hósdagur 23. mars 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
10
EIK-MÁLIÐ
Tað eru nakrar
líkheitir millum
gamla Eik banka,
sum fór á heysin, og
nýggja Betri P/F. Ein
stórur munur er tó,
at bygnaðurin í Betri
P/F hevur kortsluttað
valdsjavnvágina.
Skipanin kortsluttað
Í nýggja bygnaðinum í Betri er støðan tann, at Súni Schwartz Jacobsen er forstjóri í móðurfelagnum og í trimum av
fýra fyritøkum undir samtakinum. Í tí fjórða er hann nevndarformaður. Hetta merkir, at nevndirnar í Betri Banki,
Betri Trygging og Betri Pensjón í veruleikanum skulu í gjøgnum sín stjóra í móðurfelagnum – Súna Schwartz
Jacobsen – um tær eru ónøgdar við stjóran. Tað merkir helst í veruleikanum tað, at einasti maður, sum kann koyra
Súna Schwartz Jaocbsen úr starvið er Arni Brattaberg, sum er nevndarformaður í ovastu nevndini í samtakinum.
Men í dagligum virksemi er tað jú Súni Schwartz, sum situr sum ovasti maður í øllum samtakinum, umframt at
hann situr sum forstjóri í øllum fyritøkunum.
Partafelagslógin ásetur, at vald skal vera tvíbýtt. Fyrst skal vera ein nevnd, og harnæst ein stjórn. Men í
fyritøkunum undir samtakinum í Betri eru nevndirnar settar út av funktión í og við, at teirra stjóri er sami maður.
UMBOÐSRÁÐSLIMUR Í TF:
Vit fáa einki at vita
Stóru tíðindini í vikuni um, at TF Holding, nú Betri P/F, broytti bygnaðin so, at Súni Schwartz
Jacobsen verður stjóri í fýra av fimm feløgunum undir samtakinum, hevur fingið ein umboðs
ráðslim í sama felagið til senda miðlunum eitt skriv.
"Tess meir vald ein leiðari hevur yvir tíð, tess tíðum verður valdið misnýtt. Vald eigur tess
vegna at verða spjatt á fleiri og avmarkað í tíð". Soleiðis sigur Norski professarin Linda Lai, sum
starvast á “ Institutt for ledelse og organisasjon”, skrivar Andrass Skaalum í skrivinum.
Víðari sigur hann, at gamli bygnaðurin í TF-Holding sampakkar ikki við hesa hugsjón hjá Lindu,
tað ger nýggi bygnaðurin í Betri-Holding heldur ikki. Tað er spell at ein skipan ikki er funnin, ið
sampakkar hugsanina hjá professaranum.
– At ein og sami persónur gongur aftur í øllum feløgum, sum ávikavist forstjóri, stjóri og
nevndarformaður, sampakkar ikki við hugsanina um at spjaða valdið á fleiri herðar, skrivar hann.
Víðari vísir hann á teir kunningartrupulleikar, sum umboðsráðið renna seg í.
Vit í Umboðsráðnum renna okkum eisini í stóran mun inn í tagnarskyldu-múrin, við tí úrslit
ið, at vit tíðum kenna okkum at fáa ov lítið av kunning. Orsøkin er, at leiðsla skjýtur seg undir
tagnarskylduna.
– Handa tagnarskyldan, sum hon er tulkað, er ein stórur meinbogi, samstundis sum hon
partvís er neyðug, fyri tryggleikan í virkseminum hjá ymsu feløgunum. Til tíðir tykist tó at leka
millum teori og praksis, tó ikki í umboðsráðnum. Ynskiligt er, at politiski myndug við lóg tryggjar
umboðunum hjá tryggingartakarum betur møguleika at fáa kunning, sigur Andrass Skaalum.
EINGIN ÁTTI
GAMLA EIKO
EIK GRUNNURIN
EIK DANMARK
INNI
EIK BANKI