hósdagur 23. mars 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
8
Tí ørkymlar tað tey, at tað brád
liga skal ganga so leingi áðrenn tey
fáa svar upp á støðuna hjá Megan
og Trishu.
– Tað kennist sum mannamunur
verður gjørdur á okkara børnum,
tá tvey teirra skulu gjøgnum hetta,
tí tey verða mett sum flóttafólk
ella tilflytara, meðan hini børnini
ikki skuldu, tí tey vórðu biologiskt
fødd inn í familjuna. Tað kennist
órættvíst, siga Heidi og Regin
Guttesen.
Tey vísir á, at íkomna støðan er
beint øvugt av tí, ið ætlanin er við
ættleiðing.
– Ættleiðing er ætlað at geva
børnum allar teir fyrimunir,
kensluliga, sosialt, løgfrøðiliga
og ættarliga, sum biologisk børn.
Hetta vísir, at tað ikki er støðan.
Mannamunur verður framdur. Vit
skilja ikki hvussu tað ber til í einum
samfelag, ið eggjar fólki at ættleiða,
siga Heidi og Regin Guttesen.
Hjálparleys
Upprunaliga ynskti familjan ikki at
greiða frá síni søgu í fjølmiðlunum,
men standa nú fram við tí vón, at
teirra søga um hvussu skipanin
er skrúða saman, møguliga kann
vera við til at rætta upp á órættin
í lógini, og hjálpa øðrum familjum
í framtíðini.
– Vit ynskja ikki at grenja um
hvussu samfelagið er skrúva sam
an, men vit vóna okkara søga kann
hjálpa øðrum. Vit hava gjørt alt
fyri, at okkara børn ikki skulu føla
at vit gera nakran mun á teimum.
At tey føla seg javnbjóðis, og líka
nógv elskað. Men skipanin ger
mannamun millum tey. Tað kann
ikki burturforklárast. Tað er bæði
órættvíst og ringt at forklára teim
um, siga Heidi og Regin Guttesen.
Parið hevur vent sær til ym
iskar føroyskar myndugleikar, so
sum Útlendingastovuna, Ríkis
umboðið og ein av føroysku fólka
tingslimunum, men hóast øll hava
samkenslu við teirra støðu, so
hevur tað ikki muna nakað.
– Vit hava bankað á allar dyr.
Flestu hava verið hjálpsom, men
eingin kann gera nakað. Av tí, at vit
eru danskarar, ið hava ættleidd úr
einum triðja landi, meðan vit eru
uttanlands, so eru okkara børn at
rokna sum fremmandafólk. Tað er
ein løgin kensla, tí støðan kennist
fastløgd, og vit føla eitt veruligt
hjálparloysi, siga Heidi og Regin
Guttesen.
Verður reist á Fólkatingi
Ein teirra sum er vorðin kunn
aður um málið er Sjúrður Skaale,
fólkatingslimur fyri Javnaðar
flokkin. Hóast hann hevur sam
huga við føroysku familjuni og
støðuni, ið tey eru endað í, so vísir
hann á, at hann ikki kann blanda
seg í ítøkiliga málið.
– Tað er eitt keðiligt mál, tá tvey
børn hjá tveimum ríkisborgarum í
Danmark, enda í eini slíkari støðu.
Tað er undrunarvert, tí Italia er
innan ES og er hetta í samsvar
við Haag-sáttmálan. Tí undrar tað
meg, at tey enda í somu bíðirøð
sum tilflytarar og flóttafólk, sigur
Sjúrður Skaale.
Fólkatingslimurin hevur tó
avgjørt at reisa málið í donskum
politikki við at seta ráðharranum
ein skrivligan spurning um støð
una.
– Eg kann ikki blanda meg í
eitt konkret mál, men eg havi sett
ráðharranum ein spurning, um
slíkt er í lagi, og um tað er í sam
svar við galdandi altjóða sátt
málar. Um tað ikki er, so kunnu
broytingar gerast í lógini. Tí hóast
eg ikki eri serfrøðingur í hesum, so
virkar tað púra skeivt, sigur fólka
tingsmaðurin.
Setti spurningurin er fylgjandi:
Er det korrekt, at børn af danske
statsborgere, som er adopteret
mens forældrene er er bosat i
udlandet, herunder i EU-lande,
har markant vanskeligere ved at
opnå dansk statsborgerskab i for
bindelse med tilflytning tilbage
til Kongeriget, end børn, som
adopteres direkte til Kongeriget,
og er dette i givet fald efter minist
erens opfattelse en rimelig og
tilfredsstillende retsstilling, der
tillige er i overensstemmelse med
Haag-adoptionskonventionen af
29. maj 1999?
Sleppa ikki til Føroya
Ein av beinleiðis avleiðingum av,
at Megan og Trisha Guttesen ikki
fáa statsborgaraskap og pass er, at
familjan ikki kann ferðast saman.
– Upprunaliga áttu tey at mist
filipinska statsborgaraskapin tá
tey vórðu ættleidd, men í vikuni
hava vit fingið upplýst, at tey
kunnu varðveita hann til tey fáa
danskan. Trupulleikin er tó, at í
teirra filipinsku passum verður
gamla eftirnavnið brúkt, og um
vit ynskja at broyta tað, so tekur
tað upp til eitt ár, greiða Regin og
Heidi Guttesen frá.
Tað merkir harvið, at familjan
ikki kann fara til Føroya ella USA
at vitja familju enn á sinni. Og hjá
einum foreldrapari, ið hevur gjørt
alt tey eru ment at veita børnunum
eitt trygt og gott heim, har tey føla,
at eingin munur verður gjørdur á
teimum, so kennist tað svárt, tá tey
mugu greiða børnunum frá, at tey
ikki eru líka sambært lógini.
– Vit vóru klár yvir, at vit ikki
kundu ferðast fyrr enn ættleið
ingin varð góðkend. Men vit bí
løgdu ferðaseðlar til Føroyar
síðsta summar, tá alt tykist at
vera í ordan. Børnini fingu tað at
vita, og vóru spent at fara, men so
hendi hetta, greiða Regin og Heidi
Guttesen frá, ið eisini hava avlýst
aðrar ferðir.
– Ætlanin var, at øll skuldu fara
á eini ráðstevnu í Skotlandi, men
Regin og døturnar vórðu verandi,
tí tær einki pass høvdu. Tað var
torført at fortelja døtrunum hví
mamman og Noah kundu fara,
meðan tær máttu vera heima.
– Eisini eru vit boðin í brúdleyp
hjá beiggja Heidi, ið skal giftast í
USA í november. Tá mugu vit aftur
greiða teimum frá, at vit ikki kunnu
fara. Tað virkar grundleggjandi
skeivt, at vit mugu gera tað, siga
Regin og Heidi Guttesen.
Torført at forklára
Tað hevur verið serliga torført
at greiða tí elstu dóttrini Megan
frá, hví hon ikki sleppur at síggja
heimlandið hjá foreldrunum, ið
hon hevur hoyrt so nógv um.
– Enn veit hon ikki, at vit ikki fáa
svar fyrr enn næsta ár um henn
ara støðu. Tað orka vit ikki at siga
henni, tí hon gleðir seg so nógv at
síggja Føroyar, og bleiv so skuffað í
summar, tá ferðin varð avlýst, siga
Regin og Heidi Guttesen og leggja
afturat.
– Nú ynskja vit ikki at siga
nakað fyrr enn vit eru fullvís í, at
tað er einki annað at gera. Tað er
nevniliga einki stuttligt, at skulu
greiða eini tólv ára gamlari gentu
frá hesum. Hon verður bara kedd
og særd av tí.
Tað er tó ikki bara børnini, ið
eru hørm av støðuni. Tí hóast tað
eru fleiri ár síðan, at familjan vaks
úr trimum til seks, so hava familja,
vinir og onnur enn ikki fingið høvi
at møtt nýggju børnunum í familj
uni.
– Tað er øgiliga ørkymlandi. Vit
hava ongar ætlanir at flyta heim,
men vit ynsktu at koma heim at
vísa børnunum Føroyar, og geva
familjuni, vinum, samkomuni og
øðrum møguleikan at møta teim
um. Vit gleddu okkum, so vit vóru
øll skuffað, tá tað ikki eydnaðist.
Men tað er uppaftur verri nú vit
vita, at tað tekur hálvtannað ár
aftrat, siga Regin og Heidi Gutte
sen, áðrenn tey leggja aftrat.
– Vit kenna okkum sum gíslar
í Italia. Vit eru eitt føroyskt par
við fýra børnum, men vit sleppa
bara heim til Føroyar við tveimum
teirra. Einasti munurin á okkara
børnum er, at tvey teirra eru bio
logiskt fødd inn í familjuna, meðan
tvey teirra eru ættleidd.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA
Vit hava gjørt
alt fyri, at
okkara børn
ikki skulu føla
at vit gera
nakran mun
á teimum. At
tey føla seg
javnbjóðis,
og líka nógv
elskað. Men
skipanin ger
mannamun
millum tey«
Tað er nevniliga
einki stuttligt, at
skulu greiða eini
tólv ára gamlari
gentu frá hesum.
Hon verður bara
kedd og særd av
tí«
Familjan saman, á sumri 2016