hósdagur 23. mars 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
5
– Framvegis síggjast og hoyrast
ikki eins nógvar kvinnur og menn í
sendingum og í miðlum annars, har
samfelagsviðurskifti av ymsum
slag verða viðgjørd, sigur Eyðgunn
Samuelsen, landsstýriskvinna í
javnstøðumálum.
Tað hevur verið nakað av
kjakið um kvinnur í miðlunum
seinastu tíðina, og evnið var
millum annað havt á lofti altjóða
kvinnudagin 8. mars og í sendingini
Afturáaftur í Kringvarpi Føroya
10. mars. Í vikuni varð ráðstevna í
Norðurlandahúsinum, har partur
av evninum var kvinnur og miðlar.
– Tá ið talan er um luttøku í miðl
unum, er støðan broytt seinastu
árini, hetta sambært teimum, sum
arbeiða við tíðindum og miðlum.
Nú er ikki eins trupult at fáa
kvinnur at taka lut í sendingum og
í almennum kjaki yvirhøvur, sum
tað kundi vera fyri nøkrum árum
síðani. Og tað er sjálvsagt at fegnast
um! Men framvegis síggjast og
hoyrast ikki eins nógvar kvinnur
og menn í sendingum og í miðlum
annars, har samfelagsviðurskifti
av ymsum slag verða viðgjørd,
segði landsstýriskvinnan.
Hon flutti fram røðu og segði
millum annað, at tað hevði stóran
týdning fyri uppvaksandi ættar
liðið, at tað fær eina fjølbroytta
fatan av samfelagnum.
– Og hesa fatan fáa tey millum
annað gjøgnum miðlarnar, sum
hava so stóra ávirkan og tí so stóra
ábyrgd. At miðlarnir hava so stóra
ávirkan gevur samstundis teimum,
sum arbeiða í miðlunum eina stóra
ábyrgd, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Eyðgunn Samuelsen,
landsstýriskvinna í
javnstøðumálum
SLÓGV FRÁ
SMOLTUNUM SKAL
VERÐA ORKA
Í
løtuni verður arbeitt við
at gera eitt biogassanlegg
í Føroyum. Ætlanin er, at
slógvið frá smoltstøðunum
og mykjan frá neytunum skal
samlast saman og vera rávøran,
sum vit kunnu framleiða orku
burtur úr, bæði til fjarhita og
streym, sigur Regin Jacobsen.
– Avfall frá biogassanlegginum
verður so aftur tøð til landbúnaðin,
men nú ein betri vøra enn vanliga
neytamykjan. Nú er tað ein bland
ingur av mykjuni og av slógvinum
frá smoltstøðunum, sigur Regin
Jacobsen.
– Tað, at Bakkafrost og hinir
alararnir í Føroyum nú fara undir
at gera stór smolt, ger at vit fáa
kanska 15.000 tons av slógvi frá
smoltstøðunum. Saman við 20.000
tonsum av mykju frá bóndunum,
umframt avfallið frá slaktinum um
heystið og fiskavirkjum annars,
verður so grundarlagið undir eini
føroyskari biogassframleiðslu,
sigur Regin Jacobsen.
– Hetta krevur tó, at vit gera
eina stóra íløgu í eitt slógv-anlegg
á smoltstøðini á Strond og hinum
smoltstøðunum, so at vit kunnu
samla slógvið saman, heldur enn at
tað fer á sjógv. Sìðani kann slógvið
flytast hagar, sum biogassanleggið
fer at liggja, sigur Regin Jacobsen.
Tað eru Umhvørvisstovan,
Heilsufrøðiliga Starvsstovan,
alararnir og MBM, sum arbeiða við
hesi verkætlanini.
– Vónandi kemur gongd á hesa
verkætlanina í ár, um alt gongur,
sum tað skal, sigur Regin Jacobsen.
Don Ø og
Glistrup
skulu inn
at sita
Fyrrverandi formaðurin í
Parken Sport & Entertainment,
Flemmin
Østergaard,
og
fyrrverandi stjórin í sama felag,
Jørgen Glistrup, eru nú dømdir
ein fongsuldóm á hálvtannað
ár í part, umframt at stórar
peningarupphæddir hjá teimum
báðum eru afturhildnar.
Tað skrivaði JP Finans í
vikuni.
Parken Sport & Entertain
ment eigur millum annað fót
bóltsfelagið FC København og
frítíðarstaðið Lalandia.
Flemming Østergaard, van
liga nevndur Don Ø, og Glistrup
er dømdir fyri ólógliga at ávirka
prísin á virðisbrøvunum í felag
num.
Tað var í 2007 og 2008, at
Parken Sport & Entertainment
keypti 95,000 av sínum egnu
virðisbrøvum, umvegis tveir
bankar.
Fíggjareftirlitið kannar
keypini og avgerð í 2010, at
melda felagið til Bagmands
politiet. Orsøkin er grov kurs
manipulatión, har teir verða
ákærdir fyri at halda virðið á
felagnum uppi við at keypa
virðisbrøv.
Teir nokta seg sekar, men
siga, at virðisbrøvini blivu
keypt til leiðandi starvsfólk í
felagnum.
Teir blivu fyrstu ferð dømd
ir í 2014, men kærdu dómin til
Landsrættin. Eystari Lands
rættur hevur nú staðfest
dómin. Báðir skulu inn at sita
í hálvtannað ár, umframt at
níggju milliónir krónur hjá
Flemming Østergaard verða
afturhildnar og 800.000 krónur
hjá Jørgen Glis
Regin jacobsen
Ov fáar kvinnur í miðlunum