mikudagur 6. oktober 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 6. oktober 2004
23
Hann er øgiliga búgvin
Mamma Johan Troest
Davidsen, Jenni, er
ómetaliga errin um
elsta sonin, sum nú
hevur fingið yrkis-
sáttmála í Onglandi
BÚGVIN DRONGUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er við ikki sørt av
blandaðum kenslum, at
familjan hjá Johan Troest
Davidsen veittrar honum
farvæl, nú hann stingur í
klæðssekkin og heldur leið-
ina til Onglands, har hann
skal búleikast næstu trý
árini.
Hann er í góðum
hondum
Jenni sigur, at Johan hevur
vant ótrúliga hart í nógv ár,
og hann hevur verið ser-
stakliga miðvísur í sínari
venjing. – Eg haldi, at hann
hevur verið sera seriøsur í
allari sínari venjing. Eg eri
ikki bangin um hann, tí
hann er øgiliga búgvin, og
harafturat eri eg sannførd
um, at hann er í góðum
hondum, sigur Jenni Troest
Davidsen.
Familjan hjá Johan er
sera væl nøgd við tað
arbeiði, sum umboðsmað-
urin hjá Johan, Jákup í
Stórustovu, hevur gjørt fyri
drongin og fyri familjuna,
og tey gleðast um, at
dreymurin hjá Johan nú er
vorðin veruleiki.
Í komandi viku er øll
familjan hjá Johan, t.v.s.
mamman
Jenni,
pápin
Fróði, og tey bæði yngru
sysktini boðin til Onglands
av Everton at síggja um-
støðurnar, sum Johan skal
búleikast undir næstu árini.
Jenni greiðir frá, at Johan
skal búgva í einum húsi
saman við fimm øðrum
ungdómsleikarum
hjá
Everton, og at vaksið fólk
er knýtt at húsinum, sum
kann hjálpa ungu drongj-
unum við ymiskum.
Peter Leko gjørdi
bart í fimta talvinum
og javnaði samstund-
is út í HM-dystinum
móti Vladimir Kram-
nik
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Mong vóru tey, sum vænt-
aðu at Kramnik ikki fór at
tapa í HM-dystinum móti
Peter Leko. Heimsmeist-
arin vann tað fyrsta talvið í
dystinum og telvaði eisini
sera trygt næstu trý talvini,
ið endaðu við javnleiki.
Tey flestu vóru kanska
bangin fyri, at øll talvini
hareftir fóru at enda við
javnleiki.
Men í fimta talvinum,
har Peter Leko hevði hvíta
fólkið,
varð
meistarin
koppaður. Leko valdi at
leika varligt byrjanarspæl,
1.d4 staðin fyri 1.e4, sum
hann vanliga telvar. Teir
fylgdu einum talvi hjá Kar-
pov og Anand heilt út til
endatalvið. Hetta talvið
endaði javnt. Kramnik
leikti ikki eins neyvt sum
Anand og kom at standa
trýstur.
Sunnudagin varð sætta
talvið leikt. Kramnik, sum
nú hevði hvíta fólkið, fekk
einki burturúr og tók gleði-
liga ímóti remistilboðnum
hjá Leko eftir 20 leikum.
Støðan er tí 3-3. Leko tyk-
ist væl fyri og spennandi
verður at vita hvussu leikur
fer fram týsdagin, tá
sjeynda talvi verður telvað.
14 talv skulu telvast.
OL fyrireikingar
Talvolympiadan nærkast.
Seks mans gleða seg at
sleppa at royna talvevnini á
Mallorka í døgunum 14-
31. oktobur. Talvsamband-
ið hevur sett ein landsliðs-
venjara, 23 ára gamla IM
Sergey Kayumov (2404) úr
Usbekistan.
Tað eru Martin Poulsen
og Hans Kristian Simon-
sen, ið á einum av teirra
mongu talvferðum hava
hitt Sergey. Hesin ynskti at
hjálpa vinmonnunum og
føroyska landsliðnum á
Mallorka og avtala varð
síðani gjørd millum hann
og Talvsambandið. Sviin
IM Emil Hermansson, sum
herfyri luttók í 3rd Klaks-
vík International, bjóðaði
seg eisini fram sum venj-
ari. Eftir góðu viðmælini
Martin og Hans Kristian
góvu Sergey, fall valið á
usbekistanaran.
Í hesum døgum er lands-
liðsvenjarin heima í Føroy-
um og leggur lag á. Venj-
ingarnar ganga gott.
Manningin á føroyska
OL-liðnum er hendan: 1.
Martin Poulsen 2. Hans
Kristians Simonsen 3. Olaf
Berg 4. John Rødgaard 5.
Eyðun Nolsøe 6. Carl Eli
Nolsøe Samuelsen. Ferða-
leiðari og liðleiðari verður
danin, altjóða talvdómarin
og føroyavinurin Mogens
Nielsen.
Talvið
hesa
vikuna
Peter
Leko
(2741)
-
Vladimir Kramnik (2770)
WC SUI (5), 02.10.2004
1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Rif3 d5
4.Ric3 Be7 5.Bf4 0-0 6.e3
c5 7.dxc5 Bxc5 8.cxd5
Rixd5 9.Rixd5 exd5 10.a3
(Hvítur leggur sítt spæl
eftir at trýsta á d-finnuna)
10...Ric6
11.Bd3
Bb6
12.0-0 Bg4 13.h3 Bh5
14.b4 Re8 15.Rc1 a6
16.Bxa6 Rxa6 17.b5 Rxa3
18.bxc6 bxc6 19.Rxc6
(Teir
fylgja
framvegis
einum talvi millum Karpov
og
Anand)
19...Ra7
(Møguliga
kann
Re6
leikast ístaðin) 20.Rd6
Rd7
21.Fxd5
Rxd6
22.Fxd6 Fxd6 23.Bxd6
Bxf3 (Anand valdi ikki at
býta bispin av í talvinum
móti Karpov, sum endaði
javnt.
Møguliga
er
avgerðin hjá Kramnik ein
feilur. Hvítur fær eina
dupultfinnu, men svartur
sleppur sær hinvegin av við
bispaparið í endatalvinum)
24.gxf3 Bd8 25.Rb1 Bf6
26.Kg2 g6 27.f4 Kg7
28.Rb7 Re6 29.Rd7 Re8
30.Ra7 Re6 31.Bc5 Rc6
32.Ra5 Bc3 33.Rb5 Ra6
34.Rb3 Bf6 35.Rb8 h5
36.Rb5 Bc3 37.Rb3 Bf6
38.e4 Ra5 39.Be3 Ra4
40.e5 (Finnurnar mugu við
í leikin, um vinnast skal)
40...Be7
41.Rb7
Kf8
42.Rb8+ Kg7 43.Kf3 Rc4
44.Ke2 Ra4 45.Kd3 Bh4
46.Bd4 Ra3+ 47.Kc2 Ra2+
48.Kd3
Ra3+
49.Kc4
Ra4+
50.Kd5
Ra5+
51.Kc6 Ra4 52.Kc5 Be7+
53.Kd5 Ra5+ 54.Ke4 (Nú
stendur
hvítur
nærum
optimalt. e5+ er ein hóttan)
54...Ra4
55.Rc8
Bh4
56.e6+ Bf6 Støðumynd
Støðumynd eftir 56...Bf6
57.e7! (Vinnandi) Rxd4+
58.Ke3 Bxe7 59.Kxd4
(Støðan er nú vunnin, men
tað krevur tó presist spæl)
59...Bh4 60.f3 f5 61.Rc7+
Kf6 62.Kd5 Bg3 63.Rc6+
Kg7 64.Ke5 h4 65.Rc7+
Kh6 66.Rc4 Kg7 67.Ke6
Bh2 68.Rc7+ Kh6 69.Kf7
(Eftir Bxf4 vinnur Rc6 og
síðani Rxg6 lættliga) 1-0
Avbjóðarin í essinum
Johan saman við allari familjuni: sitandi frá vinstru: lítlasysturin 5 ára gamla Kristina, mamman Jenni, Johan og pápin Fróði. Ovast frá vinstru: Abbin Kaj Aage,
omman Johanna, lítlibeiggin Arnhold 13 ár og omman Henny
23
22
Nr. 190 - 6. oktober 2004
Stórur áhugi fyri føroyskum leikarum
Tað er Jákup í Stóru-
stovu frá North At-
lantic Football Ag-
ency, ið vegna Johan
Troest Davidsen og
NSÍ hevur tikið sær
av samráðingunum
við Everton. Jákup
sigur, at áhugin fyri
ungu føroysku leikar-
unum er vaksandi
YRKISFÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Um tað er nakar her á landi,
ið hevur fingurin á pulsin-
um viðvíkjandi útlendskum
áhuga fyri føroyskum fót-
bóltsleikarum, so er tað
Jákup í Stórustovu frá
North Atlantic Football
Agency. Jákup hevur nú í
fleiri ár virkað fyri at fáa
serliga ungar føroyskar
leikarar út um landoddar-
nar at royna seg.
Feløgini arbeiða meiri
seriøst nú
Jákup sigur, at tað er einki
at ivast í, at føroysku fót-
bóltsfeløgini arbeiða nógv
meiri seriøst nú, enn tey
hava gjørt. – Venjararnir
eru nógv betur útbúnir nú
enn áður, og tað er einki at
ivast í, at tað er eitt úrslit av
miðvísa menningararbeið-
inum hjá FSF. Arbeiðið hjá
fótbóltssambandinum
er
heilt avgjørt við til at
hækka støðið, sigur Jákup á
Stórustovu.
– Tað er einki at ivast í, at
vit hava heilt nógv talentir í
Føroyum, og eg merki væl,
at tað er ein vaksandi áhugi
fyri teimum ungu føroysku
leikarunum. Nú fer Johan
so til Everton, og Ingi hev-
ur verið í Arsenal, og hetta
eigur at verða ein gularót
fyri føroysku feløgini at
síggja, at tað ber til, heldur
Jákup í Stórustovu.
Seinni í hesum mánaðin-
um skal føroyska U17-
landsliðið royna seg í kapp-
ing í Føroyum, og tá koma
umboð fyri fleiri útlendsk
feløg hagar at hyggja at
ungu monnunum. Fleiri av
teimum, ið tá koma til Før-
oya, vóru eisini í Finlandi,
tá ið føroyska U17-lands-
liðið herfyri luttók í kapp-
ing har.
Føroyska U19-landsliðið
skal um nakrar vikur royna
seg í kapping í Skotlandi,
og Jákup í Stórustovu sigur,
at tá verða at kalla øll tey
ensku feløgini til staðar fyri
at hyggja at leikarunum.
Spurdur um vit kunnu
vænta, at nakar annar ungur
føroyskur leikari í næstum
skrivar sáttmála við út-
lendskt felag, sigur Jákup í
Stórustovu, at tað er væl
hugsandi, at onkur fer at
skriva sáttmála, áðrenn
flytingarvindeyga letur aft-
ur 31 januar komandi ár.
Í farnu viku skrivaði
16 ára gamli Johan
Troest Davidsen úr
Runavík undir trý-ára
sáttmála við enska
Premier League felag-
ið, Everton FC, og
sambært Johan sjálv-
um er sáttmálin eitt
úrslit av miðvísari
venjing seinastu
mongu árini
FÓTBÓLTSLÆRLINGUR
Í ONGLANDI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hósdagin í farnu viku var
skipað fyri samkomu í
Runavík, tá ið 16 ára gamli
NSÍ-leikarin, Johan Troest
Davidsen, skrivaði undir
ein trý-ára sáttmála við
enska Everton. Fyrsta góða
árið skal Johan verða lær-
lingur, men frá 18 ára føð-
ingardegnum verður runa-
víkingurin
yrkisleikari.
Spurdur um Everton er
dreymafelagið í Onglandi
svarar Johan eitt sindur foy-
ur, at tað er tað ikki. – Eg
havi altíð verið Manchest-
er-viðhaldsmaður, men nú
verður tað kanska broytt,
sigur hann við einum skeiv-
um brosi.
Nógv kropslig venjing
Johan greiðir frá, at hann
seinastu mongu árini hevur
vant miðvíst fram ímóti at
gerast yrkisleikari. – Eg
havi vant miðvíst leingi, og
serliga tey seinastu trý til
fýra árini havi eg vant sera
nógv. Í veruleikanum havi
eg vant alt tað, ið eg havi
verið førur fyri, sigur hann.
Umframt vanligu venjing-
arnar við liðfeløgunum
hevur Johan eisini gjørt
rættuliga nógv við krops-
liga venjing, og sjálvur er
hann ikki í iva um, at tað
hevur givið úrslit. Venjari
hjá Johan tey flestu ung-
dómsárini í NSÍ hevur
verið hin navnframi Abra-
ham Løkin, og hann fær
eisini eina heilsu við á
vegnum frá Johan. – Tað er
eingin ivi um, at Abraham
eigur ein stóran part av ær-
uni fyri, at hesin dreymurin
hjá mær nú er veruleiki, tí
hann hevur verið ein ótrú-
liga góður venjari at havt
øll árini, sigur komandi Ev-
erton-leikarin.
Byrjaði sum málverji
Tá ið Johan um sjey ára
gamal fór at venja fótbólt í
NSÍ, byrjaði hann sum mál-
maður. Seinni kom hann úr
málinum, og síðani tá hevur
hann at kalla altíð leikt í
verjuni. – Eg havi næstan
altíð spælt í verjuni, tí at eg
havi verið rættuliga stórur í
mun til mínar javnaldrar,
greiðir Johan frá.
Hóast hann einans er 16
ára gamal, hevur Johan
longu fingið eitt sindur av
spælitíð á 1. deildarliðnum
hjá runavíkingum. Í steypa-
finaluni á ólavsøku móti
HB, bleiv Johan innskiftur í
seinna hálvleiki, og mána-
dagin í farnu viku leikti
hann allan dystin, tá ið NSÍ
vann 2-1 á Skála. Í seinasta
dystinum fyribils fyri NSÍ
leygardagin móti HB, gekk
tað minni gott hjá Johan, tí
hann bleiv rikin av vølli
stutt inn í seinna hálvleik.
Droymir um landslið-
ið og Premier League
Tað eru einar tríggjar vikur
síðani, at Johan var og
royndarvandi í Everton, og
síðani tá hevur tað gingið
øgiliga skjótt, greiðir hann
frá. Saman við Johan í
Everton var eisini Christian
Mouritsen úr HB, men enn
er tað tó bert Johan, ið hev-
ur fingið bjóðað sáttmála.
Spurdur um hann ikki er
bangin fyri at kenna seg eitt
sindur einsamallan í Liver-
pool, har Everton er heima-
hoyrandi, sigur Johan. – Tað
verður kanska eitt sindur
einsligt, men eg fann væl út
av tí við einum íslendingi,
tá ið eg var har, so tað er
altíð ein uggi, sigur hann.
Ungi runavíkingurin sig-
ur, at stóri dreymurin er at
sleppa at spæla í Premier
League, men ein minst líka
stórur dreymur er at spæla á
føroyska a-landsliðnum. –
Eg rokni við, at sleppi eg at
spæla í Premier League, so
komi eg eisini á landsliðið,
sigur runavíkingum, sum
hevur verið á øllum ung-
dómslandsliðum, ið hann
hevur havt aldur til.
Johan Troest Davidsen
sigur eisini, at eftir hansara
tykki hava fleiri av liðfel-
øgunum á føroyska U17-
landsliðnum góðan møgu-
leika fyri at gera honum
kynstri eftir og fáa út-
lendskan sáttmála. Hann
roknar somuleiðis við, at
Everton ikki enn hevur
gloymt Christian Mourit-
sen, tí tá ið teir báðir vandu
í enska felagnum, leiktu
teir ein venjingardyst við
U16-liðnum hjá Everton.
Teir vunnu 4-2, og Christi-
an skeyt eitt av málunum!
Í gjár fór Johan Troest
Davidsen saman við um-
boðsmanni sínum Jákupi í
Stórustovu til Onglands, og
longu í komandi viku fær
ungi runavíkingurin vitjan
av familjuni, sum er boðin
til Onglands av Everton.
Miðvís venjing gav úrslit
Tað er ein dreymur, sum er vorðin veruleiki hjá tí 16 ára gamla runavíkinginum Johan Troest Davidsen, nú hann hevur gjørt ein trý-ára sáttmála við kenda
enska felagið Everton.
C
M
Y
K
22