Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 190 - 6. oktober 2004 Nr. 190 - 6. oktober 2004 27 "Fráboðan um umhvørvis- góðkenning" Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsufrøði- liga starvsstovan tann 04. oktober 2004, við heimild í grein 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd og kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, stk. 4, hevur góðkent: Mjølframleiðsluvirkið hjá P/F O.C. Joensen á Strondum Góðkenningin liggur al- ment frammi á Heilsu- frøðiligu starvsstovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í um- hvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórshavn, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsu- frøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo . Heilsufrøðiliga starvsstovan i Kunngerð Tað verður hervið kunngjørt, at vallistin til kommunuvalið tann 9. november 2004 liggur frammi til alment eftirlit á bygdaráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini frá 12. oktober til og við 25. oktober 2004. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi eina viku fyri valdagin. Miðvágs kommuna Lesið Sosialin - so eru tit við Sum áður boðað frá taka vit ímóti gomlum lutum týsdagin 5. oktober til kl. 18.00 á Dala- vegi 4. Eisini tørvar okkum t.d. stovuklokku, ljósakrúnu og lampettir, postalín, málningar/myndir, broder- aðar dúkar ella kanska okkurt innbúgv fyri at hugna um dagtilhaldið??? Um onkur liggur inni við tílíkum lutum, ið tit kunnu vera fyriuttan, kunnu tit siga Alzheimer- felagnum frá á tlf. 313102 ella 228004 gerandisdagar kl.09.00-16.00 frá týsdegi 5. oktobur til fríggjadagin 8. oktobur. Lutirnir mugu vera í góðum standi. Sí www.alzheimer.fo Skeið fyri fólk, ið varða av demenssjúklingum. • Hvussu eru vit saman við teimum dementu? • Hvussu sær teirra heimur út? • Hvussu kunnu vit kveikja lívsneistan og hjálpa teimum til eitt betri lív? • Minnið,hvat er tað? • Sorg. • Angist. • Samvitska. Hesi og onnur viðkomandi evni verða viðgjørd á skeiði í MBF-húsinum mikukvøldið tann 27. og hóskvøldið tann 28. okt., báðar dagar kl. 17–21. Elsa Zachariasen, sjúkrasystir, stendur fyri skeið- inum. Í mesta lagi 20 fólk sleppa við. Kostnaður 250 kr. við nátturða. Tilmelding -best á kvøldi- á tlf. 313102 ella við telduposti: sigmo@post.olivant.fo Alzheimerfelagið www.alzheimer.fo Reingerðarfólk til Føroya Læraraskúla Lýst verður eftir reingerðarfólki til Føroya Lærara- skúla. Arbeiðstíðin er allar skúladagar frá kl. 14.30 til 18.00. Starvið verður sett frá 1. nov. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið. Tey, ið vilja hava meira at vita, kunnu seta seg í samband við skúlatænaran Jóna Johannesen, á telefon 313508 ella 213508. Teldupostur til skúlatænaran kann endast til joni-johannesen@hotmail.com Umsóknir skulu verða skúlanum í hendi innan 20. okt. 2004. Tórshavn,4.okt.2004 Føroya Læraraskúli Postrúm 348 110 Tórshavn Kunngerð Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunu- valið týsdagin 9.november 2004,liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni,frá mána- degnum 11. oktober 2004 til týsdagin 26. oktob- er 2004 í vanligari skrivstovutíð (kl. 10.00 til kl. 15.00). Kæra um at onkur ikki er komin á vallistan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera valnevndini ella bygdarráðnum í hendi innan týs- dagin 2. november 2004. 4.oktober 2004 Kvívíkar kommuna Kunngerð um vallistar Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistarnir liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskriv- stovuni frá 12.oktober. til og við 25.oktober.2004 Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella at onkur av órøttum er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send valnevndini, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum. Valkort vera send øllum veljarum, ið valrætt hava valdagin. Sandavági,4.oktober 2004 Valstýrið fyri Sandavágs Kommunu v/ Gutta Petersen, 360 Sandavági Kunngerð Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 9. november 2004 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í van- ligari avgreiðslutíð frá mánadegi 11. oktober til fríggjadagin 22. oktober 2004. Kæra um, at onkur ikki er komin við á listan, ella onkur av órøttum er tikin við,skal vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 2. november 2004. Tvøroyri,hin 4.oktober 2004 Tvøroyrar býráð T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Kunngerð Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 9. november 2004, liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í døg- unum frá 11. oktober 2004 til 25. oktober 2004 í vanligari skrivstovutíð. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 1. november 2004. Vágs kommuna Kunngerð Kunngjørt verður, at vallistin til kommunuvalið tann 9. nov. 2004 liggur frammi til alment eftirlit í gongini á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 11. - 25. oktober 2004. Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í sein- asta lagi 1.nov.2004 verða send valnevndini,sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum. Ídnaðarøki til sølu Um nóg høgt boð fæst, er matr. nr. 1ok á Sand- víkahjalla, 2.253 m2, til sølu. Nærri upplýsingar fáast á telefon 314555 ella 594555. Kunngerð Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 9. november 2004 fyri valdømið í Sjóvar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 12. oktober 2004 til 25. oktober 2004. Kommunuskrivstovan er opin gerandisdagar frá kl. 8.30 til 12.00. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 1. no- vember 2004. Valkort verða borin veljarunum. Veljari, ið ikki hevur fingið valkort mikudagin 3. november, eigur at seta seg í samband við kommunuskriv- stovuna skjótast gjørligt. Strendur,5.oktober 2004 Sjóvar kommuna C M Y K 27 26