hósdagur 23. mars 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
14
TEMA
TEMA Útbúgvingar
DANJAL AV RANA
– Hvørjum eru danir heims
meistarar í? Í øllum førum ikki
í læknavísindi. Hví skulu vit so
binda okkum at teirra skipan?
Sámal og Maria Jakobsen
starvast bæði sum læknar á
Landssjúkrahúsinum nú. Men
leiðin hagar hevur verið long og
knorlut. Tey vóru liðug útbúgvin
sum læknar í 2013, men ikki fyrr
enn í 2015 fingu tey loyvi at virka
sum læknar í danska ríkinum og
tískil í Føroyum.
Tók 10 dagar í Onglandi
Orsøkin? Útbúgvingina tóku
tey í USA. Fyri at virka sum
lækni í Føroyum, krevst ein
góðkenning frá donsku heilsu
myndugleikunum. Og teir eru sera
afturhaldnir við at góðkenna aðrar
útbúgvingar enn tær donsku.
Bæði tóku tey fyrsta partin
av læknaútbúgvingini á einum
universiteti í Arkansas, áðrenn
leiðin gekk víðari til eitt ameri
kanskt universitet á karibisku
oynni Granada.
Seinasta partin av útbúgvingini
tóku hann og konan, Maria Ja
kobsen, í Onglandi, hagar tey
fluttu í 2011. Í 2013 vóru tey liðug
at lesa og søktu tá um arbeiðs
loyvi í Onglandi. Tað tók enskum
myndugleikum 10 dagar at av
greiða umsóknina.
– Teir settu seg í samband við
ein av stovnunum, sum fáast við
at góðkenna læknaútbúgvingar og
fingu at vita, at okkara var í lagi. So
var bara eftir at gera eina samrøðu
við meg, fyri at vissa seg um, at
eg hevði røttu menniskjaligu
førleikarnar, og so var klárt, sigur
Sámal Jakobsen.
Tók 448 dagar í Danmark
Tey vistu longu tá, at tey vildu
sleppa aftur til Føroya, men
konan hevði enn eitt ár eftir av
útbúgvingini. Sámal Jakobsen
valdi kortini at søkja um góðkenn
ing at sleppa at arbeiða í danska
ríkinum beinanvegin. Og gott var
tað.
– Tað tók 448 dagar at fáa
donsku góðkenningina upp á pláss.
Í Onglandi tók tað 10 dagar. Har var
eftirlitsstovnurin eftirspurdur, og
tá hann segði, at útbúgvingin var
í lagi, so var hon tað. Í Danmark
mátti alt samskifti fara umvegis
tvær skrivstovukvinnur á heilsu
málaráðnum, og svartíðin hjá
teimum var upp í tríggjar mánaðir
fyri hvørt samskifti, ein hevði við
tær, sigur Sámal Jakobsen.
USA er triðja-land
Sámal Jakobsen greiðir frá, at
danska læknagóðkenningin er
skipað soleiðis, at heimurin er
býttur í tríggjar bólkar. Fólk,
útbúgvin sum læknar í einum
norðurlandi, kunnu frítt ferðast
millum norðurlond og virka sum
læknar allastaðni. Tey, sum hava
eina útbúgving úr einum ES-landi,
kunnu fáa danska góðkenning, tá
tey hava staðið eina málroynd
og tikið eitt skeið, sum danska
Sundhedsstyrelsen skipar fyri,
um danska heilsuverkið, rættindi
og skyldur hjá læknum og sjúk
lingum o.s.fr.
Triði bólkurin er so restin av
heiminum, millum annað USA.
Fólk, við útbúgving úr einum landi
í triðja bólkinum, skulu gjøgnum
eina langa tilgongd fyri fyrst at
fáa útbúgvingina góðkenda sum
verandi á nóg høgum støði og
síðani skulu tey taka fleiri royndir
fyri at prógva, at tey duga sítt fak,
umframt áður nevnda málskeið og
skeið um donsku heilsuskipanina.
Skrivstovuveldi í Danmark
Sámal Jakobsen greiðir frá, at í
øðrum londum, so sum Onglandi,
USA og Svøríki, eru stovnar, sum
taka sær av at góðkenna lækna
útbúgvingar.
– Fók frá hesum stovnunum
vitja universitetini, tey hyggja at
pensum í útbúgvingini, tey tosa
við læknarnar, sum undirvísa,
váttað, at teir hava ein ph.d-
grad, teir vitja sjúkrahúsini, sum
vit eru í starvsvenjing á, teir
hava samrøður við næmingar
og lærarar, alt fyri at tryggja, at
útbúgving lýkur krøvini fyri at
virka sum lækni í vesturheiminum.
Hvør læknafaklig útbúgving verð
ur kannað á hendan hátt minst 6.
hvørt hvørt ár, sigur hann.
– Í Danmark sita tvær kvinnur
í danska heilsumálaráðnum og
skulu góðkenna hvørja einstaka
umsókn tær fáa. Teir fara ongan
tíð úr skrivstovuni. Tær hava
ikki førleika til at meta um, hvørt
útbúgvingarnar eru nøktandi ella
ikki og samskifta tí um teldupost
við læknar á Ríkissjúkrahúsinum.
Ábyrgdin at fáa útbúgvingina
góðkenda, at veita øll skjøl, at fáa
skúlan at útflýggja skjøl av alskyns
slag, liggur á umsøkjaranum. Eg
skal prógva, hví útbúgvingin er
góð nokk, heldur enn at man letur
hesa uppgávuna í hendurnar á
einum uttanveltaðum stovni,
sigur hann.
Skrivstovukvinnurnar senda
síðani alt skjalatilfarið til læknar á
Ríkissjúkrahúsinum, sum so skulu
meta um, hvørt útbúgvingarnar
eru nóg góðar ella ikki, men ei
heldur teir hava nakað samband
við útbúgvingarstovnin. Teir
gera hetta arbeiðið við síðunar av
sínum vanliga starvi.
Noktaði at fara
til málroynd
Eftir at skrivstovukvinnurnar
hava góðkent útbúgvingina, skalt
tú til ymiskar royndir.
– Fyrst og fremst, so noktaði eg
at fara til málroynd. Síðani skuldi
eg upp til fleiri aðrar royndir, men
av tí at tað er avmarkað pláss á
hvørjari roynd, tók tað langa tíð
at koma ígjøgnum alla mylluna.
Tilsamans tók tað næstan tvey
ár at fáa góðkenning at starvast
sum lækni í Føroyum, sigur Sámal
Jakobsen.
– Tað er í fínasta lagi, at dan
ir eru kræsnir, hvat viðvíkur
læknaútbúgvingum, men teirra
góðkenning er einki betri enn
aðrar góðkenningar. Har sita
tvær kontórmýs, sum samskifta
umvegis teldupost við ein lækna
á Ríkissjúkrahúsinum um út
Tað er so stirvið at fáa danskar myndugleikar
at góðkenna aðrar læknaútbúgvingar, at
føroyingar, sum velja at útbúgva seg uttan
fyri kongaríkið, mugu stríðast fyri at sleppa
heimaftur at virka sum læknar, sigur Sámal
Jakobsen, lækni á Landssjúkrahúsinum
Sámal Jakobsen:
FORÐA FØROYI
VERA LÆKNAR