Gunnar Mohr streyk avstað í øðrum borðinum, og hann sendi eitt hart innlegg móti álopsfelagnum Herman Mortensen, men ístaðin rakti bólturin ein verjuleik- ara hjá KÍ í búkin og snýtti Jákup í málinum hjá KÍ. T að sást á øllum brøgdum, at HB-liðið var sera uppsett til dystin, og serliga á miðvøllinum var havnarlið- ið við yvirlutan. Hittast aftur um tvær vikur Í seinna hálvleiki gekk bert ein lítil løta, so hevði HB økt um leiðsluna. Herman Mortensen fangaði bóltin frá KÍ-verjuni, og tá ið hann sá, at Jákup Mikkel- sen var staddur rættuliga uttarlaga, gúppaði hann bóltin í einum bleytum boga upp um landsliðsmál- verjan og í málið til 2-0. Nakað seinni økti HB til 3-0, tá ið ungi miðvallarin Roy Poulsen við einum frá- líkum langskoti sendi í net- ið, og seinasta orðið í dystinum átti veteranurin Gunnar Mohr. Hann slapp leysur móti málinum hjá KÍ, og nærum av gomlum vana sendi hann framvið Jákupi til 4-0, og harvið hevur havnarfelagið allar møguleikar fyri at vinna sær sess aftur í næstfremstu deildini í føroyskum fót- bólti. Í mun til uppgerðirnar millum ÍF og B71 um rætt- in til at spæla í 1. deild, sum verður avgjørt í kvøld, verður seinni dysturin mill- um KÍ og HB ikki leiktur fyrr enn um slakar tvær vikur í Havn. Dystur í dag: Upp- og niðurflytingardystur 1/2 deild Fuglafjørður Kl. 17.00 ÍF-B71 Dómari: Lassin Isaksen Tað leikaði mangan hart á framman fyri málinum hjá Jákupi Mikkelsen, tá ið KÍ og HB mánadagin leiktu fyrra upp- og niðurflytingardystin um rættin til at spæla í 2. deild komandi kappingarár. mynd: Símun á Høvdanum 21 20 Nr. 190 - 6. oktober 2004 UTTAN ÚR HEIMI Bigley latin øðrum Kuwaitiska blaðið Al-Rai-Aam vil vera við, at teir, sum burturfluttu bretan Kenneth Bigley í Irak, hava latið einum øðrum felagsskapi hann. Nú sigur Paul Bigley tað sama. Hann hevur gott sam- band við fólk í Kuwait, og hann sigur seg hava fingið varhugan av, at bróðurin nú situr gísli hjá einum øðrum felagsskapi. Sum skilst vil felagsskapurin, sum nú hevur Kenneth Bigley sum gísla, hava pengar aftur fyri at lata hann leysan. Teir upprunaligu burturflytararnir kravdu, at allar kvinnur í irakskum fongslum skuldu latast leysar, men amerikanararnir sýttu fyri at gera eftir hesum kravinum. Paul Bigley sigur við Reuters, at vilja burturflytarar- nir hava pengar aftur fyri at lata bróðurin leysan, kann ein loysn finnast. Sjálvur hevði hann vónað at fáa hjálp frá bretsku stjórnini, men ta vónina hevur hann mist, sigur hann. Ístaðin fyri hevur Paul Bigley havt samband við libysku stjíornina, samstundis sum írska stjórnin hevur verið í sambandi við jordanska kongin, Abdullah, og palestinska leiðaranm, Yasser Arafat, fyri at fáa teir at gera sítt til, at Kenneth Bigley verður latin leysur. At Ír- land er komið upp í málið kemst av, at Kenneth Bigley er hálvur íri. Liva av tí almenna Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at umleið 880.000 danir liva av pengum frá tí almenna. Tað svarar til fjórða hvønn dana ímillum 18 og 66 ár, og tá er stuðulin til tey lesandi ikki taldur við. Kortini eru tey, sum liva av almennum stuðuli, færri í tali nú enn fyri tíggju árum síðani, skrivar Politiken. Í 1995 livdu 28 prosent av teimum, sum vóru ímillum 18 og 66 ár, av almennum stuðuli, men tá arbeiðsloysið fór at minka í seinnu helvt av nítiárunum, minkaði stuðul- in frá tí almenna eisini. Danskir búskaparfrøðingar hava kortini fremstafing- ur á lofti. Teir siga, at sjálvandi er tað gleðiligt, at færri liva av pengum frá tí almenna, men samstundis skal havast í huga, at tað verða færri og færri til at bera byrðarnar, og at talið á eldri fólki fer at veksa nógv í komandi árum. – Tí er tað umráðandi, at fólk, sum í dag liva av al- mennum stuðuli, fáa eitt arbeiði ístaðin fyri, sigur búskaparfrøðingurin Thomas V. Pedersen við Politiken. Útvarp fekk bót Ein útvarpsstøð í Uganda hevur fingið bót, tí hon hevði eina samrøðusending við samkyndum monnum. Ugandiski kunningarmálaráðharrin, Nsaba Buturo, vil vera við, at sendingin eggjaði fólki til at liva sum samkynd. Uganda er eitt guðrøkið land, og tað er ólógligt at liva sum samkyndur her, sigur ráðharrin, og hann kærdi tí útvarpsstøðina fyri útvarpsnevndini. Úrslitið var, at støðin fekk 7.000 krónur í bót. Bótina hevur útvarpsstøðin goldið, men hon hevur samstundis gjørt vart við, at hon ætlar sær ikki at góðtaka fleiri bøtur av hesum slagnum. Joshua Kya- limba, útvarpsmaður, sum legði sendingina við teimum samkyndu til rættis, sigur, at tey samkyndu hava rætt til at bera síni sjónarmið fram. Ein av læknunum, sum hava kannað fyrrverandi kilska einaræðisharran, vil vera við, at Pinochet minnist einki RÆTTARMÁL Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrrverandi einaræðisharr- in í Kili, Augusto Pinochet, minnist so illa, at hann er ikki førur fyri at svara fyri seg í einum rættarmáli. Tað sigur læknin Sergio Ferrer. Saman við tveimum øðrum læknum hevur hann kannað heilsuna hjá tí 88 ára gamla Pinochet, og niðurstøða hansara er, at tann gamli forsetin er viknaður nógv í seinastuni. Hinir báðir læknarnir hava ikki kunngjørt enn, hvat teir halda um heilsu- støðuna hjá Pinochet. Teir hava boðað frá, at teir fara at kunngera síni úrslit fríggjadagin. Tað var dómarin Juan Guzman, sum bað teir tríggjar læknarnar kanna Pinochet. Dómarin vil hava greiði á, um Pinochet kann koma fyri rættin, so hann kann ákærast fyri brots- verkini, sum einaræði hans- ara framdi í árunum frá 1973 til 1990. Pinochet hevur mist minnið Alt bendir á, at gos- fjallið Mount St. Hel- ens nærhendis Seattle fer at goysa fyrsta dagin GOS Árni Joensen fartekst@mail.dk Mánadagin hekk eitt stórt skýggj uppi yvir gosfjallin- um Mount St. Helens næ- rhendis amerikanska býn- um Seattle, og serfrøðingar siga, at nú er lítil ivi um, at fjallið fer at goysa um stutta tíð. Serfrøðingarnir siga, at botnurin á gosopinum er hækkaður fleiri metrar ta seinastu tíðina. Teir halda eisini, at hitin er vorðin so nógvur nú, at ísur, sum lá ovast á fjallinum, er tiðnað- ur, og at vatnið er runnið niður í gosopið. Har er eftir øllum at døma so heitt, at vatnið kókar, og tí hevur eitt skýggj hingið uppi yvir fjallinum teir seinastu dagarnar. Amerikanski jarðfrøði- stovnurin segði í gjár at kanska er tað bara ein spurningur um tímar, til Mount St. Helens fer at goysa. Seinast fjallið goysti var í mai í 1980. Vænta gos í USA Umleið ein fjórðingur av teimum, sum hava latið lív í ísraelsku álopunumm á Gaza- geiran seinastu dag- arnar, eru børn. MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Síðani ísraelski herurin fór undir átakið í Gaza-geiran- um í síðstu viku, hava um- leið 70 palestinar latið liv. Útlendskir hjálparfelag- skapir siga, at nógv tey flestu eru sivilfólk, og nú sigur ST, at umleið ein fjórðingur eru børn. WHO sigur í einari frá- greiðing, at fýra teir fyrstu dagarnar kostaði ísraelska álopið 54 mannalív, og at 13 teirra vóru børn. Hjálp- arfelagsskapirnir siga eisini, at ísraelski herurin hevur oyðilagt nógv hús, og at í einari flóttafólkalegu oyðiløgdu hermenninir ein barnagarð. Eygleiðarar halda, at ísraelska átakið hevur til endamáls at leggja trýst á tað palestinska fókið fyri at fáa tað at seta seg upp ímóti teimum víðgongdu felags- skapunum. Onnur halda, at átakið er liður í ætlan for- sætisráðharrans at avtofta tær jødisku niðursetubygd- irnar í Gaza-geiranum. Tað skal eftir ætlanini gerast næsta ár. Fjórðahvørt offur er eitt barn Augusto Pinochet hevur mist minnið Nógv palestinsk børn eru deyð í teimum ísraelsku álopunum seinastu dagarnar. Hesin drongurin varð særdur í einum álopi mánadagin C M Y K 20