Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 17 Ein spurningur um longd og ikki heiti Snorri Fjallsbak á Lønardeildini sigur, at tað er ein tulking av sáttmálanum, sum ger at fólk við eini 4-ára master út­búgv­ ing úr t.d. Onglandi fáa lægri løn enn tey, við eini fimm ára kandidatútbúgving úr Dan­ mark. – Í hesum førinum má man siga, at ein master ikki altíð er ein kandidatur. Vit hava valt at siga, at kravið fyri at fáa løn sum kandidatur er ein útbúgving við 180+120 ECTS-stigum. Tá er avleiðingin, at ávísar enskar útbúgvingar ofta ikki røkka heilt upp, sigur Snorri Fjallsbak. Hann sigur, at lønardeildin ikki hevur ætlanir um at taka stig til at broyta tulkingina. Tó er møguligt at tað verður broytt, antin gjøgnum sátt­mála­sam­ ráðingar ella frá politisku skipanini. – Tað kann vera, at man velur heldur at hyggja eftir, hvat heiti útbúgvingin gevur, heldur enn hvussu long hon er, men fyribils tulka vit sáttmálan á hendan hátt, sigur Snorri Fjallsbak. DANJAL AV RANA E g skilji væl, at ein kann blíva argur inn á til­ gongd­ina hesum við­ víkjandi, men haldi eisini vit mugu hava í huga, at hetta er ein trygd fyri tey, sum venda sær til okkara. Tað er tó væl møguligt, at mannagongdin kann gerast smidligari fyri føroyingar, men fyribils eru vit tengd at Dansk Psyko­lognævn, sigur Maria Hanus­son. Hon hevur lisið sálafrøði í Onglandi, og mátti tí fáa út­búgv­ ing sína javnmetta av donskum myndugleikum, fyri at kunna virka sum sálarfrøðingur í Før­ oyum. – Heitið sálarfrøðingur er eitt vart heiti og tí er neyðugt, at tín útbúgving verður javnmett við donsku cand.psych. Í Føroyum fylgja vit danskari lóg og tí er tað danska Psykolognævnet, sum er góðkenningarmyndugleiki í Føroyum, greiðir Maria Hanusson frá. Orsøkin til, at tað er týdn­ingar­ mikið við eini slíkari javnmetan ella góðkenning, er trygdin fyri klientarnar, sum hava rætt til at vita, hvønn tey koma til. Heitið sálarfrøðingur hevur einans verið eitt vart heiti í Føroyum síðani 2014, tá Karsten Hansen, táverandi landsstýrismaður í heilsumálum, setti krav um góðkenning í gildi fyri at nýta heitið. Fyrireika teg væl Í løtuni eru tað kandidat­út­ búgvingarnar í sálarfrøði frá Københavns Universitet, Aalborg Universitet, Aarhuus Universitet og Syddansk Universitet, nevndar cand.psych, sum geva beinleiðis rætt til hetta heitið. Fólk við líknandi útbúgvingum frá øðrum universitetum mugu søkja Dansk Psykolognævn, um at fáa út­ búgvingina javnmetta við cand. psych. útbúgvingarnar fyri at kunna nýta heitið. Javnmetingin fer fram á tann hátt, at tú sendir útgreinandi kunningartilfar (t.d. prógv og pensum listar) til Dansk Psykolognævn, um, hvussu tín útbúgving er sett saman, hvussu nógv ICTS-stig, tú hevur staðið, hvussu long hon er, og hvat tey ymisku fakini innibera. Um øll pappírini eru í lagi og røtt útfylt, so tekur tilgongdin umleið tríggjar mánaðir. Maria Hanusson sigur, at fyri hennara viðkomandi var tað ikki ein trupulleiki at fáa útbúgvingina góðkenda og var samskiftið við Dansk Psykolognævn gott. – Vit vóru nakrar, sum lósu sálarfrøði saman í Onglandi, og vit høvdu sett okkum eitt sindur inn í viðurskiftini, so vit vistu nøkulunda, hvussu útbúgvingin hjá okkum skuldi setast saman, fyri at fáa hana góðkenda av Psyko­lognævnet, greiðir hon frá. Tær tóku fyrst eina fýra ára Master of Arts (honors) útbúgving og síð­ani eitt ára Master (MsC) oman­yvir. – Um ein ivast, so kunnu tey altíð seta seg í samband við Dansk Psykolognævn og fáa vegleiðing hesum viðvíkjandi. Sjálavndi ber eisini til, at seta seg í samband við føroysku sálarfrøðingarnar, sum hava royndir við tilgongdini, sigur hon. Hon heldur tó ikki, hetta eigur at vera ein orsøk til, at ung skulu velja útbúgvingar uttan fyri Dan­ mark frá. – Tað eru nógvar góðar sálar­ frøðiútbúgvingar uttan fyri Dan­ mark. Tað er bara týdningar­mik­ ið, at fólk eru greið yvir, hvørja útbúgving tað er, tey eru farin undir. Alt sum eitur sálarfrøði ella ráðgeving, gevur sostatt ikki beinleidis rættin til at kalla seg sálarfrøðing. Tí er gott at seta seg inn í hvat krevst, um ein ætlar at virka sum sálarfrøðingur í Føroyum, sigur Maria Hanusson. Javnmeting av útbúgv­ ingum er umráðandi Maria Hanusson: Tað er møtumikið, men umráðandi at hava eina góðskugóðkenning, sigur Maria Hanusson, sálarfrøðingur