hósdagur 23. mars 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
18
LÍVSSTÍLUR
ANNIKA KUNOY IM
annika@sosialurin.fo
H
ugsa vit nóg gjølla um
matin?
Flest okkara hava
tankar um matin, sum
vit velja at borðreiða heima. Hvørt
tankarnir eru tilvitaðir ella ikki, er
ymiskt frá einum persóni til annan.
Summi hugsa nógv um, hvaðani
maturin kemur, umframt hvussu
hann ávirkar kroppin.
Marjun Egholm Højgaard greið
ir frá, at heima hjá teimum hugsa
tey nógv um ta etisku síðuna av
mati. Tey velja aloftast at keypa
vistfrøðiligt og lokalt, tí tá er størri
møguleiki fyri, at maturin hevur
minni gift og minni óneyðug evni.
Marjun og familjan fluttu heim
aftur til Føroya síðsta summar eftir
at hava búð nógv ár í Danmark, og
hon heldur, at tankarnir um mat
eru sprotnir úr tí umhvørvinum,
tey hava búð og ferðast í niðri.
Marjun Egholm Højgaard legg
ur afturat, at tey eisini royna at
minka um inntøkuna av kjøti, tí
framleiðsla av kjøti ofta dálkar
náttúruna, inniheldur gift og kost
ar nógv. Hon velur heldur at hugsa
um góðskuna, tá hon keypir kjøt og
tí keypa minni mongdir.
Ístaðin etur familjan nógv grøn
meti, og ger máltíðinar soleiðis, at
kjøtið ikki altíð er miðpunktið. Sum
dømi kann man gott eta bakaði epli
til nátturða, heldur hon.
Marjun sigur, at tey sum familja
hugsa grønt og skynsamt. Tí skal
onki av tí, sum hon keypir, fara í
rusk.
– Sum samfelag oyðsla vit nógv
við mati, og tað er kostnaðarmikið,
sigur hon.
Gunnhild Dahl Niclasen hugsar
eisini nógv um umhvørvið, tann
sosiala partin og um at maturin tey
eta er vistfrøðiligur og heilsugóður.
Spurningar so sum um maturin er
burðardygt framleiddur, hvør hev
ur framleitt hann og hvussu hann
er framleiddur fylla nógv, tá hon
tekur avgerðir um, hvat hon keyp
ir og etur. Eisini er umráðandi at
flutningurin av vøruni ikki er lang
ur, tí tað dálkar umhvørvið.
– Eg keypi ikki hópframleitt
kjøt, tí tað er nógv dult spill í tí. Tað
skal í miðal 8-10 kilo av grønmeti
til 1 kilo av neytakjøti. Um vit ótu
minni kjøt, so var meir matur til
onnur, og so høvdu vit ikki ovur
nýtt markirnar. Fólk ganga svong,
tí djórini, sum vit skulu eta, skulu
fórðast, sigur hon.
Gunnhild greiðir frá, at foreldur
hennara altíð hava verið tilvitað
um mat, hóast man ikki fekk nógva
vistfrøðiliga vøru í Føroyum fyrr.
Sjálv er hon farin at hugsa meir
um hetta, nú hon er blivin eldri, og
serliga eftir at hava lisið á universi
tetinum í Lund í Svøríki.
Hugsa vit nóg gjølla
um at vera skynsom?
Tað er skjótt at brúka ein 1000
krónuseðil, tá tú fert at keypa inn,
uttan í veruleikanum at vita um
peningurin varð væl brúktur, ella
um tú kundi spart nakrar hundrað
krónur, um tú raðfesti annarleiðis.
Gunnhild Dahl Niclasen hugsar
tó ikki fyrst um peningin, tá hon
keypir mat. Hon velur at brúka
pengarnar upp á vøru, sum hon veit
er í tráð við virðini hon hevur, og so
velur hon heldur at spara á øðrum
postum. Hon keypir Fair Trade
heldur enn eina bíligari vøru, og epli
heldur enn rís, tí framleiðslan av rísi
ofta dálkar, um tað er ikki framleitt
í náttúrligum klima.
– Eg hugsi ikki um ta bíligastu
vøruna, men tað merkir ikki at eg
brúki nógvar pengar. Eg keypi til
dømis mest brúkt klæðir til mín
og børnini, og brúki ikki pengar til
hár ella nýggja tøkni. Hetta ger tað
møguligt hjá mær, at brúka meir
pening til mat, sigur hon.
– Eg kann taka hesar avgerðir
nar, og tí velji eg at gera tað. Eg veit
at summi noyðast at keypa bíligar
vørur av fíggjarligum orsøkum,
men tá eg kann so velji eg at gera
tað, og brúki minni pengar á øðr
um økjum, sigur Gunnhild Dahl
Niclasen.
– Vit keypa eisini mat, sum er á
markinum at ganga út, og ofta velja
vit tann “ljóta” matin, so sum ein
buglaðan pakka ella skøvað frukt
og grønt, tí tann vøran ofta fer í
rusk, sigur hon.
Familjan leggur seg eisini eftir at
keypa vøru, sum er minni pakkað
inn, tí so fer minni í rusk, hetta er tó
ikki altíð møguligt, greiðir hon frá.
Marjun Egholm Højgaard held
ur, at tað er av stórum týdningi, at
hugsa um hvat peningurin verður
brúktur til. Hon greiðir frá, at av
tí at tey hava búð niðri og fingið
studning í so mong ár, so hava tey
royndir í at liva skynsamt.
– Eg royni at hyggja at tilboðum,
niðursettum vørum og vørum, sum
eru við at ganga út, sigur hon.
Eisini er tað týdningarmikið, at
leggja røttu virðini í børnini, soleið
is at tey vita hvar peningur kemur
frá, og hvat tað kostar at liva
– Tey vita at man má arbeiða fyri
peningin, og at tá tú keypir okkurt,
so hevur tú brúkt tað tú tjenti. Eisini
mást tú gjalda fyri at búgva í einum
húsum og ganga í barnagarði, sigur
Marjun Egholm Højgaard.
– Vit liva í einum forbrúkssam
felagi, har vit kunnu keypa tað vit
ynskja okkum. Ta tú fert til handils
er nógv spennandi at fáa, men hvat
hevur man veruliga brúk fyri, spyr
Marjun, og leggur afturat, at hóast
hesi virðini eru umráðandi, so
sleppa børnini sjálvsagt eisini at
velja sær okkurt lekkurt av og á.
Gunnhild Dahl Niclasen greiðir
frá, at hon eisini er tilvitað um,
hvat børnini eta.
– Eg vil at børnini fáa ordiligan
mat, og at tey virða matin. Vit hava
egna eplaveltu, og tí vita tey, mill
um annað, hvat arbeiði skal til fyri
at fáa epli, og tí oyðslar man ikki
við teimum, sigur hon.
At fáa matin at
strekkja longri
Tað er dýrt at keypa inn, og ofta fer
nógv av matinum, sum vit keypa í
rusk. Ikki tí vit ætlaðu tað soleiðis,
men tí vit ofta ikki eru nóg til at
síggja møguleikarnar
Fyri at fáa matin at halda longri
brúkar Marjun hann ofta á annar
leiðis hátt.
– Eg brúki breyðrestir til alt
møguligt. Ofta skeri eg tær í álir
og steiki tær á pannuni við salti
omaná. Eisini geri eg ofta grønmet
issúpan. Har koyri eg alt grønmeti,
sum eg havi inni í eina grýtu, kóki
tað og blendi til súpan, sigur Marj
un Eghold Højgaard.
Gunnhild Dahl Niclasen brúkar
eisini breyðrestinar og grønmeti á
sama hátt
– Børnini elska breyðrestinar tá,
og eta tað sum bomm, sigur hon.
Kvalitet framum kvantitet
Føroyingar hava altíð liva av nátt
úruni. Hetta, at innflyta vørur úr
útlondum er eitt lutfalsliga nýtt
fyribrigdi. Hóast tað, so er tað
næstan radikalt, at tosa um at eta
etiskt, vistfrøðiligt og lokalt; nakað,
sum liggur okkum føroyingum so
nær, og tó so fjar.
– Fleiri velja at í dag at hugsa um
umhvørvið og at eta vistfrøðiligt.
Eisini eru nú fleiri matstovur
í Føroyum, sum veita hendan
møguleikan, og tað ger tað alsamt
lættari at liva grønt, sigur Marjun
Eghold Højgaard.
Vit verða alsamt meir tilvitað um mat, og hvønn týdning hann hevur fyri
heilsu og vælveru okkara, men eisini hvussu umhvørvið verður ávirkað av
framleiðsluni av mati. Í Føroyum er kostnaðarmikið at keypa mat, og hjá nógvum
familjum er størsti posturin á fíggjarætlanini settur av til mat. Hvussu liva vit
heilsugott, umframt at vit hugsa um umhvørvið og pengarnar? Sum samfelag
oyðsla vit nógv við mati, og tað er kostnaðarmikið, sigur Marjun Egholm
Højgaard, sum er ein av trimum kvinnum, vit hava tosað við um evnið.
VIT OYÐSLA
OV NÓGV