Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 4 Klokkan 17 leygardagin spæla landsliðshetjur í fótbólti týðandi landsdyst ímóti Andorra. Og sum tað sæst við at klikkja á lýsing vinstrumegin her á síðuni, er tað nú eisini greitt, at Televarpið og Føroya Tele fara at dystin á stórskíggja á trappuni í Vágsbotni. Fyri at fáa fólk í tað rætta fótbóltslagið, verður farið undir upphitingina longu klokkan 16.15, tá ið Jens Marni Hansen fer at spæla, og høvi verður at fáa mála andlitið í føroysku litunum. Har verður eisini okkurt drekkandi at fáa og øll, sum tippa rætt um úrslitið av dystinum, eru við í lutakastinum um tvey atgongumerki til næsta heimadyst móti Sveis 9. juni. Leygarkvøldið verður fimta útgávan av Wacken Metal Battle Føroyar í Sjónleikarahúsinum í Havn. - Tað er áhugabólkurin Upp við Hornunum, ið aftur í ár er stigtakari til hetta tiltak. Talan er um eina samanrenning av talentkapping og showcase, har bólkar fáa møguleika at vísa síni kynstir á palli fyri eini størri fjøld og fáa møguleikan at hitta fólk frá tónleikavinnuni, siga stigtakarar í tíðindaskrivi. Hugtakið Metal Battle, hevur sín uppruna í heimskenda Wacken festivalinum í Týsklandi, og fevnir umleið 40 lond. Mannagongdin er tann, at bólkar luttaka í einari rundu í heimlandinum, vinnarin fær so møguleika at enda á palli á sjálvum Wacken festivalinum, ið verður hildin í byrjanini av august. Bólkarnir, ið luttaka í ár eru fimm í tali: Iron Lungs, Necrolepsia, Asyllex, Bragdarlogi og Goresquad. Harafturat framføra Svartmálm aftaná at luttakandi bólkarnir hava spælt sínar konsertir. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Einaferð æt ein mordari Lundin. Tað gerð hann ikki meir. Einaferð var tað ein banki sum æt EIK. Tað gerð hann ikki meir. Viska talvuna reina og fá tær ein nýggjan identitet, so fólki gloymur, tykist moralurin at vera. BVADR« Um orðið sigur Sprotin: l miðst av góður, taka betri partar fyri seg; hann er ikki stórt betri; (tilt.) betri er bøtandi hond enn spillandi tunga, sí bøta; (orðt.) eygað er betri enn ársgerðin, sí ársgerð; (kortsp.) (í sjavsi) fimm betri fimm í kleyvara (sagt tá ið annar hevur meldað fimm í øðrum liti) Hósmorgun fall dómur í Líraberg málinum. Partafelagið Líraberg og Óli Jacobsen, stjóri, fingu ikki viðhald í Eystara landsrætti í málinum, móti fiskimálaráðnum. Týsdagin skifti TF samtakið navn til Betri samtakið. Og samstundis gjørdist Súni Schwartz Jacobsen forstjóri í fýra av fimm feløgum í samtakinum og nevndarformaður í tí fimta. Eitt bilverkstað í Sandavági kolaðist upp hósmorgunin. Tað tók sløkkiliðnum fleiri timer at sløkkja eldin. Seinastu dagarnar hevur danski prædikumaðurin Hans Berntsen vitjað í Føroyum við tí endamáli, at fólk kunnu koma til forbøn, og síðani verða grødd frá ymiskum sjúkum. London var í vikuni rakt av einum álopi, tá ein maður koyrdi yvirum Westminster brúnna og koyrdi á fólk, ið vórðu til gongu á brúnni. Áðrenn yvirgangsmaðurin bleiv skotin, hevði hann tikið lívið av fýra fólkum og gjørt skaða á nógv fleiri. »Betri« Landsdystur á Trappuni í Vágsbotni FÓTBÓLTUR MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt næmingar hava søkt um at sleppa í mið­ námsskúla í summar 1063 MANGT OG HVAT Visti tú? At Móðurmáls­ dagur er leygardagin? TÓNLEIKUR TF Holding skifti navn til Betri P/F í vikuni og samstundis hava allar fyritøkurnar undir milliardasamtakinum skifti navn til Betri. So er aftur tíð til Wacken Metal Battle FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-13 m/s 10-15 m/s 5-10 m/s stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10-15 m/s. Seinni um dagin minkar hann vindin til 8-13 m/s. Tað verður turt fyri tað mesta og sólglottar. Um náttina verður skíggjað og tám, og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig. Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5-10 m/s. Tað verður skíggjað og nakað av regni. Hitin millum 7 og 10 stig. stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10-15 m/s. Um náttina minkar hann vindin til gul til stívt andøvsgul 5-10 m/s. Tað verður skíggjað og nakað av regni. Hitin millum 7 og 10 stig. 5-10 m/s