hósdagur 23. mars 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
7
statsborgaraskap eftir at avgreiða.
Men tað vísti seg skjótt at vera
meira torskilt enn nakar kundi
ímynda sær.
– Brádliga fingu vit at vita, at
tær ikki soleiðis uttan víðari kundi
fáa danskan statsborgaraskap, tí at
vit búðu uttanlands tá ættleiðingin
varð framd. Um vit búðu í Dan
mark, so høvdu tær fingu stats
borgaraskap automatiskt, men
av tí, at vit vóru í Italia, so vórðu
tær settar í somu bíðirøð sum
tilflytarar og flóttafólk, greiða
Heidi og Regin Guttesen frá.
Boðini komu ikki bara óvart
á føroysku hjúnini, men eisini á
donsku sendistovuna í Italia.
– Tey vistu av ongum, og av
tí sama, so høvdu vit ikki tann
minsta varhugan av, at hetta fór
at vera ein trupulleiki. Vit høvdu
annars gjørt alt í samsvar við
Haag-sáttmálan, so at tað skuldi
vera so lætt sum gjørligt. Vit vildu
nevniliga ikki enda í eini óhepnari
støðu, men kortini, so sita vit her í
dag, greiða Heidi og Regin Guttesen
frá.
Sum støðan er í løtuni, so
má familjan bíða eftir svari frá
donskum myndugleikum, ið skulu
meta um Megan og Trisha Gutte
sen kunnu fáa danskan stats
borgaraskap. Og tey kunnu bíða
leingi, tí myndugleikarnir meta
nevniliga, at støða verður ikki tikið
í málinum fyrr enn fyrst í 2018.
Familjan hevur tó fingið ábend
ingar um, at døturnar væntandi
fáa borgaraskap, men kortini, so
er óvissan og bíðitíðin torfør fyri
familjuna.
– Tað er gott at vita, at møgu
leikarnir eru góðir fyri danskan
borgaraskap, men tað er kortini
óvist. Fyri okkum sum familja
er tað ræðuliga strævið, at tað
yvirhøvur er eitt ivamál. Fyrst
bíðaðu vit leingi eftir at fáa tær
báðar heim, og nú mugu vit aftur
bíða í langa tíð áðrenn tær fáa
danskan statsborgaraskap. Tað er,
um tær yvirhøvur fáa hann, siga
Heidi og Regin Guttesen.
Mannamunur gjørdur
á børnunum
Serliga ørkymlandi er tað fyri
Heidi og Regin Guttesen at uppliva,
hvussu danskir myndugleikar gera
mun á børnunum.
– Tá elsti sonurin Noah varð
føddur í 2002, búðu vit í Ong
landi. Hann fekk danskan stats
borgaraskap og pass innan tvær
vikur. Tá yngsta dóttirin Emma
varð fødd í Italia í 2016 gingu tað
eisini bara tvær vikur frá tí, at
hon varð fødd, til øll skjølini vóru
komin upp á pláss, greiða Heidi og
Regin Guttesen frá.
R MANNAMUN
ØRNUM
Framhald á næstu síðu