hósdagur 23. mars 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
15
búgvingarnar. Eingin er úti og
vitjar skúlarnar, eingin ger nakað
kanningararbeiði. Kortini halda
tey, at teirra skipan er betri, sigur
hann.
Útihýsa øðrum læknum
– Tað er eingin ivi um, at norskir,
enskir ella enntá indiskir læknar
eru minst líka góðir sum danskir
læknar. Tað sama er galdandi fyri
ymisku læknaútbúgvingarnar
í øðrum londum. Men skipanin
útihýsir læknum við øðrum
útbúgving enn tí donsku, uttan
at haldgóð orsøk er til tess, heldur
Sámal Jakobsen.
Kravið um, at læknar, sum
skulu virka í Føroyum, mugu
duga danskt, er ikki nógv at gera
við kortini, samstundis sum at
skeiðið um danska heilsuverkið
eisini er gott og neyðugt at fara
ígjøgnum. Tað er kravið um, at tvær
tilvildarligar skrivstovukvinnur
skulu meta um útbúgvingina og
at læknarnir síðani mugu prógva
síni evni enn einaferð í royndum,
sum hann heldur vera burturvið.
- Føroyska heilsuverkið er
partur av danska heilsuverkinum
og vit hava so nógv samskifti
við donsk sjúkrahús, at tað er
alneyðugt at duga danskt. Men at
tað er so stirvið at fáa útlendskar
útbúgvingar góðkendar, ger eisini
at fleiri føroyingar, sum taka
útbúgvingina uttan fyri Evropa,
ongantíð koma aftur til Føroya at
arbeiða, heldur hann.
Hann greiðir frá, at hetta eisini
ávirkar víðari útbúgvingina hjá
teimum, sum koma uttan ífrá.
– Danska heilsuverkið góð
kennir ei heldur tær royndir, tú
hevur fingið aðrastaðni, síðani
tú vart liðugur at útbúgva teg.
So tá tú fært starv í Føroyum ella
Danmark, so byrjar tín turnus frá
null aftur, einki verður góðskrivað.
Sjálvur heldur Sámal Jakob
sen, at føroyingar áttu at gjørt
sum sviar og nýtt tilmæli frá góð
kenningarstovnum sum grundar
lag, heldur enn at noyða alt
gjøgnum danska heilsumálaráðið.
– Sviar nýta hesar góðkenn
ingarstovnarnar. Norðmenn hava
eisini nógv slakari reglur enn danir.
Eg skilji ikki, hví vit í Føroyum, ser
liga tá hugsað verður um serlækna
trotið, sum vit hava, skulu avmarka
okkum so nógv, sum vit gera við at
fylgja donsku reglunum á økinum,
sigur Sámal Jakobsen.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
NGUM AT
R Í FØROYUM