Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 11 Áður hevur verið tosað um, at Súni Schwartz Jacobsen hevur nógv vald í TF Samtakinum. Eingin eigur Betri og eingin átti Eik Grunnin Ein líkheit millum kollsilgda Eik Banka og Betri P/F er, at eingin reelt eigur fyritøkuna. Tí sagt verður mangan, at Ognarfelag Tryggingartakarana eigur Betri P/F, men veruleikin er, at tað eru allir tryggingartakarar og harvið eingin. Tað merkir, at meðan tað er so í vanligum fyritøkum, at ein eigari situr, sum kann koyra nevnd frá, um hann er ónøgdur við rakstur ella vinningsavkast, so er eingin eigari, sum kann koyra nevndina í Betri P/F frá. Umboðsráðið er tó eitt organ í Betri samtakinum, sum verður fólkaræðisliga valt av tryggingartakarunum. Men hesi hava ógvuliga avmarkaðan leiklut í samtakinum. Í praksis merkir hetta, at nevnd og stjór í samtakinum fáa munandi størri rásarúm, tá ið teir ikki ahva ein eigara, sum kann hála í bremsurnar, um neyðugt. Í kollsilga Eik banka var støðan tann sama. Tí í Eik grunninum, sum var omanfyri Eik Banka, var eingin eigari og harvið eingin, sum var á varðhaldi yvirfyri nevndini í bankanum. Her verður tosað um hugtakið “harraleysir pengar”. Men tað valdið er lít­ið í  mun til tað, sum forstjórin nú hevur. Tí í vik­uni skifti samtakið samleika og bygnað og nú er Súni Schwartz Jacobsen forstjóri í Eik, í Trygg­ ing­ar­felagnum, í Betri­Pen­sjón og móð­urfelagnum Betri P/F, fyrr TF Holding.    Tað einasta felagið undir sam­ tak­inum, har Súni Schwartz ikki er for­stjóri er í nýggja Betri Heim – húsameklingarfyritøni. Har er hann nevndarformaður.  Áðrenn í dag var Súni Schwartz Jac­obsen einans stjóri í Eik og móð­ur­felagnum TF Holding. Nú er valdið hjá Súna Schwartz vaks­ið munandi við heili fýra for­stjórasessum og einum nevnd­ar­formanssessi.  Hetta skrivar samtakið í tíð­ inda­skrivi.      Samtakið er nú skipað við móð­ur­felagnum Betri p/f og dótt­ur­feløgunum Betri Banki, Betri Trygg­ing, Betri Pensjón, umframt Betri Heim, sum er dótturfelag hjá bankanum. Hesi feløgini eru stjórn­að soleiðis:   • Betri p/f Arni D. Brattaberg, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri • Betri Banki p/f Torben Nielsen, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri  • Betri Trygging p/f Lars Bonde, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri og Jean Djurhuus, stjóri  • Betri Pensjón p/f Bogi P. Nielsen, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri og Helgi L. Petersen, stjóri • Betri Heim p/f Súni Schwartz Jacobsen, formaður og Kára á Dunga, stjóri  NÚ ER SÚNI STJÓRI Í ØLLUM OGNARFELAG TRYGGINGARTAKARANA BETRI BETRI BETRI BETRI TRYGGING BANKI PENSJÓN HEIM BETRI P/F (Fyrr TF Holding) EINGIN EIGUR BETRI P/F G