hósdagur 23. mars 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
6
PERSÓNSSØGA
HALLUR AV RANA
Í
lítla býnum Sant’Elia í italska
landspartinum Molise bú
leikast føroysku hjúnini, , við
sínum fýra børnum, fjúrtan
ára gamli Noah, tólv ára gomlu
Megan, fimm ára gomlu Trishu og
nýggju mánaðir gomlu Emmu.
Føroyska familjan trívist væl
í suðurevropeiska landinum, har
tey hava búð síðstu trettan árini.
Seinasta árið hevur tó verið merkt
av eini kenslu av hjálparloysi
eftir, at tað sum tóktist sum ein
avgreiðsluspurningur við danskar
myndugleikar, er vorðin ein spurn
ingur um at viðurkenna javnbjóðis
rættindini hjá teirra børnum sum
børn av donskum statsborgarum.
Tí meðan Noah og Emma eru
biologisk børn hjá Heidi og Regin,
so eru Megan og Trisha ættleiddar
av Filipsoyggjunum, og tað hevur
skapt óvæntaða trupulleikar.
Vanliga verður nevniliga eingin
munur gjørdur á børnum hjá
donskum ríkisborgarum, men av
tí, at Heidi og Regin Guttesen eru
danskir statsborgarar búsitandi
uttanlands, hevur tað ført við sær,
at Megan og Trisha ikki fáa auto
matiskan borgaraskap.
So meðan Noah og Emma verða
roknaði sum danskir statsborgarar,
so hevur tað enn ikki eydnast at
fingið danskan statsborgaraskap til
Megan og Trishu, ið verða roknaðar
at vera tilflytarar, og skulu harvið
gjøgnum longu tilgongdina at
fáa statsborgaraskap í Danmark,
hóast danskir myndugleikar hava
góðkent sjálva ættleiðingina.
Ættleiðing
Søgan byrjar í 2013, tá Heidi og
Regin Guttesen ynsktu at vaksa
um lítlu familjuna við at ættleið
ing. Vitandi, at talan var um eina
langa tilgongd við nógvum skriv
stovuarbeiði, tryggjaðu tey sær, at
alt fór rætt fram.
– Gjøgnum alla tilgongdina at
ættleiða vóru vit í samband við
donsku sendistovuna í Italia, ið
veitti okkum alla hugsandi veg
leiðing. Tað førdi millum annað við
sær, at vit høvdu Haag-sáttmálan í
huga, tá vit valdu ættleiðingarland.
Millum annað valdu vit at ættleiða
av Filipsoyggjunum, tí bæði Italia
og Danmark hava somu støðu
yvirfyri landinum viðvíkjandi
ættleiðing, greiðir Heidi og Regin
Guttesen frá.
Haag-sáttmálin, ið bæði Dan
mark og Italia hava skrivað undir
upp á, skal millum annað tryggja,
at eingin munur verður gjørdur
á borgarum í teimum londum,
ið hava skrivað undir sáttmálin.
At byrja við tóktist heldur ikki,
at nakar trupulleiki var við ætt
leiðingini.
– 14. september 2014 blivu
Megan og Trisha, ið eru biologiskar
systrar úr Filipsoyggjunum, á
pappírunum okkara børn og ein
partur av familjuni. 16. februar 2015
komu tær fyrstu ferð inn í teirra
nýggja heim í Italia, og 28. apríl 2016
endaliga góðkendi italska rættar
skipanin ættleiðingina, greiða
Heidi og Regin Guttesen frá.
Bremsað í Danmark
Stutt eftir at øll neyðugu skjølini
vóru fingin upp á pláss í Italia,
góðkendu danskir myndugleikar,
í hesum førinum Ankestyrelsen,
eisini ættleiðingina, og nú var
einans spurningurin um danskan
– Vit eru eitt føroyskt par við fýra børnum, men vit sleppa bara heim
til Føroyar við tveimum teirra. Einasti munurin á okkara børnum
er, at tvey teirra eru biologiskt fødd inn í familjuna, meðan tvey
teirra eru ættleidd. Tað siga Heidi og Regin Guttesen, búsitandi í
Italia, ið ikki vita nær teirra børn sleppa at síggja heimlandið
Heidi og Regin Guttesen:
STATURIN GER
Á OKKARA BØ
Megan og Trisha, á sumri 2016
Familjan hittur Megan og
Trishu fyri fyrstu ferð, á
Filipinunum fyrst í 2015
Enn veit hon
ikki, at vit ikki
fáa svar fyrr
enn næsta ár um
hennara støðu.
Tað orka vit ikki
at siga henni, tí
hon gleðir seg so
nógv at síggja
Føroyar, og
bleiv so skuffað
í summar, tá
ferðin varð
avlýst«