Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 16 TEMA TEMA Útbúgvingar DANJAL AV RANA H undraðtals føroyingar lesa til lækna ymsa staðni í heiminum, men teir eru væntandi fáir, sum lesa uttan fyri Evropa. Hesir fáa so væntandi somu avbjóðingar sum Sámal Jakobsen, tá um ræður at fáa góðkenning. Pál Weihe, formaður í Lækna­ felag Føroya, sigur, at tað er væl møguligt, at besta loysnin er at fáa samstarv í lag við stovnar uttan­lands, sum kunnu taka sær av góðkenningunum av lækna­ útbúgvingum. – Um tað er gjørligt, so er tað heilt víst ein gongd leið. Tað er bara sera týdningarmikið, at góð­ kenningin er í lagi. Tá má ikki henda, at onkur stendur til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum og letst, sum hann veit, hvat hann ger, sigur hann. Læknafelag Føroya hevur sum so onga støðu í málinum, men Pál Weihe ger tað tó heilt greitt, at tað er alneyðugt við eini góðkenning, áðrenn fólk sleppa at virka sum lækni. – Tað er neyðugt, at ein myndug­ leiki fer inn og kannar, fak fyri fak, at dygdin á útbúgvingini er í lagi. Serliga í hesum globalu tíðum, har fólk kunnu ferða allastaðni og har ein kann keypa eitt læknaprógv fyri ein bíligan penga á gøtuni í Uganda, er týdningarmikið at vera á varðhaldi, sigur formaðurin í læknafelagnum. Pál Weihe vísir, eins og Sámal Jakobsen á, at ein slík góðkenning kortini ikki er nakað, sum bara skal avgreiðast á einum skriviborðið. – Vit mugu hava fullkomið álit á úbúgvingini og hava kann­að, hvat hon inniber, bæði í ar­beiðs­ royndum og undirvísing. Ein slík góðkenning kann einans gevast, um tú veruliga hevur sett teg inn í, hvat undirvísingin inniber. Til tess krevst meiri enn at hyggja at einum pappíri. Í veruleikanum verður tú noyddur at fara út á staðið og spyrja, hvussu útbúgvingin gongur fyri seg, sigur hann. Kunnu skifta skipan Pál Weihe er sum so ikki so upp­ tikin av, hvørt góðkenningin er donsk ella kemur aðrastaðni frá. Heldur er tað dygdin á góð­kenn­ ingini, sum má vera best. – Tann myndugleikin, sum skal góðkenna útbúgvingarnar, má veruliga vera væl latin í. Eg vildi mælt til, at ein brúkar somu reglar, sum ES ger, í tann mun tað ber til. Hinvegin, sjálvt í ES er torført hjá okkum at meta um, hvørt út­ búgv­ingarnar eru nóg góðar. Tað krevur ein stóran arbeiðsinnsats frá fólkum við serstakliga stórum kunnleika, sum kenna hetta øki út og inn. Tað er ikki bara, bara, sigur Pál Weihe. Hann greiðir frá, at hann eina­ ferð sjálvur hevur verið í tí støðu, at skula góðkenna eitt russiskt prógv. – Eg hevði lítlan og ongan møgu­ leika at meta um, hvat hon veruliga hevði lært í ymisku fakunum. Eitt er, at tað stendur kemi á próvnum, men tað sigur lítið um, hvat hon lærdi í fakinum, sigur formaðurin í læknafelagnum. Tað tykist á onkran hátt, sum at góðkenningarskipanin ikki heilt hevur megnað at fylgt við glo­ baliseringini. At alt koyrdi gjøg­ num donsku skipanina virkaði væl, ta tíð allir føroyingar lósu til lækna í Danmark. Tann tíðin er tó farin, og spurningurin er, um skipanin ikki eigur at tillagast hesum. – Í eini opnari verð, har fólk kunnu koma allastaðni frá og hava eitt prógv við sær, so er tað ein veldig avbjóðing at meta um veru­ligu dygdina í próvnum. Tað er kanska lætt nokk, tá tú kemur úr USA, men hvat siga vit, tá onkur kemur við einum prógvi úr Guate­ mala ella Tanzania. Hetta er ein veldiga stór verð, og tað er lætt at flyta millum lond, sigur hann. – Vit eru varir við trupulleikan. Vit vilja gjarna hava føroyskar læknar til Føroya, men vit mugu vera vís í kvalitetinum av útbúgv­ ing­ini eisini. Besta loysnin er kanska at skipa eitt samstarv við onkran sterkan útlendskan stovn, sum dugir at gera slíkar góðsku­ metingar, sigur Pál Weihe. Mugu hava eina góða góðskumeting Vit vilja gjarna hava føroyskar læknar til Føroya, men vit mugu vera vís í kvalitetinum av útbúgvingini eisini. Tað má ikki henda, at onkur stendur og bara lætst vita, hvat hann ger, sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya Pál Weihe: Broyttu skipan við yvirtøkuni Fyri nøkrum árum síðani var vanligt, at prestar eisini vóru í somu støðu sum læknar og sálar­frøðingar eru í dag. Tumm­ ilfingurregulin var, at einans danskar teologi­útbúgvingar góvu rætt at virka sum prestur í Føroyum. Longur aftur í tíð­ ini varð sagt, at prestar, sum høvdu útbúgving úr øðrum londum, skuldu taka eitt fak í donskum kirkjurætti og skriva eina avhandling um danska kirkjusøgu, greiði Bergur Berg, fulltrúi á Mentamálaráðnum frá. – So kemur eitt ávíst “mullah-forskrekkilsi” inn yvir Danmark, har teir óttast allar fundamentalistiskar út­búgv­ ingar. Tá fer man so at hyggja eftir hvørjum evig einasta grundfaki og sigur, at tú skalt hava so og so nógv ECTS í Gamla Testamenti, í Nýggja Testamenti, í tekstútlegging osfr, greiðir Bergur Berg frá. – Hetta bleiv ein stórur trupul­leiki, tí tú endaði í støð­ um, har fólk høvdu nógv fleiri ECTS-stig enn neyðugt, men framvegis máttu lesa eini tvey ár afturat fyri at náa minstu­ krøvunum. Hetta bar heldur ikki til at fasthalda politisk her í Føroyum, sigur hann. Mentamálaráðið avgjørdi tí at broyta skipanina. – Vit tóku útgangsstøðið í tí, sum var felags í gud­frøðis­ útbúgvingunum í Danmark, Noregi ella Íslandi. Vit søgdu so, at um tú hevur eina útbúgving, sum gevur tær rætt at virka sum prestur í hesum londunum, so fært tú loyvi eisini í Føroyum, men við tí treyt, at tú innan tvey ár tekur fak á Setrinum um føroyska kirkjusøgu og sálmalæru, greiðir Bergur Berg frá. Hevur ein lisið í Onglandi ella aðrastaðni, verður sagt, at ein skal hava so og so nógv ECTS-stig í teimum grund­ fakunum, sum eru fe­lags fyri norðurlendsku gud­frøðis­út­ búgvingarnar, umframt so og so nógv stig í latín og hebraiskum. – Gert tú fyrireikingararbeið­ ið nóg væl, so er tað eingin trupulleiki at fáa góðkenning í Føroyum longur. Vit hava greiðar mannagongdir og ein kann altíð spyrja til dømis bisp, um hvat sum krevst, sigur Bergur Berg. Vit mugu tryggja okkum, at fólk ikki hava keypt læknaprógvið á gøtuni í Uganda, sigur Pál Weihe