hósdagur 23. mars 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mars 2017
sosialurin 36
9
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1962: Hvørji arbeiði
standa fyri í Havn?
Víðari bygging av sjómans
skúlanum, 1,7 millión krónur,
maskinhøll,
maskinskúla
stovur og stóra aula.
Fullfíggjan av byggingini av
studentaskúlanum – 3 mió kr.
Fullgerð av tí stóra flaka
virkinum úti á Rundingi 3-4
mió kr.
Fullgerð av tí stóra tunnu
virkinum. Bygging av lands
sjúkrahúsi 17 mió kr. Bygging
av sinnisjúkrahúsi 36 mió kr
Bygging av nýggjari poli
tistøð. Tórshavnar havn 18
mió kr. Vónandi stórvíðkan
av grótvirkinum Framhald av
Oyggjarvegnum.
Veldug húsabygging, tá ið
tær fyri kreditfelagalán neyð
ugu lógir eru samtyktar. Hesar
verða lagdar á ting í hesum
mánaðinum.
Veldug víðkan av vatnverki
num. Víðkan av tekniska skúla
num. Bygging av læraraskúla.
Stadionbygging, fullfíggjað.
So alt tað, ið hesi arbeiði
skapa av sær eru privatum
fyritakssemi.
Nú ræður um framvegis at
fylkja allar góðar kreftir í Havn,
á tingi, á ríkisdegi og aðrastaðni
í Danmark, at halda fram sum
komin er ferð á.
Verkini tala fyri seg.
1957: Sinnisjúkrahús
í Føroyum
Í gjár legði landsstýrið fram
á ting uppskot um at heita
á ríkisstýrið at lata byggja
sinnissjúkrahús í Føroyum
og taka raksturin av tí. Hetta
sinnissjúkrahús meta teir at
koma at kosta 15 millj. kr. at
byggja – tað eitist at skula
hava pláss til 120 sjúkraseng
ur.
Samstundis skjeyt lands
stýrið upp á, at bygt verður
afturat landssjúkrahúsinum
fyri 4. mill. kr.
SOSIALURIN 1975
Fór seinasta túrin til Seyðisfjarðar í nátt
S
osialurin skrivaði soleiðis í
1971:
»Smyril ger bert ein uttan
landstúr afturat í summar. Hann
verður úr Føroyum 27. august til
Bergens og aftur. Smyril fór sein
asta túrin til Íslands á hesum sinni
í nátt og verður aftur sunnudagin.
Hann fer síðani bert at sigla innan
oyggja.
6-7.000 fólk
Tað verður mett, at Smyril í summar
hevur flutt millum 6 og 7.000 fólk í
millumlandasiglingini í summar. Av
greiðslan, sum avgreiðir ferðaseðlar
við Smyrli til Bergens og Íslands, var
ikki liðug at gera upp samlaða talið á
ferðafólkum og bilum, tá Sosialurin
spurdi seg fyri.
Eftir teirri rakstrarætlan, sum
varð gjørd, tá uppskotið um keyp
ið av Smyrli var fyri á tingi, varð
roknað við, at hann á 10 ferðum fór
at flyta tilsamans 2.800 ferðafólk
og 600 bilar á Bergensrutuni. Á Ís
landsrutuni varð mett, at hann á
fýra ferðum fór at flyta 800 ferða
fólk og 125 bilar. Hetlandsrutan
varð av ongum, men á henni varð
mett, at Smyril fór at flyta 800
ferðafólk og 100 bilar á fýra ferðum.
Ov ringir vegir
Millum teir føroyingar, sum í summar
hava verið í Íslandi við Smyrli, eru
Helgi í Gong og Marjun Olsen. Al
Þýðublaðið hitti tey bæði, meðan
tey bíðaðu eftir Smyrli á Seyðisfirði,
á veg aftur til Føroya. Bæði hildu tey,
at ferðin hevði eydnast væl, men at
vegirnir í Íslandi eru ov ringir. Alt
vildi væl til á ferðini, uttan tað, at út
stoytsrørið á bilinum brotnaði.«
Seinastu á leið fýra árini hevur Regin
Joensen úr Havn stavast sum sølumað
ur í Miðlahúsinum. Hann hevur fyrst
og fremst fingist við sølu í sambandi
við Vikublaðið.
Tey sum kenna Regin vita, at
hann er sjómaður – og sjógvurin
dregur. Tí byrjar hann mánadagin í
nýggjum starvi hjá J & K Petersen,
har hann skal sigla við grótbátinum
Ragnhild, sum førir grót av Glyvurs
nesi til stóru havnarútbyggingina
í Havn.
– Mær hevur dámt væl arbeiði
sum sølumaður. Tað er áhugavert,
spennandi og gevandi – og tú lær
ir nógv fólk at kenna, sigur Regin
Joensen, sum hevur sín seinasta
arbeiðsdag í hesum umfari í
Miðlahúsinum í dag.
Starvsfólk:
Regin Joensen
Drikka á Fløtti 100 ár í 1975
Helgi í Gong og Marjun Olsen
bíða eftir Smyrli á Seyðisfirði
Sosialurin skrivar 2. juni í 1975:
»Í dag verður elsta fólkið í Før
oyum 100 ár. Tað er Frederikka Sig
vardsen við Gjógv.
Drikka á Fløtti, sum hon vanliga
verður rópt, kom til Gjáar úr Funn
ingi at tæna 16 ára gomul, har hon
er barnfødd.
Í 1899 giftist hon við Petur Ják
up Sigvardsen, sum í sínari tíð var
ein av teimum kendu skiparunum í
Føroyum, og sum førdi skip í næst
an 20 ár. Seinasta árið, hann førdi
skip, var í 1916. So fór hann at sigla
við synum frá fyrru giftini, Krist
ian og Axeli, sum báðir førdu skip.
Hann var við Kristinu í 1920,
sum Axel førdi, og sum gekk burt
ur sama árið.
Frederikka og Petur Jákup
fingu seks børn. Katrina, Jákup
Martin, sum fórst við Kristinu, Karl
Jákup, Jóannes, Suffía og Petur,
sum gekk burtur í Grønlandi í 1958.
Frederikka býr framvegis í
heimi sínum á Fløtti við Gjógv
saman við soninum Jóannes og
dóttrini Suffíu, sum gjørdist einkja
í 1935, og har heldur hon eisini 100
ára føðingardagin.
Seinasta fólkið í Føroyum, sum
náddi líka høgan aldur sum Drikka,
var Karin Louisa Jacobsen á Sela
træ. Hon fylti 100 ár 25. august í
1963.«
Smyril ger ein
uttanlandstúr afturat