Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 6. oktober 2004 25 UG til Lassan og hansara menn Sjáldan gott dómara- avrik var at síggja á Mølini, har tað altíð kennist sum nakað heilt serstakt at vera til fótbólt ALTJÓÐA DÓMARI Jóannes Hansen Leygardagin vóru teir tríggir, sum annan mikudag í Beograd skulu halda skil á, tá ið Jugoslavia og San Marino skulu spæla HM undankappingardyst, á Mølini á Eiði. Lassin Isak- sen var dómari, og Jens Al- bert Simonsen og Jón Kári Frederiksen vóru hjálpar- dómarar, sum linjuverjarnir nú verða nevndir. Eftir at hava verið vitni til fleiri dómaraavrik, sum ikki hava verið serliga sann- førandi, eitt nú tí dómararnir alt ov væl hava víst, at teir hava verið bangnir fyri at missa tamarhaldið, so kend- ist tað frágera gott at staðfesta, at á Mølini runnu tríggir í stuttum buksum, sum føroyski fótbóltsheim- urin onga orsøk hevur at ivast fara at megna uppgáv- una á Balkan. Egga Jensen eygleiddi dómarabólkin. Hvat hann skrivaði og segði við teir tríggjar er ivaleyst pressuni óviðkomandi. Men tað man eingin ivi vera í, at talan var um gott skoðsmál. Har var so at siga einki at seta fing- urin á. Vakurleikabletturin var kanska, at dómarin ta einu ferðina í 1. hálvleiki var í so skjótur at bríksla fyri frísparki til Alexandur Johansen hjá Skála. Um hann hevði havt bíðað eitt vet, so hevði dómarin iva- leyst mett Skála at eiga størri fyrimun, um hann ikki bríkslaði. Tá ið Jónhard Frederiks- berg hevði stútað einasta málið, gekk ein lítil løta, áðrenn dómarin bríkslaði fyri máli. Tað tóktist sum um, at hann bíðaði eitt sindur eftir hjálpardómar- anum. Spurningurin mundi ivaleyst vera, um Jónhard var rangstaddur. Eftir at Bogi Gregersen hevði lyft upp um uttarlaga stadda málverjan, var bara ein verjuspælari eftir, og so er jú rangstøða, tí tað skulu vera tveir mótstøðumenn millum tann, sum fær bóltin, og baklinjuna. Men dómarin veittraði ikki fyri rangstøðu, og harvið man hjálpardómarin hava hildið, at Jónhard var aftanfyri næstaftasta heimamannin, áðrenn hann setti eftir innlegginum og við krúll- inum stýrdi honum í málið og harvið tryggjaði Skála bronsumerkini. Kringumstøðurnar Tað hevur verið nevnt áður, men tað ger einki, um tað verður tikið uppaftur. Kringumstøðurnar á Mølini finna neyvan sín líka. Á Vágseiði er serstakt og stórt, men á Mølini er alt tættari og nærri. At síggja og hoyra áskoðararnar sita á og undir hamrum er næst- an sum at liggja á Kalsvík og síggja og hoyra ritu- karrið. Og so man tað ikki vera nógva staðni í heim- inum, at ein fittur partur av áskoðarafjøldini sita og liggja á tekjuni á húsunum og hyggja at fótbólti. Tað gera tey á ítróttarhúsinum á Mølini! Undir dystinum fór ein av stóru útróðrarbátunum í Klaksvík - ein av teimum sum vórðu smíðaðir í Dan- mark eftir kríggið - dunk- andi eystureftir Flógvanum. Í lágættini mundi hann hava verið onkra staðni norður úr Mýlingini ella har á leið. Tað var lágætt, men á Mølini lá vindurin suður eftir vøllinum, ella hvussu tað vendir. Skilamaður greiddi frá, at hetta komst av, at vindurin slerdi aftur úr Kollinum og so suður eftir vøllinum. Sunnudagin skipaði Føroya Triathlon Felag fyri FM á 1/4 triathlon teininum, sum er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. Ikki óvantað vann Gunnar Dahl Olsen, og hevði hann skift eitt lítið sindur skjót- ari, so tók hann sítt egna føroyska met. Teir tríggir, Eli Christi- ansen, Beinir Rasmussen og Gunnar Dahl Olsen komu so at siga í senn út úr Svimjihøllini og lupu á súkklurnar. Her sást beinanvegin, at Gunnar var nógv tann sterkasti, og tá hann skifti til renning, var hann heilar 10 minuttir frammanfyri Eli, og 15 minuttir framm- anfyri Beinir. Eli hálaði eitt lítið sindur innaftur í renningini, men har var einki at gera, Gunnar vann so ruddiliga, og er føroyameistari á _ triathlon 2004. Nakað nýtt Sunnudagin 17/10 kl 13.00 fara triathloníðkararnir aft- ur at kappast, tó hesaferð eitt sindur øðrvísi. Íðkararnir skulu hesaferð súkkla oman av Oyggjar- vegnum, og renna niðan- aftur. Kappingin er skipað soleiðis, at eisini tey, ið hava fjallasúkklu, kunnu kappast saman við hinum. Av tí at fjallasúkklur rulla seinni undan brekkuni, fáa teir íðkarar ið brúka eina slíka góðskrivað 30 sekund, so tað stendur á jøvnum áðrenn renningina. T.v.s. at teir íðkarar ið tora best at súkkla undan brekkuni hava bestan møguleikan at koma fram- um áðrenn renningina. Áhugaði kunni venda sær til Triathlonfelagið og fáa meira at vita um tiltakið. FM í 1/4 triathlon 2004 Navn Nr. Svimjing 1. skift Súkkling 2. skift Renning Íalt Gunnar Dahl Olsen 1 0.24.00 04.08 1.05.12 00.20 0.46.21 2.20.11 Eli Christiansen 2. 0.23.49 03.36 1.15.11 00.47 0.44.27 2.28.00 Beinir Rasmussen 3. 0.26.11 01.42 1.19.53 00.30 1.02.44 2.51.12 Gunnar Dahl-Olsen vann í vikuskiftinum føroyameistarakapp- ingina í triathlon, tá ið hann sannførandi sigraði á teimum báðum Eli Christiansen og Beinir Rasmussen. savnsmynd Annan mikudag skal Lassin Isaksen døma HM undan- kappingardyst millum Jugo- slavia og San Marino í Beo- grad. Mett út frá avrikinum hjá Lassin og hjálparmonnum hansara, Jón Kára Fredriksen og Jens Albert Simonsen, á Mølini leygardagin, hava føroyingar onga orsøk at stúra fyri, um teir megna uppgávuna. Teir dømdu snøgt sagt til UG á Eiði. savnsmynd 25 24 Nr. 190 - 6. oktober 2004 Anderson fær drúgt leikbann Brasilski framherjin hjá B68, Anderson, kann vænta sær drúgt leikbann, eftir at hann í dystinum móti EB/Streymi fyri góð- ari viku síðani gjørdi seg inn á bæði dóm- ara og linjuverja LEIKBANN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ein svartur dagur hjá B68, mánadagurin í farnu viku, tá ið B68 tapti 2-4 fyri EB/Streymi á Svangaskarði, og harvið misti møguleikan fyri at tryggja sær rættin til fram- haldandi luttøku í 1. deild. Í sama dysti fekk brasilski framherjin hjá B68 reyða kortið, og í sambandi við útvísingina kann hann vænta sær sera drúgt leik- bann, váttar formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF. Slóg linjuverja Anderson skumpaði fyrst dómaran, og løtu seinni gjørdi hann seg inn á annan linjuverjan, sum hann slóg. Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, sigur, at málið er fyribils viðgjørt í kappingarnevnd- ini, men at eingin avgerð er fallin enn. Hann sigur tó, at talan verður um eitt drúgt leikbann til brasiliumannin, tí slíkur atburður verður als ikki góðtikin av fótbólts- sambandinum, sigur Bjarki Mohr. Formaðurin í kappingar- nevndini sigur, at nevndin hevur fund aftur í komandi viku, og tá verður avgjørt, hvussu drúgt leikbann, ið Anderson fær. Í komandi viku skal føroyska kvinnu- landsliðið í fótbólti royna seg í venjingar- dysti móti Írlandi í Klaksvík. Í hesum sambandi hevur landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, úttikið 18 leikarar til dystin LANDSLIÐSÚTTØKA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tær 18, ið skulu umboða Føroyar í dystinum móti írsku kvinnnunum, eru hes- ar: Randi Wardum, Bára Skaale Klakstein, Rannvá B. Andreasen, Ragna Pata- wary, Vivian Bjartalíð, Ma- lena Josephsen, Ann Olsen og Paula Mikkelsen úr KÍ, Rannvá Augustinussen, Ása Dam á Neystabø, Unn Kragesteen, Anja Weihe og Laila Jespersen úr B36, Maibritt Olsen og Heidi Heinesen úr B68/GÍ, Asta Magnussen úr AB, Lydia Vesturtún úr EB, og Sólvá Joensen úr Skjold. Størri avbjóðing Álvur Hansen, landsliðs- venjari, sigur, at FSF í fleiri ár hevur roynt at fingið nakrar størri avbjóðingar enn oyggjaleikirnar, ið hev- ur verið tað einasta høvi, har kvinnulandsliðið hevur fingið roynt seg. Nú hevur tað so eydnast, í sambandi við at manslandsliðini hitt- ast í Dublin, at fáa írska kvinnulandsliðið hagar, og harafturat hava tær givið játtan til at spæla á graslíki. Føroyska kvinnulandsliðið hevur tvær ferðir áður leikt móti Írlandi. Í 1995 vann Írland 3-1, og árið eftir vunnu írsku kvinnurnar 2- 0. Bert ein leikari er eftir av teimum, sum tá royndu seg móti Írlandi, og tað er Sólvá Joensen, ið eisini er einasti útisetin á føroyska kvinnulandsliðnum. Dysturin millum Føroyar og Írland verur komandi týsdag í Klaksvík. Kvinnulandsliðið úttikið Hip-hop, Funk og Showdans – skeið í heystfrítíðini! TÍÐINDASKRIV frá Havnar Fimleikafelag Eydnast hevur Havnar Fimleikafelag, enn eina- ferð at fáa Anitu á Lofti heim úr Danmark at standa fyri skeiði í høllini á Stórheyggi. Anita býr í Keyp- mannahavn, har hon m.a. er koreografur fyri dansi- gentunum í FCK. Hesar royndir vóru eisini grund undir væleydnaðum skeiði í vár har undir- tøkan á dansiskeiðinum var so mikið væl eydnað, at ynski beinanvegin var frammi, at skipað fyri skeiði í heyst. Hetta skeiðið verður í Funk, Hip-hop og Show- dansi. Byrjað verður í høllini á Stórheyggi mánadagin 11. oktober og hildið verður á til hós- dagin 14. oktober. Skúlarnir hava heystfrí og tí verður lagt upp til, at luttakararnir møta tríggjar dagar til venjing, meðan fjórði dagurin er settur til innanhýsis framsýning. Við hesum kunnu luttak- ararnir fyrst og fremst læra í samstarvi við Anitu á Lofti, men somuleiðis liggur nógvur lærdómur í at síggja framførslurnar hjá hinum. Luttakararnir mugu sjálvir royna at meta um egnan førleika, tí skeiðið verður býtt upp í tveir bólkar: Roynd og óroynd. Tá ið meldað verður til, skal ein tí minnast til at boðað frá, hvørjum bólki ætlanin er at venja í. Skráin er henda: Óroynd venja mánadag til mikudag frá kl. 15 til 16:45, meðan tey royndu venja mánadag til miku- dag frá kl. 17 til 18:45. Hósdagin venja øll saman frá kl. 17 til 18:45, har luttakararnir vísa hvørjum øðrum, hvat tey hava fingið burturúr. Teknað verður til á tlf. 519327 eftir kl. 16 ella í teldubrævi til hfim- leik@post.olivant.fo - minnist til at viðmerkja "Roynd" ella "Óroynd". Kostnaðurin er kr. 400,-. Við vón um góða und- irtøku Sólva Joensen, sum her er avmyndað í landsdysti, er tann einasta av teimum 18 í føroyska landsliðshópinum, ið var við, tá ið Føroyar í 1995 og 1996 royndu seg ímóti írska landsliðnum. savnsmynd Brasilski framherjin hjá B68, Anderson, v.m. kann vænta sær sera drúgt leikbann, eftir at hann gjørdi seg inn á bæði dómara og linjuverja í dystinum móti EB/Streymi á Svangaskarði í farnu viku. Mynd: Álvur Haraldsen Anita á Lofti, sum stendur fyri skeiðinum hjá Havnar Fimleikafelag, er sjálv koreografur og dansari hjá FCK Cheerleaders. mynd: fck C M Y K 24