Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 12 12 TEMA Útbúgvingar Tú skalt heldur lesa enskt í Danmark enn í Onglandi. Í øllum førum um tú vilt sleppa at undirvísa í Føroyum. Og tú skalt heldur lesa til lækna á Syddansk Universitet enn Harvard, um tú vilt á Landssjúkrahúsið at arbeiða. Temaði hesaferð snýr seg um danska hafti, sum føroysk lesandi hava um beinið. BUNDIN AT VERULEIKU DANJAL AV RANA H eimurin fyri tær opin, syngur Martin Joensen til nýfødda sonin í sanginum Morg­un. Møguleikarnir eru enda­leysir, men teir kunnu eisini føra til óvæntaðar trupul­ leikar, tá ungdómurin kemur aftur til Føroya. Ein av hesum avbjóðingunum er, tá fólk buka á dyrnar hjá føroyska ar­ beiðs­marknaðinum við einum útlendskum prógvi í hondini. Hvussu skal prógvið metast? Á fylgjandi síðunum síggja vit, at føroyski arbeiðsmarknaðurin á allan hátt er innrættaður eftir einum donskum veruleika. Lækn­ ar, sum lesa uttan fyri ríkið hava eina longri leið inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. Lesa teir uttan fyri Evropa, tekur tað meginpartin av tveimum árum at fáa neyðugu góðkenningina at virka sum lækni í Føroyum. Nú hava vit ikki eitt læknatrot í Føroyum, men vit hava eitt serlæknatrot. Samstundis er eingin ivi um, at vit ynskja, at so nógvir føroyskir læknar sum gjørligt arbeiða í Føroyum. Er tað tá ikki mótsigandi, at leggja slíkar fótonglar á veg teirra? 448 dagar at fáa góðkenning Sámal og Maria Jakobsen komu til Føroya fyri tveimum árum síðani. Sámal Jakobsen var liðugur at lesa til lækna í 2013, og søkti beinanvegin um at fáa góðkenning at arbeiða í danska ríkinum. Hann hevur lisið á karibisku oynni Granada, men at fáa eina enska góðkenning tók 10 dagar. At fáa donsku góðkenningina tók 448 dagar. Føroyskir læknar, sum ikki lesa í ríkinum hava eisini aðrar avbjóðingar at stríðast við. Men føroysk læknalesandi í Danmark kunnu fáa starvsvenjingarpláss á Landssjúkrahúsinum gjøgnum happadráttarskipanina, sum donsku universitetini brúka, so er eingin møguleiki hjá eitt nú teimum nærum 100 føroysku læknalesandi í Póllandi at sleppa á Landssjúkrahúsið. Tey 10 plássini, sum Landssjúkrahúsið hevur til starvslesandi, verða øll nýtt til donsku útbúgvingarnar. Maria Hanusson hevur lisið sálafrøði í Onglandi. Í samrøðuni seinni í blaðnum greiðir hon frá, at tað er týdningarmikið, at ein ger sær greitt beinanvegin tá man fer, hvat sum krevst, fyri at tín útbúgving skal kunna góðkennast í Danmark. Tekur tú hinvegin útbúgvingina í Danmark, so er hon góðkend av sær sjálvum. Tað er ikki trupult at fáa útbúgvingina góðkenda, um tú veitst, hvat tú skalt gera. Tá tað kemur til heilsuverkið eru sjálvandi góðar orsøkir til at hava strong krøv um góðkenning. Talan er um at lata fólk sleppa til arbeiðis í heilsuverkinum, at taka sær av okkum í okkara veikastu løtum. Sjálvandi ynskja vit øll, at útbúgving og førleikar hjá starvsfólkunum tá eru í lagi. Syddansk heldur enn Harvard Hendan favoriseringin hevur til tíðir næstan láturverdar avleið­ingar. Hetta merkir, at ein føroyingur við eini lækna­ út­búgving frá Harvard, sum verður mett at vera hin besta læknaútbúgvingin í heiminum, má bíða í upp til tvey ár, áðrenn hann sleppur til arbeiðis í Føroyum. Hann má gjøgnum fleiri royndir fyri at prógva sítt virði. Samstundis sleppur ein, sum hevur lisið til lækna á Syddansk universitet í gongd beinanvegin. Ein føroyingur við einum master­gradi frá Oxford verð­ur minni løntur enn ein við einum mastergradi frá Fróðskapar­ setrinum, tí hann lisið í fýra ár, meðan tann, sum las á Setrinum, hevur lisið í fimm. Ein føroysk kvinna bleiv vrakað sum enskt­ lærari á einum skúla, tí hon hevði lisið enskt í Onglandi heldur enn Danmark. Men er tað rætt at leggja seg so tætt upp at danska leistinum? Sum Sámal Jakobsen spyr – hvørjum eru danskarar heimsmeistarar í? Minkandi áhugi at fara út um kongaríkið Í lestrarblaðnum, sum varð bor­ið í hvørt hús í síðstu viku, nevndi Holger Arnbjerg, sum arbeiðir á Altjóða Skrivstovuni, at talið á føroyskum lesandi uttan fyri kongaríkið var nógv fallið. Millum orsøkirnar nenvir hann júst hendan trupulleikan, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er innrættaður til danskar út­ búgv­ingar. Danskir og føroyskir myndugleikar vilja ikki altíð javnmeta danskar og útlendskar útbúgvingar, og tí fáa fólk ymiska løn innan tað almenna í Føroyum, alt eftir í hvørjum landi tey hava lisið. – Roynt hevur verið at broytt hetta í Føroyum, men Fíggjar­ málaráðið ynskir ikki at javnseta útbúgvingarnar. So fyri at sleppa undan slíkum avbjóðingum seinni í lívinum, velja fólk heldur at fara til Danmarkar at lesa, sigur Holger Arnbjerg. Svarið frá lønardeildini er, at soleiðis verður sáttmálin tulkaður í løtuni. So er tað upp til partarnar at broyta tulkingina í komandi sáttmálasamráðingum, um hetta skal broytast. Einaferð høvdu føroyskir prestar, ið høvdu lisið í eitt nú Noregi, ávísar avbjóðingar at fáa sína útbúgving góðkenda. Tá føroyska fólkakirkjan bleiv yvirtikin, komu nýggjar treytir fyri at fáa útbúgvingina góðkenda, og síðani tá eru tað heilt fáir prestar, sum møta avbjóðingum á síni leið at sleppa at gera sín gerning í Føroyum. Tað snýr seg um at fáa allar góðar kreftir aftur til Føroya. Tað snýr seg um, at lata tey, sum ynskja at arbeiða í Føroyum, fáa møguleika til tess, við teirra útbúgving, fyri rætta løn. Tað vildi verið spell, um vit fara aftur til tíðina, har vit øll hava somu (donsku) útbúgving frá somu (donsku) lærustovnum. Tá er torført at bróta upp úr nýggjum. DANJAL@SOSIALURIN.FO